fríggjadagur 1. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 1. apríl 2005
9
Dansur
í Føroya-
húsinum
Dansur við The
Reverends, Prix
Føroyar á stór-
skíggja og írsk
whiskeybarr verður
í Føroyahúsinum
leygarkvøldið
DANSUR
dagfinn@sosialurin.fo
Leygarkvøldið 2. apríl
frá klokkan frá 22 til
04 skipar Fótatraðk
fyri dansi í Føroyahús-
inum í Keypmanna-
havn, har country- og
rokkbólkurin
The
Reverends
fer
at
spæla, og semifinalan í
Prix Føroyar verður
víst á stórskíggja
Byrjað verður at
senda Prix Føroyar
klokkan 22 leygar-
kvøldið.
Stórskíggi
verður settur upp í
erva í Føroyahúsinum,
har írsk whiskeybarr
eisini verður.
Fótatraðk hevur júst
verið á ferð í Írlandi,
og við sær í skjáttuni
heimaftur hevur felag-
ið fleiri góð sløg av
írskum whiskey, sum
til ber at royna hetta
kvøldið.
The Reverends
Tónleikararnar í The
Revererends
munnu
tey flestu kenna úr
fleiri øðrum bólkum,
men The Reverends
eru ein country- og
rokkbólkur burturav,
sum spælir løg hjá eitt
nú Johnny Cash og
Garth Brooks, um-
framt at teir eisini
spæla síni egnu coun-
tryløg.
Manningin í The
Reverends er hendan:
Niclas Thorsteinsson,
sang, Jens Jacobsen,
guitar og kór, Janus
Kampmann,
guitar,
steeleguitar og kór,
Kristin Nolsøe Bech,
bass, og aftan fyri
trummurnar situr Ric-
hard Thomsen.
Dyrnar verða
stongdar á miðnátt.
– Hetta er ein nýggj
tíð í føroyskum
politikki, tí nú kunnu
vit ikki longur hald-
ast uttanfyri, sigur
løgmaður
FÁMJINSSKJALIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Er Høgni Hoydal nøgdur
við støðuna, sum hon er,
skal tað standa fyri hansara
egnu rokning. Men Fám-
jinsskjalið er eitt rættiligt
frambrot í føroyskum poli-
tikki.
Jóannes Eidesgaard er alt
annað enn samdur við
Høgna Hoydal í, at Fám-
jinsskjalið er einki annað
enn ein sjónleikur og ein
staðfesting av tí, sum longu
stendur í heimastýrislógini.
Har stendur, at avgerðir
viðvíkjandi
Føroyum,
skulu leggjast fyri føroysk-
ar myndugleikar.
Vit hava biðið løgmann
útgreina, hvar tey stóru
frambrotini í Fámjinsskjal-
inum eru og hví hann held-
ur, at tað er ein so stórur
marknaðsteinur í føroysk-
um politikki at hann enntá
kallar tað eina nýggja tíð í
Føroyum.
– Heimastýrislógin er ein
veruleiki fyri allar føroy-
ingar, eisini fyri Høgna
Hoydal. Og sama, hvat
stendur í heimastýrislógini,
so er tað ein óreingiligur
veruleiki, at hendan partin
av henni hava danir ikki
tulkað á ein hátt, sum før-
oyingar kunnu vera nøgdir
við.
Løgmaður sigur, at radar-
støðin á Sornfelli er fullgott
prógv um hetta, tí hetta
vistu føroyingar onki um,
hóast føroyingar vóru bein-
leiðis álopsmál.
– Í summum førum fekk
løgmaður onkra hissini
kunning, men tað var altíð
undir teirri treyt, at tað var í
trúnaði.
– Samstundis vísir søgan
okkum, at tað gjørdi ikki
mun,
hvat
føroyingar
søgdu, tí løgtingið hevði
fleiri samtyktir ímóti støð-
unum í Føroyum, men tað
lurtaði ongin eftir.
– Tað er eisini ein
veruleiki, at ímeðan Høgni
Hoydal sjálvur var í lands-
stýrinum,
bað
danska
stjórnin um ávísar upplýs-
ingar úr Føroyum, men
kortini gav danska stjórnin
ST skeivar upplýsingar um
Føroyar um sjálvstýristil-
gongdina og um, hvussu
føroyingar uppfataðu seg
sjálvar.
