Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 61 - 1. apríl 2005 Tað kom næstan sum ein bumba, tá Framtaksgrunn- urin beint fyri páskir boðaði frá, at Fiskavirking skal seljast í seinasta lagi í otober í ár. Harafturat boðaði tann nógv umrøddi grunnurin frá, at Fiskavirking skal seljast í einum. Tað merkir, at at einki einstakt virki kann seljast burturúr. Um hetta er rætt ella skeivt, er ikki lætt at siga, men vit fara at loyva okkum at seta nakrar spurning- ar við ætlanina hjá Framtaksgrunninum at selja øll virkini í einum. Um vit vilja hava eina reindyrkaða kapitalismu, so er ófrægasta loysnin at selja í einum. Tað verður bí- ligari hjá einum persóni, felagi ella íleggjara at keypa, tá alt verður selt í einum. Væl bíligari, kann hugsast. Nýggi eigarin kann eisini halda kappingarneytar burtur. Hann kemur í eina líknandi monopolstøðu, sum Fiskavirking mangan er skuldsett fyri at hava. Harafturat kann nýggi eigarin avgera at hava tvey, trý ella kanska fýra virkin opin. Hini letur hann aftur, tí tað loysir seg best fíggjarliga. Og hann hevur eingi samfelagslig áhugamál at taka. Latum okkum hugsa okkum ta framtíðarmyndina, at tað loysir seg best at hava virkini í miðøkinum op- in, tí tað er biligast og undirstøðukervið er frægast. Tað merkir, at virksemið heldur fram á Toftum, í Saltangará, í Havnni og kanska í Vestmanna. Hvussu verður so við virkjunum í Miðvági, í Vági og á Tvøroyri, sum er rættiliga niðurgerva seinastu árini? Letur nýggi eigarin tey standa óvirkin? Og letur vera við at selja tey, tí tað kann skapa eina óynskta kapping? Vit spyrja bara Latum okkum venda 180 stig og hugsa okkum ta støðuna, at Framtaksgrunnurin avgjørdi ikki at selja virkini undir einum. Men hvørt sær ella í bólkum, um tað hevði verið natúrligt. Høvdu vit ikki tá upplivað, at lokalar kreftir tóku seg saman, spílaðu seg út og bjóðaðu upp á virkini? Kanska saman við onkrum íleggjarafelag. Hevði ein slík tilgongd ikki skapt størri dynamikk? Betri hjartasláttur í fría vinnulív- inum? Harafturat kann hugsast, at ein slík tilgongd hevði óivað verið meira samfelagsgagnlig! Og hon hevði so avgjørt verið meira gagnlig fyri lokalsamfelagið. Móti hesum kann sjálvandi sigast, at Fiskavirking er í dag eitt konsept - ein eind við einum ávísum virkisbygnaði við so og so nógvum virkjum, sum virka tær og rær vørurnar, og at tað tí er skilaleyst at liða Fiskavirking sundur. Men ein slík grundgeving heldur ikki, tí neyvan høvdu nýggir eigarar bygt virkini umaftur, eftir at tey flestu eru nútímansgjørd. Onkur fyrimundur er kanska at selja í einum, men tað eru sanniliga eisini vansar. Vit hava víst á á nakrar og sett nøkur spurnartekin. Men einki er at ivast í, at fyri lokalsamfelagið og útjaðaran hevði verið frægast ikki selt Fiskavirking sum ein pakka. DAGSINS MEINING Sosialurin Fiskavirking - frá al- menum monopoli til privat monopol? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hvat ger FSF nú? Formula-kappingin, sjónleikarar, sjón- bandaupptøkur og præcedens Árni Vang, Tórshavn Ja so byrjaði Formula- kappingin 2. páskadag. Nógv høvdu glett seg, at fótbólturin aftur fór á rull, og 1. umfar gav okkum nøkur yvirraskilsir. Fyri onkran jalig meðan fyri onnur neilig, men fyri meg var tað serliga tvær støður, ið skuffaðu meg sera nógv. Eg rokni heldur ikki við at stjórarnir á Stiðjagøtu vóru so glaðir fyri at síggja at teir ikki bert høvdu skrivað undir sponsor-sáttmála við FSF, men eisini eisini Tjóð- pall Føroya. Hvat meini eg við? Ja her hugsi eg um dystin millum GÍ og EB/STR og B36 og NSÍ. Hvat leikarin hjá EB/STR og leikarin hjá B36 hugs- aðu, er ikki lætt at vita, men mær vitandi havi eg ongan- tíð vita um, at fótbóltsleik- arar nýta fótbóltin sum eitt „springbretti" til Holly- wood. Men tað vil eg nú ikki vóna at teir báðir leik- arnir royna, og tit vita báðir hvørjir tit eru, tí so rokni eg bert við at teir fáa leiklut í onkrum „farce" filmi. Ja, so ússaligt var tað at síggja teir á vøllinum, og sjálvur haldi eg, at tit báðir skuldu skammað tykkum, og eg eri sera glaður fyri at SvF vísir hasar báðar støðurnar, tí so vita vit, og dómarnir, hvat vit kunnu vænta av tykkum á einum fótbóltsvølli. Kanska burdu leikarnir báðir komnir í næsta 3-2 og greitt okkum frá, hvar skaðin er, og hvussu