fríggjadagur 1. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 61 - 1. apríl 2005
– Í løtuni bíða vit bert
eftir, at Damfar flytir
út, og so fara vit at
byrja at byggja um og
út, sigur Bjarni Kyster,
ið eigur og rekur
bowlinghøllina á Hálsi
ÚTBYGGING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Leingi hevur slaturin ging-
ið, um at ein av vælkendu
»Jensens Bøfhus« matstov-
unum, skuldi lata upp í Før-
oyum. Og hon skuldi vera í
bygninginum, har Bowl-
inghøllin eisini heldur til.
Men tann ætlanin er nú
kortini vorðin til einkis.
Bjarni Kyster, sum var mað-
urin aftanfyri »Jensens Bøf-
hus« matstovuætlanina, sig-
ur, at nærum alt var komið
upp á pláss, men teir vóru tó
ikki heilt samdir á øllum
økjum. M.a. vildi Bjarni
Kyster nýta føroysku útveg-
ararnar av kjøti, meðan
matstovuketan helt uppá, at
allar rávørur skuldu útveg-
ast ígjøgnum tey.
Hvørgin vildi geva seg,
og so fór tann ætlanin í
vaski. Men Bjarni Kyster er
tó ikki ráðaleysur.
4 banar og matstovu
– So skjótt sum Damfar fer
út úr bygninginum byrja vit
at byggja út. Bowlinghøllin
skal víðkast, og vit skulu
hava fýra bowlingbanar aft-
urat. Harumframt fara vit
eisini at gera aðrar umbygg-
ingar, sigur Bjarni Kyster.
Millum annað nevnir
hann, at matstovuætlanin
ikki er slept, hóast hann
ikki fekk semju í lag við
»Jensen Bøfhus«. Í staðin
verður ein líknandi mat-
stova gjørd.
– Ætlanin er at hava eina
matstovu, sum hevur eitt
ógvuliga líknandi konsept,
sum »Jensens Bøfhus« hev-
ur. Tað verður ein búffmat-
stova við umleið somu prís-
legu, og úrvali av mati
verður eisini nakað tað
sama, sum tað er í »Jensens
Bøfhus«, greiðir Bjarni
Kyster frá.
Hann sigur, at tað ikki
verður nøkur onnur mat-
stovuketa í staðin, men at
teir fara at gera sítt egna.
Við føroyskum veitarum.
– Tað verður ein øðrvísi
matstova. Ikki tað tradition-
ella, greiðir Bjarni frá.
Bíða eftir Damfar
Bjarni sigur seg enn ikki
vita júst nær ætlanin er at
hava alt klárt og liðugt. Av
tí, at byggjast skal út inn í
hølini, har Damfar nú
heldur til, er neyðugt at
bíða, til teir eru farnir út.
Men Bjarni sigur seg vænta,
at tá arbeiðið loksins fer í
gongd, verða tað einir
tríggir
mánaðir
til
alt
stendur klárt til nýtlsu.
– Vit ætla at hava mangt
ymiskt, ikki bert eina
matstovu og bowling. M.a.
verður eitt rúm við stór-
skíggja, har møguligt verð-
ur at sita og hyggja eftir fót-
bólti. Tað er torført at
greiða frá øllum ætlanun-
um umvegis telefonina,
men tað verða í øllum før-
um nógv sitipláss, og nógv
ymisk tilboð, staðfestir
Bjarni Kyster at enda.
Fyrstu húsini
eru í gerð
Vestmanna: Nýggja út-
stykkingin Uppi í Vestri
hjá Vestmanna kommunu
er liðug, og nú ber til hjá
fólki at ogna sær grund-
øki á hesum staði.
Íalt vóru 25 grundøki
tøk, men fleiri teirra eru
longu seld. Haraftrat ery
tey fyrstu húsini í gerð, og
verða ætlandi sett upp
fyrsta dagin. Stykkini eru
600 fermetrar stór og ligg-
ur kostnaðurin um 200.000
kr. fyri hvørt teirra.
Tá kommunan á sinni
avgjørdi at fyrireika hesa
útstykkingina, sum hevur
kostað góðar 10 mió. kr.,
lá hópurin av umsóknum
um byggiloyvi inni. Men
síðani hava nøkur fólk
valt aðrar loysnir, m.a. við
at keypa sær hús í bygdini
ístaðin.
- Kortini tykist áhugin
fyri hesum grundøkjun-
um at vera stórur, nú tey
eru vorðin byggibúgvin,
verður sagt av kommunu-
skrivstovuni í Vestmanna.
Tætt við hesa nýggju
útstykkingina liggur bæði
barnagarður og útibarna-
garður, umframt tað at ein
hevur sera gott útsýni yvir
bygdina.
sb.
Vestmanna: Eitt av tí,
sum vestmenningar eru
vorðnir kendir fyri, eru
teir vælumtóktu túrarnir
undir Vestmannabjørgini.
Hetta hevur verið eitt sera
væl umtókt ferðamál hjá
føroyingum eins væl og
útlendingum, sum her
hava kunnað frøtt seg um
tey vøkru fuglabjørgini
norðanvert Vestmanna.