– Samstundis vórðu fleiri
hernaðarlógir settar í gild-
ið, sum eisini umfataðu
Føroyar, men vit vóru als
ikki eftirspurd.
Óhugsandi
Jóannes Eidesgaard sigur,
at tað, sum Fámjinsskjalið
staðfestir, er, at hereftir
skulu føroyingar takast við
uppá ráð, bæði hvat við-
víkur uttanríkis- og verju-
politikk, sum hevur við
føroysk áhugamál at gera.
– Tí er ein endurtøka av
Mjørkadali og Sornfelli
heilt avgjørt óhugsandi.
Samstundis
staðfestir
skjalið, at har ið føroysk
mál verða viðgjørd og um-
rødd,
skulu
føroyingar
sjálvir vera við.
Samstundis skulu føroy-
ingar vera við í øllum sam-
ráðingum við altjóða fe-
lagsskapir, sum vit vara av
og kunnu skriva undir hesir
sáttmálarnir.
– Sostatt er talan um ein
opinleika, sum ongantíð
hevur verið til staðar áður
og tað er eitt stórt framstig,
tí nú fáa vit fult innlit og
eisini møguleika at ávirka
gongdina í málum, sum
hava við Føroyar at gera.
Samstundis skulu øll skjøl
viðvíkjandi Føroyum,sum
vera latin donsku uttan-
landsnevndini,
eisini
sendast
føroysku
uttanlandsnevndini.
– Tað hevur eisini verið
talan um at niðurleggja
radarstøðina í Føroyum.
Men nú kann tað heldur
ikki gerast, uttan at taka
føroyingar við í viðgerðina.
Høgni
Hoydal
stúrir
eisini fyri, at gongdin í Før-
oyum fer at vera tann sama
í Føroyum, sum hon var í
Grønlandi, har hann sigur,
at ein líknandi avtala sum
Fámjinsskjalið,
varð
grundarlagið undir uttana-
ríkispolitisku
heimildar-
lógini, sum so nógv rok
hevur verið um.
– Tað hevur onki við
hvørt annað at gera. Fám-
jinsskjalið er ein avtala um,
hvussu vit skulu bera okk-
um at, tá ið mál viðvíkjandi
Føroyum eru til viðgerðar.
– Men vit arbeiða fram-
vegis fyri at fáa eina uttan-
ríkispolitiska lóg, tí vit
halda avgjørt, at tað er
neyðugt, at vit fáa størri
heimildir á hesum øki og
tað samráðast vit framvegis
um.
Fingu ikki alt
Kortini ásannar løgmaður,
at Fámjinsskjalið gevur
okkum ikki fullan avgerð-
arrætt á okkara uttanríkis-
politikki og okkara trygd-
arpolitikki.
– Tað kunnu vit ikki so
leingi, vit eru í ríkisfelags-
skapinum.Vit fáa ikki tikið
allan avgerðarrættin á før-
oyskar hendur, fyrrenn tann
dagin, vit hava tikið full-
veldi. Men í løtuni er støð-
an bara tann, at meirilutin
av Føroya fólki vil ikki
hava fullveldið.
– Og so hava vit tvinnar
kostir. Antin stinga vit
høvdið í sandin og krevja,
at antin fáa vit alt, ella
skulu vit vit onki hava og
so hanga vit framvegis føst
í gomlu støðuni, har vit eru
óvitandi um tað, sum fer
fram.
– Heldur Høgni Hoydal,
at hetta er ein nøktandi
støða, má tað standa fyri
hansara egnu rokning.
Jóannes Eidesgaard held-
ur ikki føroyska samfelagið
kann lata sær eina støðu
lynda at hava eina støðu,
har vit ganga í blindum.
– Vit hava ikki fingið alt,
men tað fáa vit ikki fyrrenn
vit hava fingið fullveldi.
Spurningurin er so um vit
bara skulu lata standa til,
ella vit skulu føra politikk
útfrá veruleikanum og fáa
so nógv burturúr sum gjør-
ligt undir veruleika, sum er
galdandi.
– Og tað er tað vit hava
gjørt, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Nú sleppa føroyingar við til borðs
Jóannes Eidesgaard og Per Stig Møller geva hvørjum øðrum hondina, eftir at hava undirskrivað Fámjinsskjalið. Løgmaður sigur, at Fámjinsskjalið er gjørt útfrá tí
veruleika, vit liva undir