ringt teir hava havt við at vant hesa vikuna. Tað sá nú sera álvarsligt út á 3-2 Hvat fer FSF at gera við teir báðar leikarnar? Bjarki Mohr hevur verið ein av for- sprákarum at brúka sjón- bandaupptøkur, um illgruni er um nakað er farið fram, ið ikki skal. Her er so møgu- leikin FSF og Bjarki. Eisini at seta PRÆCEDENS (komi aftur til tað seinni, hví eg brúki orðið PRÆCEDENS) Tá ið Bjarki Mohr kom í FSF, so legði hann nøkur kort á borði, og sjálvur var eg sera glaður fyri at hoyra at onkur tordi at seta seg ímóti teimum „stóru" í lítla fót- bólts-Føroyum. Gott at nýggjar kreftir koma í FSF og seta nøkur „ting uppá pláss". Eitt heraklapp til tín Bjarki. MEN!!! Í kvøld, mikukvøld 30. apríl, las eg í Sosialinum og Dimmalætting um at KÍ og B36 hava nýtt ólógligar leik- arar. Hvat er so responsurin hjá FSF? Ja Bjarki Mohr sigur at feløgini hava gjørt eitt umsitingarligt mistak og skulu revsast umsitingarliga. Tað má nok verða ein bót. Men at geva B36 og KÍ eina bót er láturligt. Tey bæði feløgini, við HB, hava so nógv tað størsta fíggjarliga baklandi her í Føroyum. Tað er tað sama sum at geva Chelsea eina bót á 1 millión, fyri hvat Mourinho hevur sagt um Anders Frisk. Sjálvandi eisini láturligt. Kundi hugsa mær at bótin til KÍ og B36 verður uml. 10.000 Tað kundi ikki frøtt tey bæði feløgini meir at sloppi so lætt. At revsa feløgini við einari bót er einki annað enn sera niðurgerandi fyri Skála og Fram, og fótbólts- føroyum sum heild. Hvat høvdu B36 og KÍ sagt um Skála og Fram høvdu nýtt ólógligar leikarar og vunn- ið dystirnar? Høvdu tey góðtikið at FSF bara revs- aði tey við eini bót? Nei, tað rokni eg ikki við at nak- ar her í Føroyum trýr uppá, ei heldur viðhaldsfólk hjá KÍ og B36. Stuttligt at vita hvat Norð- lýsið skrivar um hettar. Eingin ivi í at Norðlýsið fer at krevja at KÍ skal koyrast úr steypakappingini. Rokni eisini við at í næstu leikskrá hjá B36 fer uttan iva standa eitt krav um at felagið fer úr steypakappingini Men aftur til orði PRÆ- CEDENS. Tað orðið brúkti Bjarki Mohr í Sosialinum í kvøld. Men hevur tú hugsa um at tú kanska setur præcedens fyri at feløgini ikki fara at fáa pappírini á pláss, tí tey kunnu bara „gloyma tað"? Nei brúka nú præcedens á tann rætta háttin og gev fót- bólts-føroyum greið boð at spælaraloyvi skulu vera á pláss. Hvørki KÍ ella B36, heldur nakað annað felag í Føroyum, hava nakran um- skylning fyri hesum, tí hesi feløgini hava skriva sáttmál- ar við leikarar, og leikarar hava flutt úr øðrum feløgum til hesi feløg í fleiri ár. Tey kenna mannagongdina FSF!!! Ja hvat fer so FSF nú at gera? Ja tað eri eg sera spentur at vita. Tað kann nú vera at nýggju kreftirnar í FSF fara at vísa feløgum at tað eru komnir „aðrir bollar í suppuna", og óskil, ja tað er einki annað enn amatør- óskil í tí KÍ og B36 hava gjørt, als ikki verður góðtikið. Grein 13 til 16 í lógum FSF´s stendur heilt greitt at øll pappírir skulu vera í lagið. Eisini segði Bjarki Mohr at UEFA onkuntíð hevði givið feløgum bót, um tað sama var hent har. Tað hevði hann so frætt. Men Sosialurin hevði tosað við pressustjóran hjá UEFA, Frits Ahlstrøm, og har var støðan greið. Eru pappírini ikki í lagið, so tapir liðið dystin 3-0. Og vit vilja líkjast teimum „stóru" tá tað kemur til fótbólt. Størri enn UEFA verður tað so ikki FSF!!! Eg ivist onga løtu í at leikarnir hjá B36 og KÍ ikki hava vita at loyvini ikki vóru komin á pláss, men tað hevur einki við sakina at gera. Set nú præcedens FSF, men tann rætta vegin. Til Terja Nielsen á Sosi- alinum. Dámdi væl at tú hevði gjørt nakað við hettar mál, og eisini tosa við UEFA, men hvat við at tosa við ein Fram leikara? Heð- in á Lakjuni fer sjálvandi aldrin at siga at KÍ skal koyrast úr kappingini. Tað hevði eg sjálvur ikki gjørt um eg stóð í hansara støðu. Nú verður eisini stuttligt at vita hvat Skála og Fram fara at gera við hettar. Míni ráð eru at tit skulu gera alt fyri at lógirnar verða fylgd- ar, og bara tí at tað eru „ris- ar" í føroyskum fótbólti, so skulu tit ikki lata tykkum lynda við at tað bert var ein umsitingarligur feilur, og tí skal tað revsast við bót. Tað er ikki fýrakanta at krevja at tit vinna dystirnar. Set PRÆCEDENS bæði tá tað kemur til sjónleikarar og fusk/líkasæla tá tað kemur til at hava øll loyvir á pláss!!!