Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 2005síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 62 - 2. apríl 2005 PRUTL TIL SØLU Hero Gizmo electronic ks. 2 ár til sølu fyri uml. 6.000 kr. Tlf. 212504 DREINGJASÚKKLA TIL SØLU 20" dreingjasúkkla av slagnum Maruishi til sølu fyri 1.400 (1/2 nýprísur). Súkklan sum er knapt 2 ár, er lítiðog onki brúkt - sær út sum nýggj. Tlf. 448608/218608 KONDISÚKKLA Kettler Topas kondisúkkla, lítið brúkt, til sølu. Tlf. 752165 SKUTARI TIL SØLU Honda X8R skutari, 2 ára gamal, til sølu fyri 15.000 kr. Nýprísur 25.000 kr. Tlf. 252852 TIL SØLU Ein puch maxi til sølu fyri 3000 kr er í góðum standi Tlf. 561104 TIL SØLU Ein Yamaha fs1 til sølu fyri 8000 kr er í góðum standi Tlf: 561104 GENTUSÚKLA Við kurv »Vinter«, til sølu. Tlf. 311902 ella 227513 Teldur PC FIX IT Bjóðar TELDU-VIÐGERÐ – fyri lágan prís. Ring 212529 og fá meira at vita PC-SPÆL Wordtris, tað gamla spælið Tetris við kvittan og orginal pakning og manuali, til sølu. (Hvat vilt tú geva?). Tlf. +45 86448627/+45 26747474, DK BLEKK PATRÓN tilHP 350i og HP350CBi, printari, óbrúkt. Til søluf yri 250 kr. Tlf. +45 86448627/+45 26747474 DK TIL SØLU PowerMac 6400 við 15" skermi og nógvum forritum/spølum til sølu fyri 1000 kr. Tlf. 315491 eftir kl 17:00 FARTELDA TIL SØLU AMD ATHLON 64 Mobile 3400+, 1024 mb DDR Ram , 80 GB Hardisk , Combo DVD - Brennari & CD - Brennari, 64 MB Grafik Kort GEFORCE 440 GO. Tráleyst netkort , 10/100 Lan & 56 K Modem. 5 í 1 Kortlesari & Firewire Port. 15,4'' TFT Widescreen Skerm. Windows XP & WORKS. Ymiskt tilhoyr fylgir vid + manualir og cd´ir. Til sølu fyri 11000 kr. Teldan er 1 mán. gomul. Tlf. 226743 GAMEBOY SPØL Lítil taska við GameBoy-spølum funnin á V.U. Hammerhaimbsgøtu. Ring Tlf. 315661 Tónleikur TIL SØLU Eitt Philips philicorde auto-magic el. orgul bíliga til sølu. Tlf. 258931 PUMPUORGUL Vakurt útskorið pumpuorgul við 2 messingljósastakum. Allir tangentar virka, men orglið má helst stemmast. Er uml 1,5 m breitt og tekur seg væl út sum stovumøbul. Ring 322120 - 522120 TIL SØLU Pioneer GM-X944 forsterkari, til bil stereo, til sølu fyri 2000 kr. Ein Sony MiniDisk Changer MDX-65, til bil stereo, pláss til 6 MD. Til sølu fyri 300 kr. Tlf 222067 GUITARI Guitari El: kopi Gibson Les Paul 1.500,- kr. Tlf. 272908 PLÁTUSPÆLARAR Professionellir Vestax DJ plátuspælarar til sølu um hóskandi boð fæst. Mynd: http://www.scavino.it/vestax_pdx20 00_dett.htm Til sølu vegna keyp av størri útgerð. Pætur Magnussen, tlf. 507102 BRÚKT KLAVER YNSKIST Eitt brúkt men gott klaver ynskist bíliga/rímuliga til keyps. Ringið 211820 TIL SØLU Ein EG 112 el-guitar til sølu fyri 2.000 kr. við øllum møguligum tilhoyri. Ring nú Tlf. 443167 ella 269315 Ymiskt POOLBORÐ YNSKIST Eitt pool- ella billardborð ynskist til keyps. Ring 217760 BÍLIGA TIL SØLU Ferðaseðil fyri tvey aftur og fram Tórshavn-Hanstholm við Norrønu við bili í 2-koyggjukamari við WC/bað. Fráferð úr Tórshavn 5. mai. Heimkoma úr Hanstholm 21. mai. Tlf. 216147 TIL SØLU Eitt babyliss solarium til sølu fyri 500 kr. Tlf. 441146/258931 TOMTOM NAVIGATOR 3 TIL SØLU GPS antenna og program til skandinavia. Passar til flestu Pocket PC. 1.400 kr. Tlf. 