Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 1. apríl 2005 7 - Nýggj roynd varð gjørd at fáa í lag størri samvinnu millum russiskar fiskivinnufyritøkur og føroyskt tæn- astuvirksemi. Vit valdu at vera við á Fish 2004 í Moskva við tí endamáli eis- ini at fáa í lag sam- vinnu millum før- oyskar fiskaútflyt- arar og russiskar fiskakeyparar. Kanska settu fólk í so stórar vónir til hesa handilsferð, men samumtikið var tiltakið rætti- liga væl eydnað, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni VINNUVIRKSEMI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum liður í útflutnings- arbeiðnum, tók Menn- ingarstovan í fjør lut í og var við í samskipanini av føroysku luttøkuni á European Seafood Ex- position 2004 í Brússel og ONS 2004 í Stavan- ger. - Báðar framsýningar- nar eru afturvendandi tiltøk, har luttakandi fyritøkurnar kunnu bjóða seg fram og vera sjónligar. Tiltøkini eru fram úr góð høvi at út- byggja og styrkja sam- bond við keyparar og veitarar, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri. Hann vísir á, at fram- sýningin í Brússel er størsta sjómataframsýn- ingin í heiminum, har fyritøkur um allan heim kappast um at sýna fram nýggjar vørur og fram- leiðslur og annars fáa íblástur og nýggj sam- størv. - ONS gevur eins og Offshore Europe før- oyskum fyritøkum høvi at royna at koma upp í part í oljuvinnuni, sum vónandi verður ein skjótt komandi vinna í Føroyum. Í frágreiðingini nemur Kjartan eisini við um- røddu framsýningina, sum var í Moskva. - Nýggj roynd varð gjørd at fáa í lag størri samvinnu millum russ- iskar fiskivinnufyritøkur og føroyskt tænastuvirk- semi. Vit valdu at vera við á Fish 2004 í Mosk- va við tí endamáli eisini at fáa í lag samvinnu millum føroyskar fiska- útflytarar og russiskar fiskakeyparar. Kjartan heldur, at kanska settu fólk í so stórar vónir til hesa handilsferð, men sam- umtikið var tiltakið rættiliga væl eydnað. - Eftir ferðina hava fleiri av luttakandi fyri- tøkunum hitst fyri at umrøða og samskipa møguligt nýtt átak, helst á Murmansk-leiðini, har fleiri av stóru reiðaríun- um halda til – ella møguliga í Kaliningrad. Stjórin vísir á, at ann- ar táttur í arbeiðnum hjá Útflutningsdeildini er at eggja vinnum og fyri- tøkum at gera handils- og kunningarferðir til áhugaverdar marknaðir. - Í 2004 varð eitt nú skipað fyri handilsferð til London og luttøku á ráðstevnuni, Value Add- ed Seafood. Henda ferð varð fyriskipað í fjør heyst saman við sendi- stovu okkara í Bretlandi, og høvi var til fleiri virkisvitjanir og fyrilest- rar, sigur Kjartan Krist- iansen. Sosialurin fer at venda aftur til aðrar partar av ársfrágreiðingini hjá Menningarstovuni í øðrum bløðum. At eggja til størri samvinnu úteftir - Útflutningsdeildin hjá okkum hevði sum málsetning at fáa 40 fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum um útflutningsviður- skifti, men tá ið av- tornaði, táttaði talið á fyrispurningum upp ímóti 70. Hetta svarar til, at meira enn ein fyrispurningur er komin frá fyritøkum, sum flyta út vørur og tænastur, sigur Kjart- an Kristiansen, stjóri VINNUVIRKSEMI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Menningarstovan hevur skrivað eina ársfrágreiðing um virksemið hjá stovnin- um í farna ári og Kjartan Kristiansen, stjóri, sigur, at tey sum heild eru rættiliga væl nøgd við avrikini í 2004. - Í teimum broytingartíð- um, sum vinnuliga og sam- felagsliga standa fyri okk- um, eydnaðist tað Menn- ingarstovuni at skapa fjøl- broytt tilboð til føroyska vinnu at ganga nýggjar menningarleiðir, sigur hann. Kjartan vísir á, at virk- semið hjá Menningar- stovuni í 2004 í fyrsta lagi var merkt av, at stovnurin er vorðin styrktur sum tað Útflutningsráð Føroya, sum hann í veruleikanum er. - Útflutningsdeildin hev- ur í virknum samstarvi við vinnu og samstarvsstovnar heima og uttanlands bygt upp eitt gott vitanargrund- arlag. Deildin er nú før fyri at svara flestu spurningum, sum føroyskar fyritøkur hava um útflutning. Hann sigur, at Menn- ingarstovan hevur atgongd til fleiri dátugrunnar og marknaðarkanningar, eitt nú Kompass, Euro-Moni- tor, upplýsingar frá danska útflutningsráðnum, útflut- ningshondbøkur hjá norð- urlendsku útflutningsráð- unum og annað. - Útflutningsdeildin hevði sum málsetning at fáa 40 fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum um útflutningsviðurskifti, men tá ið avtornaði, táttaði talið á fyrispurningum upp ímóti 70. Hetta svarar til, at meira enn ein fyrispurningur er komin frá fyritøkum, sum flyta út vørur og tænastur. Kjartan vísir á, at fyri at styrkja hesa tænastu varð í 2004 alnetsútgávan av eini føroyskari útflutningshond- bók gjørd liðug. Hondbók- in er ein almenn vegleiðing í marknaðarføring og út- flutningi, bæði strategiskt og praktiskt. - Í 2004 byrjaðu vit at senda út tíðindabrævið, Rit um Rák, til allar fyritøkur, sum eru skrásettar í okkara Export Directory á heima- síðuni, www.trade.fo. Tíð- indabrævið verður sent út til 150 fyritøkur. Vit hava heft okkum við, at áhugi er fyri hesum tíðindum, sum er kunningar um virksemið hjá okkum, um tænastur, sum vit kunnu bjóða, ætl- aðar handilsferðir, áhuga- verdar framsýningar, tiltøk og annað, sigur stjórin, Kjartan Kristiansen. Menningarstovan væl nøgd við árið í fjør Ein partur av samvinnuni millum føroyingar og russar er, at russar nú keypa smáan føroyskan upsa, sum annars er ringur at sleppa av við fyri líkinda prís Mynd: Vilmund Jacobsen - Virksemið hjá Menningar- stovuni í 2004 var í fyrsta lagi merkt av, at stovnurin er vorðin styrktur sum tað Útflutningsráð Føroya, hann í veruleikanum er, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri