fríggjadagur 1. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 1. apríl 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Øllum, sum vitjaðu meg og á annan hátt
góvu mær gætur á mínum 80 ára
føðingardegi, takki eg hjartaliga.
Takk fyri hugnaliga løtu í mínum heimi og
fyri gávur og telegrammir og góðynskir.
Av sonnum: Mjúkligt lot í setandi sól.
Vinarliga
Heri Mohr
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Eliesar Magnussen
Vágur
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til sambýlið í Vági.
Eisini ein takk til tykkum, ið fylgdu honum til hvíldar.
Familjunnar vegna
Mia
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið
Janus Johansen
í Skúlanum, Kollafirði
andaðist og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Begga, Osvald, Finbogi, Hervør og Trygvi
Á aðalfundi hjá Føroya
Sílaveiðufelag mikudagin
30. mars varð 80 ára gamla
Sofía Jacobsen í Havn
heiðrað við blómum og
heiðursprógvi.
Siðvenja er, at tá virknir
limir í Føroya Sílaveiðufe-
lag hava fylt 80 ár, verða
teir heiðraðir av felgnum
og fáa frían limaskap og
frítt at fiska hjá felagnum.
"Vit í felagnum, sum
nýta møguleikan at fiska
við Leynavatn, gleða okk-
um til aftur í summar at
fiska saman við Sofíu, og
síggja hvussu hon gleðist í
hesum frítíðarítrivi. Vit
ynskja henni nógv góð ár
afturat við tráuni og alt tað
besta í framtíðini", sigur
Johan Svensson, formaður í
Føroya Sílaveiðufelag.
Sofía Jacobsen heiðrað
av Føroya Sílaveiðufelag
Mánadagin 4. apríl
verður John Rasmus-
sen á Strondum 70
ár. John er sonur Da-
vinu, ættað niðri við
Rætt á Toftum og
Andrias Fredrik Ras-
mussen (Dia) úti á
Ytru Trøð á Strond-
um. Dia var skipari
og sigldi m.a. við
Gunnhild undir kríg-
num. Eisini var hann
bátasmiður, og hevði
hann bátastøðina á
Strondum í nógv ár.
John er elstur av 5
systkjum. Hann og
yngsti beiggin Jeffrei
eru teir einastu av
systkjunum, sum enn
búgva á Strondum.
Kamma og Sámal eru
búsitandi í Íslandi, og
Símun býr í Dan-
mark.
Pápi møtti mammu, ið er dóttir
Fridu og Anton Bernhard (Benni)
Hansen Norðragøtu, í Tórshavn,
meðan hann lærdi. Tey blivu vígd í
Sjóvar kirkju tann 30. mai 1955, og
búðsettust á Strondum. So tann 30.
mai í ár verður gullbrúdleyp, har
tey bæði Margit og John ætla at há-
tíðarhalda dagin, tann 28. mai í
bygdarhúsinum á Strondum. Tey
fingu 4 børn, Anton, Andras, Jón-
fríð og Marjun, sum vuksu upp í
einum tryggum og góðum heimi. Í
1988 vórðu tey úti fyri stórari sorg,
tá ið elsti beiggi okkara Anton, so
brádliga var tikin frá okkum.
14 ára gamal fór pápi okkara í
læru sum elektrikkari hjá Asbjørn
Skarðhamar í Tórshavn, og her
varð hann útlærdur í 1954. Eftir
hetta arbeiddi hann í Heiðunum
sum sveinur í 2 ár við húsa-
isolatión. Í februar1957 tók hann
prógv sum installatørur á Sønder-
borg Installatørskúla.
Heimafturkomin
arbeiddi hann aftur í
Heiðunum, til hann
fór til skips. Skip, ið
hann hevur siglt við
kunnu
nevnast,
"Tinganes", "Lamba-
nes", og í Íslandi við
"Myggur" úr Vest-
mannaoyggjunum.
Áðrenn byrjað var
sum
sjálvstøðugur
vinnurekandi,
var
hann eitt tíðarskeið á
Skála Skipasmiðju.
Í oktober 1965
byrjaði hann at ar-
beiða sjálvstøðugt,
og hevur hann ígjøg-
num tíðina havt fleiri
lærlingar. Tá hann
hevði mest arbeiði,
vóru 18 mans í ar-
beiði. So tann 1. ok-
tober í ár kann hann
hátíðarhalda 40 áradagin við egn-
um virki.
Góði pápi. Vit vilja ynskja tær
hjartaliga tillukku við degnum.
Takk fyri alt tú hevur verið og er
fyri okkum. Vónandi fáa vit nógv
góð ár afturat saman.
Heilsan
Andras, Jónfríð og
Marjun við familju
John Rasmussen á Strondum 70 ár
80 ára gamla Sofía Jacobsen fekk blómur og heiðursprógv handað av Johan Svensson, sum
formanni í Føroya Sílaveiðufelag
Mynd: Andrias Joensen