265888 FRYSTIBINGJA 40 fót frystibingja bíliga til sølu. Brúktur til matgoymslu á Zarepta. Tlf. 215290 BATTARÍ UPPLADARI Energizer, óbrúktur til 3 ymiskar støddir. Við kvittan og manuali. Fyllir einki. Kostnaði 661,- kr. sum nýggj. Til sølu fyri 400,- kr. Tlf. +45 86448627/+45 26747474, DK FAMILJUDAGUR verður í Argja skúla leygardagin 2. apríl frá kl. 11. Øll eru vælkomin. Pony-ríðing, loppumarknaður, køku- mattombola, kaffi og kakur v.m. 6b REYÐI KROSSUR FØROYA/KEYPSSAMTØKURN AR Klædnainnsavnan verður leygardagin 9. apríl kl. 10.00-14.00 við allar keypssamtøkurnar og í húsum okkara í Vágsbotni 9, Havn. Vit taka ímóti: heilum, reinum og hampuligum klæðum, skóm, sum lítið slit sæst á, smálutum til loppumarknað og sekkjum við slitnum seingjarklæðum úr 100% bumull, merktir »til klútar«. Tað, sum skal út av landinum, má hava frámerki. Reyði Krossur Føroya tlf. 319630/315106 INNIHURÐ Innhurð einkult við rútum/sprossum ynskist til keyps. Tlf. 515735-315735 TIL SØLU Kort terminalur, point, S3000 til sølu fyri 1.500,- kr. Bon-printari til sølu fyri 1.000,- kr. Kassaskuffa til sølu fyri 900 kr. Tlf. 522494 BYRSA TIL SØLU Gomul byrsa antik við hana til sølu. Áhugað kunnu ringja tlf. 503249 BRANDSKÁP TIL SØLU Ein Jøli eldri brandboks antik. Høgt 110 cm. til sølu. Tlf. 503249 TIL SØLU FYRI 350,- KR Buzz lightyear, Tony Hawk, Græsrødderne til ps1. Lord of the rings til pc. Tintin og hajsøen dvd. Tombraider til pc. Tlf. 310280 TAKSTEINUR TIL SØLU 24 fermetrar av glaseraðum taksteini til sølu. Nýprísur 800 kr. fermeturin. Hevur hetta tín áhuga, gev eitt gott boð. Tlf. 424116/724116 MYNTIR Er tað nakar, sum hevur myntir, sum man brúkar, tá man spælir Poker ella Black Jack ella annað, so ring 270802 ella 456787 TIL SØLU (Sharp Vision), Sharp video kanon, LCD Projector wide lens 128 mm. input, scart, phono og s-video til sølu fyri 10.000 kr. Tlf. 255569 INNHURÐAR Góðar brúktar innhurðar við karmi (3-4 stk.) ynskjast til keyps. Tlf. 448608/218608 DORO TELEFON til sølu. Grá og í góðum standi, til at hanga á vegg. Brúkt umleið í 6 mánaðir. Tlf. 273627 SONY DIKTAFON til sølu fyri 300 kr. Sera lítil, passar í ein lumma. Hevur 3upptøkuinn- stillingar, gott til upptøku av fund- um, samrøðum o.a. Upptøkuband fylgir við. Tlf. 273627 DVD FILMAR til sølu sera bíliga, havi umleið 40. Filmar sum Pretty woman, Lord of the Rings og aðrir við leikarum sum Eddie Murphy, John Candy, Mel Brooks, Steve Martin, Morgan Freeman, Ben Affleck osv. Tlf. 273627 SÓL TIL SØLU VWE Sunstream dupult solarium til sølu. Tlf. 752165 TYGUM sum tann 21. mars ímillum kl. 17.30 og 18.45 niðanfyri kapellið á Landssjúkrahúsinum rendi á vinstra forskerm á einum grønum Mazda 323, verða vinarliga biðin um at boða frá á tlf. 270191 ella 317496 OLIETANK ønskes på 1200 l. må være i orden 100%. Tlf. 315713 FJARSTÝRDUR UNDIRVATNSBÁTUR 1 m. langur, fungerar perfekt. Dykkar og klárar at siglas 1 tíma uppá eina lading. 