Tað eru tvey feløg í
bygdini sum hava tikið
sær av hesum flutningi,
og hjá teimum er eisini
týdningarmikið at um-
støðurnar hjá teim ferð-
andi eru av teimum bestu.
Bæði feløgini – Skúva-
dal og Sea Service – hava
tí havt ætlanir um at betra
um
umstøðurnar. Tey
hava tí sett fram uppskot
um ymiskar ætlanir hes-
um viðvíkjandi til komm-
ununa at taka støðu til.
Á fundi í bygdarráðnum
herfyri varð samtykt, at
geva feløgum betri um-
støður at virka undir, kort-
ini við ávísum treytum.
Treytir
"Sea Service" hevur ætl-
anir um at fáa teir tríggjar
bátarnar hjá felagnum
lagdar uttanfyri havnar-
skrivstovuna, eins og ein
ætlar at reka ferðavinnu-
virksemi á hesum staði.
Felagið eigur í løtuni
bátarnar Silju og Fríð-
gerð, men letur í løtuni
byggja ein nýggjan bát til
flutning av ferðafólkum.
Á fundinum í bygdar-
ráðnum varð samtykt at
ganga umsóknini frá fel-
agnum á møti. Kortini
skuldi felagið lúka ymisk-
ar treytir.
Tá hetta uppskotið var
til viðgerðar í bygdar-
ráðnum varð tað samtykt
við seks atkvøðum fyri og
einari ímóti.
Fólkini aftanfyri Skúva-
dal hava eisini ætlanir um
at betra um umstøðurnar
hjá ferðavinnuni í Vest-
manna.
Felagið hevur lagt upp-
skot fyri bygdarráðið um
loyvi at leggja eina báta-
brúgv uttanfyri bátahylin,
við tað økið har ein ferða-
vinnubygningur í løtuni
stendur í gerð.
Eins og í hinum felagnu-
m er henda loysnin bert ein
fyribils loysn, sum verður
galdandi hetta árið út.
Hetta uppskotið varð
einmælt samtykt.
sb.
Trongisvágur: Tað er ikki á
hvørjum degi at skúla-
næmingar fáa høvið at fara
á eina konsert í skúlatíð.
Men henda møguleikan
fáa næmingar í Suðuroynni
kortini fyrrapartin í dag, tá
ungdómskórið
"Ung
Stjørnuskot" fer at hava
konsert í ítróttarhøllini í
Trongisvági
fyri
einum
stórum parti av skúla-
næmingunum í oynni.
Tey vænta sær eina ser-
staka konsert, tí bæði
áhoyrarar og sangarar eru á
sama aldri. Og eisini tí, at
fyri næmingarnar man tað
kennast hugaligt at sleppa
vanliga skúladegnum eina
løtu, og so fara á eina
forvitnisliga konsert.
Kórið hevur havt fleiri
konsertir í Føroyum og utt-
anlands, men fer ikki fyrr-
enn nú at hava konsertir í
Suðuroynni.
Konsertin
verður sum eitt slag av upp-
hiting til Prix Føroyar, tí tey
sleppa at nýta bæði teknikk-
arar og ljóðútgerðina, sum
skal standa sína roynd til
kappingina leygarkvøldið.
Á konsertini hjá ungdóms-
kórinum úr Havn fer eisini
bólkurin Paradox at spæla.
Ung Stjørnuskot er eitt
kór undir Kvøldskúlanum
og Musikkskúlanum í Havn,
og telur 26 fólk í aldrinum
13 til 19 ár. Leiðari í
kórinum er Sigrið Sivertsen.
sb.
Sjáldsom skúlakonsert
við stjørnuskotum
Bowlinghøllin á Hálsi:
4 banar afturat og matstovu
So skjótt sum hann sleppur framat fyri Damfar, fer Bjarni Kyster at buggja út. 4 bowlingbanar
skulu gerast afturat, umframt matsovu og rúm við stórskíggja til fótbólt
Mynd: Jens Kristian Vang
Sera gott útsýni er av nýggju útstykkingini Uppi í Vestri og
oman yvir Vestmanna bygd
Betri umstøður til
ferðavinnuna
Argir: Leygardagin fer 6.
B flokkur við Argja skúla
at skipa fyri einum spenn-
andi familjudegi.
Ætlanin hjá flokkinum
er at fara á seturskúla í
Danmark í mai mánaði,
og til hetta krevst sjálv-
andi peningur. Og tað er
m.a. til hetta, at tiltakið
við skúlan verður fyri-
skipað. Ætlanin er sjálv-
andi eisini at geva fólki
møguleika at koma saman
til eina hugnaliga løtu.
Á
skránni
henda
seinnapartin verður m.a.
ponyríðing, køkutombola,
loppumarknaður og fiski-
brunnur. Byrjað verður kl.
11 og verður síðani hildið
á til út á seinnapartin.
Ætlanin er at hava set-
urskúlan á einum frítíðar-
sentri í Norðurjyllandi,
har møguleikar eru til
nakrar dagar, bæði í gam-
an og álvara.
sb.
Spennandi seinnapartur
fyri alla familjuna