fríggjadagur 1. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 61 - 1. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ára føðingardagur
1. apríl verður Gunhild Joensen í Nólsoy 80 ár.
Dagurin verður hildin í Roynarhúsinum frá kl.
15.00-19.00.
85 ára føðingardagur
Leygardagin 2. apríl fyllir John C. Johannesen,
Tórshavn, 85 ár. Hann verður at hitta í heiminum
Dalatún 8, frá kl. 15.00-19.00.
TÍÐINDASKRIV
Bileftirlitið hevur latið
politistøðunum
kring
landið 410 mál um veg-
skattaeftirstøður, til at
taka nummarspjøldrini
av akførum, sum enn
ikki hava goldið veg-
skatt fyri fyrra hálvár
2005.
Kann bileigarin ikki
vísa fram kvittan fyri
goldna vegskattaeftir-
støðu, verða nummar-
spjøldrini tikin av bilin-
um.
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 1. februar kl.
16 til 18 letur ein framsýn-
ing við verkum hjá Bárður
Jákupsson upp í Galerie
Focus í Gríms Kambans-
gøtu 20 í Havn. Við á fram-
sýningini eru 20 málningar
og 10 akvarellir. Bárður
Jákupsson hevur verið sera
virkin, at skriva greinar og
bøkur um føroyska list og
soleiðis gjørt føroyska list
kenda í útlondum.
Í bókini "Myndlist í Før-
oyum 2000", sigur Peter
Michael Hornung um Bárð
Jákupsson:
Málningalist
hansara kenst av einum
hugburði til litir, ið er
knýttur at vøkstri og grøði í
teirri sansaðu náttúruni, og
fríari og rytmiskt livandi
pensilsskrift, sum - stílist-
iskt og grafologiskt - eyð-
kennir bæði listamansins
mensku megi og fína musi-
kalitet. At kalla Bárð Ják-
upsson abstraktan hevði
verið tað sama sum at av-
dúkað tørvandi kunnleika
til teir náttúrurunnu formar
og litir, ið umgeva hann í
gerandisdegnum, og sum
staðiliga
geva
honum
íblástur, sjálvt tá ið hann
hevur teir ikki fyri eygun-
um í málaraverkstaðnum,
framman fyri myndafótin-
um. Og at rópt hann
modernist hevði verið at
skúgvað til viks hansara
samskifti við málningsins
ástøðiligu framburðsmøgu-
leikar.
Bárður Jákupsson er eks-
pressionistur eftir náttúr-
unnar treytum, og hann
kennir sum fáur møguleik-
an hjá pensilsstrokunum til
at tala við kalligrafiskum
máli, til bæði at sleppa tí
gamla heiminum og avdúka
ein nýggjan. Tvey sløg av
náttúru møtast í listini hjá
Bárði Jákupssyni: máln-
ingsins náttúra - og Føroya,
og tær eru felags um at vera
í sterkari rørslu og støð-
ugari broyting.
Framsýningin verður op-
in til 15. apríl, týsdag til
fríggjadag kl. 14 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Bárður Jákupsson í Galerie Focus
410 mál um veg-
skattaeftirstøður
12. mars í 1980 fekk William Heinesen (1900-
1991) handað heiðurstekin handað frá
táverandi borgarstjóranum í Havn, Petur C.
Christiansen, í sambandi við at hann av
Tórshavnar býráð varð útnevndur til
heiðursborgara.
Fyri 25 árum síðan:
William Heinesen heiðursborgari í 1980
William Heinesen fær handað heiðurstekin frá borgarstjóranum í Havn, Petur C. Christiansen
Kelda: Árið ið fór 1980
www.sosialurin.fo