leygardagur 2. apríl 2005síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 62 - 2. apríl 2005
Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog sigur, at
nýggja prísskipanin
veruliga gevur
bíligari og smidligari
prísir til øll, heldur
enn yvirdrivnar
bonusskipanir, sum
serliga koma teimum
til góðar, sum hava
góð ráð at ferðast
ofta.
FERÐASEÐLAPRÍSIR
Snorri Brend
Prísir: – Eg ivist onga løtu
í, at júst lesandi og teirra
avvarðandi fáa stóra gleði
av nýggju prísskipanini,
sigur Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog í viðmerking til
greinina longur frammi í
blaðnum.
Her gera lesandi við-
merkingar til hesa skipan-
ina, og siga, at hon ikki
kemur teimum til góða.
Men hesum er Magni
Arge als ikki samdur í, av
teirri einfaldu orsøk at sam-
anberingarnar eru skeiv. Tí,
sum hann sigur: »Hon tekur
ikki støði í prísum sum
vóru galdandi.
– Eg rokni við at tey sam-
meta við ein kampanjuprís,
sum var í gildi eitt avmark-
að tíðarskeið, sigur Magni
Ein verulig lækking
Bíligasti prísurin, sum var
galdandi í gomlu prísskip-
anini var 2.010 DKK fyri
eina vikuskiftisferðaseðil,
umframt ferðaavgjøld.
– Treytirnar, ið fylgdu
við vóru, at tú í fyrsta lagi
kundi fara hósdag og í
seinasta lagi koma heim
mánadag, sigur hann.
Men í nýggju prísskipan-
ini er bíligasta prískombi-
natiónin 745 DKK + 745
DKK = 1.490 DKK fyri
retur ferðaseðil, umframt
ferðaavgjøld.
– Lækkingin er tí 520
DKK – og tað stendur
rimmarfast, sigur stjórin í
Atlantsflog.
Treytirnar
eru
eisini
broyttar, soleiðis at ein
kann verða burtur upp til 14
dagar og er ikki avmarkað-
ur til vikuskiftið.
Tað ber eisini til at fáa
ein retur ferðaseðil fyri
1.690 DKK (745 DKK +
945 DKK) ella 1.890 DKK
(945 DKK + 945 DKK)
ella 2.090 DKK (945 DKK
+ 1.145 DKK) – allir prísir
uttan ferðaavgjøld.
Ferðaseðlar við apexlíkn-
andi treytum og møguleika
fyri broyting fáast frá 2.290
DKK (1.145 DKK + 1.145
DKK).
– »Gamli« prísurin fyri
ungdóm og lesandi er fram-
vegis varðveittur í skipan-
ini, júst fyri at lesandi ikki
skulu verða verri fyri.
– Men vit rokna kortini
við, at lesandi og ungdómur
í nógv størri mun fara at
brúka bíligaru prísirnar,
sum tey nú hava atgongd
til. Og tað fara tey at gera
júst tí at tey hava lættari við
at laga sínar ferðatíðir í
mun til hvar bíligiari prísir
eru at fáa.
Børnini
– Tað er rætt at barna-
avsláttur ikki longur er
galdandi fyri børn millum
12 og 15 ár, men hinvegin
er avslátturin fyri børn upp
til 12 ár hækkaður úr 33%
upp í 50% - og ivaleyst man
tað koma flestu lesandi til
góða, tí teirra børn eru
vónandi flest øll undir 12
ár!, sigur Magni.
Tað er fatanin hjá Atl-
antsflog, at tað er skil í at
bjóða bíligari og smidligari
prísir til øll, heldur enn
yvirdrivnar bonusskipanir,
sum serliga koma teimum
til góðar, sum hava góð ráð
at ferðast ofta – ella ferðast
ofta fyri arbeiðsgevaran.
– Eg ivist onga løtu í, at
júst lesandi og teirra av-
varðandi fáa stóra gleði av
nýggju prísskipanini, endar
Magni Arge viðmerking
sína.
- Nýggja prís-
skipanin er júst
ætlað lesandi
Eg ivist onga løtu í, at júst lesandi og teirra avvarðandi fáa stóra
gleði av nýggju prísskipanini, sigur Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog