fríggjadagur 1. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 61 - 1. apríl 2005
Fríggjadagin 11. mars
2005 var móttøka hjá
MBM í sambandi við
at fyritøkan flutti inn
í nýggjan høvuðs-
bygning í Hoyvík, og
1. apríl eru liðin 25 ár
síðan føroyski brúk-
arin fyrstu ferð kundi
keypa mjólk frá MBM
FYRITØKA
Lagt til rættis:
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hóast vánaligt veður og
kavarok komu komu nógv
fólk til móttøkuna í sam-
band við at MBM vóru
fluttir inn í nýggjan høvuðs-
bygning í Hoyvík, og at 25
ár liðin síðan MBM byrjaði
framleiðslu sína. Nógvar
gávur, blómur og góðynski
komu í sambandi við mót-
tøkuna.
MBM er eitt lutafelag,
sum varð stovnað tann 25.
oktober 1977 undir navnin-
um Mjólkarvirki Búnaðar-
manna. Navnið varð síðan
broytt til Meginfelag Bún-
aðarmanna, stytt MBM.
MBM var eina tíð í fýra
deildum: tveimum fram-
leiðsludeildum og tveimum
innkeyps-, sølu- og tænastu-
deildum. Harafturat kemur
leiðsla og marknaðarføring.
Mjólkarframleiðarar
eru
lutaeigarar í felagnum, men
hóast felagið er lutafelag, er
tað rikið sum eitt partafelag.
Munurin er helst eigaravið-
urskiftini, at bert mjólkar-
framleiðarar kunnu eiga
lut/part í felagnum og tá
eftir mjólkarnøgd/kvotu.
Mjólkarvirkið
Mjólkarvirkið í Hoyvík var
byrjanarskotið til Meginfel-
ag Búnaðarmanna. Tað fór
undir at framleiða tann 1.
apríl 1980. Mjólk, sum
dagliga verður framleidd,
fer til drekkimjólk og til
ymiskar mjólkarúrdráttir.
Síðan Mjólkarvirkið byrj-
aði, er úrvalið vaksið nógv
og veksur alsamt.
Í 1997 varð ein útbygging
gjørd, sum tvífaldaði gólv-
víddina og framleiðslu-
orkuna.
Í byrjan av 90 árunum var
málsetningurin við sjálv-
bjargni við drekkimjólk
náddur. Hetta førdi við sær,
at neyðugt var at áseta
framleiðslukvotur, soleiðis
at framleiðsla, søla og
nýtsla kom at samsvara.
Mjólkarvirkið
verður
dagført so hvørt við atliti at
vørumenning, eins og á
teknisku síðuni. Virkið er
ISO 9001:2000 góðkent og
hevur egna starvsstovu sum
kannar mjólkina – rávøru
sum framleiðsluvørur fyri
bakteriologiska og inni-
haldsliga góðsku, antibio-
tika v.m. og fremur eitt sera
strangt innaneftirlit.
MBM-Fóður
Í 1987 fór MBM undir at
keypa og selja kraftfóður,
handilstøð o.a. til landbún-
aðin. MBM-Fóður hevði
leingi heimstað á bryggjuni
í Kollafirði, men eisini var
fóðursøla á Mjólkarvirkin-
um í Hoyvík og hjá ymisk-
um umboðum kring landið.
Eisini var og er handlað við
amboðum og útgerð til
húsdjórahald.
Í januar 2003 brendi fóð-
urbygningurin í Kollafirði í
grund og eftir brunan hús-
aðist deildin á Búnaðar-
deplinum í Kollafirði í tvey
ár.
MBM-Kjøt
1. januar 1997 varð MBM-
Kjøt sett á stovn. MBM
keypti eitt flakavirki í Hós-
vík, sum varð umbygt til
sláturvirki.
MBM-Kjøt
hevði til endamáls at fletta
neyt frá bóndum, flokka,
viðgera og selja, – harum-
framt at flyta inn og virka
kjøt, tá ið tørvur var á tí. Í
1999 varð deildin útbygd til
at góðska og pakka kjøt-
vørur til handlar. Sølu- og
útbýtissamvinna var við PM
Heilsølu.
Orsakað av harðari kapp-
ing við innfluttar vørur, um-
framt at virkið bert fekk um
50 prosent av føroysku
neytunum at fletta, gekk
ikki sum ætlað. Deildin
varð tí niðurløgd í januar
2003 og bygningurin seldur.
Sølu og
tænustudeildin
Í 1994 fór Sølu og tænustu-
deildin til verka. Deildin
hevur til endamáls at reka
verkstað, veita tænastu og
hava eftirlit við mjólkarút-
búnaði og keypi og sølu av
maskinum og nýtsluvørum
til landbúnaðin. Ein partur
av arbeiðinum hjá deildini
er at umvæla innanvirkis,
bilar og tól. Deildin hevur
heimstað á Búnaðardeplin-
um í Kollafirði.
Tá ið fóðurbygningurin
brendi, varð farið undir
fyrireikingar til nýbygging
við Mjólkarvirkið í Hoyvík
og at savna fyritøkuna á
einum stað. Bygt varð hús í
trimum hæddum, har tann
fyrsta hæddin er fóður-
goymsla, onnur hæddin
móttøka, handil og sølu-
deild, og í ovastu hædd
teknisk goymsla, skrivstov-
ur og umsiting.
Samstundis vóru Fóður-
deild og Søla & Tænasta
løgd saman í eina deild und-
ir navninum MBM- Búrøkt,
og sostatt hevur felagið í
dag tvær deildir - Fram-
leiðsludeild og Søludeild. Í
2004 lá søluinntøkan hjá
MBM um 100 mió. kr.
Mjólkarvirkið tók í 2004
ímóti 7589 tonsum av mjólk
frá 57 mjólkarframleiðar-
um.
Aðalfundurin
Friggjadagin 11. mars 2005
var eisini aðalfundur hjá
Meginfelag Búnaðarmanna.
Hesaferð var aðalfundurin
hildin á Hotel Føroyum, og
vóru umleið 80 fólk á
aðalfundi. Roknskapur fyri
árið 2004 vísti kr. 2,75 mió.
í avlopi eftir rentur og av-
skrivingar.
Nevndin í dag sær soleið-
is út: Poul Klementsen,
Sandur, formaður, Niels
Absalonsen,
Viðareiði,
næstformaður, Rólvur Djur-
huus, Kollafjørður, Jákup
Pauli í Eyðansstovu, Sanda-
vágur, og Jógvan Eides-
gaard, Eiði.
Stjóri er Eirikur Thor-
valdsson, Vestmanna. Eirik-
ur, ið er íslendingur, kom til
Føroya sum konsulentur hjá
MBM í 1978, og hann hev-
ur verið stjóri øll árini.
MBM framleitt mjólk og m
Nýggi bygningurin hjá MBM í Hoyvík
Fyrsti tangabilurin hjá MBM. Ein Mercedes-Benz frá 1980
Eirikur Thorvaldsson stjóri á MBM og Poul Klementsen, nevndarformaður