3 akkumolatorar fylgja við! Søluprísur 3.500 kr. Tlf. 214163 FJARSTÝRDUR skjóttgangandi bátur við nitromotori 2.5 ccm selist uttan fjarstýring. Søluprísur 1800 kr. Tlf. 214163 VIRKIN HANDVERKSFÓLK ! Mikudagin 6. apríl kl. 19.30 verður fundur í Samljóð í Skopun um "Kanning av føroyskum hand- og listhandverki í Føroyum". Stigtakari: Føroya Heimavirkisfelag, fundarleið- arar: Randi S. Vang og Jónhild Jo- hannessen Heimildarfólk í økinum: Anni Jacobsen, tlf. 361666 TIL SØLU 5Mpix digitalt myndatól Canon Powershot A95 til sølu fyri 2300 kr. Myndatólið er nýtt og óbrúkt. Nýprísur 3995kr. Tlf. 506510 BÁTAFELAGIÐ Á TOFTUM Limatekning liggur frammi hjá hjá Pidda, Kioskini og Føroya Banka. Limagjald :kr 100.00. Tiltøk: Bátafestivalur 05 verður 7 maj 2005. RUMENIA-HJÁLPIN Vegna plásstrot verður ikki tikið ímóti fleiri lutum og klæðum fyrrenn í mai mánaði. Um nakar liggur inni við tógvrestum eru tey vælkomin at lata tað inn. Absalon LOPPUMARKNA INNSAMLING Vit samlað til nýtt neyst og nýggjan bát og vilja tí heita á tykkum um at hjálpa okkum við at samla inn til loppumarknað. Øll ting, stór og smá, hava áhuga. Tit ringja, vit avheinta tað. Róðrafelagið Knørrur. Tlf. 310055 ella 250118 HEKKUR Alaskapílur uml. 25 cm, uml. 3 ár, til sølu. Tlf. 315525 ella 515525 TIL SØLU Medion Digital Kamera 6,36 mp 3 optisk, 7 digital zoom, film klip við ljóð. 128 mb sd-kort , 2" farvu skerm.Usb kápil og til sjónvarp, ladari, taska til kamera, manual og cd. 1 mán. gamalt og sera lítið brúkt, tekur góðar myndir. Prísuppskot 2900 kr. Tlf. 226743 Gjaldstovan biður í hesum døgum veitarar um tænastutilboð um eina millumstøð, ið elektróniskt skal taka ímóti rokningum frá veitarum og senda tær haðani til tað almenna ROKNINGARDEPIL Tíðindaskriv frá Føroya Gjaldstovu: Fíggjarmálaráðið heldur, at tað almenna í framtíðini eigur at taka elektróniskt ímóti rokningum og ikki sum nú á pappíri. Gongst, sum ætlað, hjá Fíggjar- málaráðnum, verður tað skjótt eitt lógarkrav, at tað almenna bert skal taka ímóti rokningum, sum verða sendar elektróniskt. Men fortreytin fyri hes- um er m.a. tann, at onkur er fúsur at bjóða hesa tænastu: at taka ímóti rokningum elektróniskt frá veitarum og senda tær haðani elek- tróniskt til tað almenna. Grundarlagið fyri eini loysn Fíggjarmálaráðið hevur latið gjaldstovuni upp í hendi at standa fyri eini munadyggari loysn av rokningaviðgerðini hjá tí almenna. Gjaldstovan hevur frammanundan sett í verk eina verkgongdarskipan (workflow), sum stýrir rokningaviðgerðini hjá landinum. Hetta fer fram á tann hátt, at rokningar fyri vørur og tænastur til tað almenna verða ljóslisnar (skannað- ar) á gjaldstovuni. Hin part- urin av tilgongdini er stýrd- ur elektróniskt. Hetta hevur skapt eina nógv munadygg- ari viðgerð, sum longu hev- ur lønt seg væl hjá tí al- menna. Enn vantar tó tann part- urin, at tað almenna kann taka ímóti rokningunum elektróniskt, so sloppið verður undan at ljóslesa tær. Rokningadepil - ein millumstøð Gjaldstovan biður tí í hes- um døgum veitarar um tænastutilboð um eina mill- umstøð, sum elektróniskt skal taka ímóti rokningum frá veitarum og senda tær haðani til tað almenna. Gjaldstovan hevur gjørt tilboðstilfar, ið m.a. fevnir um tey krøv, ynski og vav, ein tílík millumstaðartæn- asta skal hava. Millumstøð- in verður nevnd rokninga- depil, av tí, at har verða rokningar o.a. savnað og býtt út. Nógvir fyrimunir Fyri tað almenna ber ein tílíkur rokningadepil við sær skjótari avgreiðslu, og at skrásetingarnar verða betur dagførdar og rættari, av tí at sloppið tá verður undan mistøkum, ið stand- ast av menniskjaávum. Fyri veitarar av vørum og tænastum ber rokninga- depilin við sær, at útreiðsl- ur til prent, brævbjálvar og postgjøld verða burtur, at avgreiðslutíðin verður styttri, og at øll kapital- binding møguliga minkar, av tí at viðgerðin verður skjótari framd. Tílíkt teldusamskifti ber somuleiðis við sær, at ver- andi arbeiðsmegi kann verða tøk til aðrar krevjandi uppgávur. Við hesi stevnu koma Føroyar eisini við í fremstu røð at gagnnýta KT. Tilboðsviðgerð Mett verður um fleiri við- urskifti, tá ið tilboðini verða viðgjørd. Eyðvitað er prísurin fyri tænastuna avgerandi. Men bæði góðska og tænastu- trygd eru sjálvandi eisini týdningarmiklir tættir, tá ið mett verður um, hvør ið hevur besta tilboðið. Til verka í 2006 Miðað verður eftir, at rokn- ingadepilin fer til verka í 2006. Gongst, sum ætlað, hjá ráðnum, verður lóggivið hesum viðvíkjandi, so at tað verður eitt lógarkrav, at rokningar til tað almenna skulu verða sendar elek- tróniskt frá 1. januar 2007 at rokna. Krav um førleikar Allar føroyskar fyritøkur, ið bæði hava rakstrar- og menningarførleikar innan KT, kunnu geva tilboð upp á umrøddu tænastu. Tó skal verða tilskilað, at hetta snýr seg um eina skip- an og eina tænastu, sum størri KT-veitarar og tele- feløg í øðrum londum van- liga veita. Tilboðsfreist 2. mai Tilboðstilfar við skjølum eru tøkt á heimasíðuni hjá Føroya Gjaldstovu, www.gjaldstovan.fo frá í morgin 1. apríl. Kunningarfundur fyri áhugaðar veitarar verður á Hafnia, Panorama fríggja- dagin 15. apríl, kl. 13. Tilboð skulu verða Fíggjarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi 2. mai kl. 12.00. Støða verður tikin til veitara 15. mai, og ætlandi verður avtala gjørd við veitaran ein mánað seinni. Amnesty International í Føroyum varpar nú ljós á kvinnurættindi, bæði úti í heimi og í Føroyum. Mar- gretha Nónklett er sam- skipari á Amnesty Inter- national føroyadeildini. – Vit hava aðalfund í dag, og í hesum sambandi seta vit fokus á kvinnurættindi. Hetta er sum liður í einum átaki, sum byrjaði seinasta ár. Átakið eitur »Steðgið harðskapin móti kvinnum,« og tað er eitt átak, sum allar amnestydeildir kring heim- in arbeiða við. Føroya- deildin hevur so eisini valt at arbeiða við hesum átak- inum, sigur Margretha Nónklett. Amnesty International í Føroyum hevur boðið Marit Jørgensen til aðal- fundin at halda fyrilestur. Hon er serfrøðingur innan kvinnurættindi. – Tað er onki, sum týðir uppá, at harðskapur ímóti kvinnum er minni í Føroy- um enn aðrastaðni í heim- inum. Við hesum átakinum vilja vit vera við til at varpa ljós á trupulleikan og vísa á, at vit øll hava eina ábyrgd – bæði sum samfel- ag og sum einstaklingar, sigur Margretha Nónklett, samskipari á Amnesty International føroyadeildini Aðalfundurin hjá Amnesty International føroyadeild verður í dag, leygardagin, klokkan 15.00 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, og aftaná fundin og fyrilest- urin verður lagt upp til kjak um kvinnurættindi. -hkm Føroyskur rokningadepil Varpa ljós á kvinnurættindi