týsdagur 5. apríl 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 63 - 5. apríl 2005
Fyrsta motor-cross
kappingin
Leygardagin
varð
fyri
fyrstu ferð kappast í motor-
cross kapping í Føroyum, tá
tíggju motor-hugaðir føroy-
ingar dystaðust uppi við
Kleynisvarða.
Kappast varð í trimum
bólkum. Vanlig motor-
cross, har Leon Erik Heine-
sen varð besti koyrarin. 4-
hjóls motor-cross, har Agn-
ar Dahl vann. Og so varð
eisini kappast fyri børn, og
vann Óli Dahl ta kapp-
ingina.
Agnar Dahl, sum er ein
av fyriskiparunum av kapp-
ingini, sigur, at eftir teirra
meing var talan um eina
góða kapping. Ikki minst
fegnast hann um, at tað við
hesum ber til at koyra undir
skipaðum viðurskiftum.
- Tað verður jú koyrt við
motor-cross úti á almennu
vegunum, og tað er ikki
meira enn næstbest. Men
áðrenn tað verður sagt, hvar
tað ikki skal koyrast, so
burdu vit kanska fingið eitt
øki, har vit skulu koyra,
heldur Agnar Dahl, sum
avgjørt roknar við, at
líknandi tiltøk eisini verða
fyriskipað framyvir.
-jm
Tað gekk lívliga fyri seg, tá fyrsta motor-cross
kappingin í Føroyum varð fyriskipað um
vikuskiftið
Mynd: Jens Kr. Vang
Neistavenjarin
komin upp á pláss Sum í ævintýrinum hjá FCK
Eftir at teir høvdu
verið illa staddir,
eydnaðist tað kortini
FCK at fáa øll stigini
við úr Odense, og nú
kann rættuligur
spenningur koma í,
um tað sunnudagin
fer at eydnast FCK at
vinna ímóti Brøndby,
sum einki fekk burt-
urúr vikuskiftinum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað er lagt upp til spenning
í superliguni. Í vetrarsteðg-
inum var Brøndby so nógv
frammanfyri
hini
á
støðutalvuni, at eingin rokn-
aði við møguleikanum, at
tað skuldi gerast spennandi.
Men í trimum teimum
fyrstu umførunum eftir
vetrarsteðgin
hevur
Brøndby fingið tvey stig, og
FCK hevur fingið fulla
úrtøku ella níggju stig.
Hesa ferð spældi Brøndby
væl á heimavølli, men teir
taptu 1-0 ímóti FCM, sum
er næstfremst og átta stig
aftanfyri Brøndby. Nýggi
svenski FCM málverjin, Ola
Tidman,
var
ógvuliga
stinnur.
FCK var í Odense, og har
var tað sum í ævintýrinum
hjá 200 ára gamla H. C.
Andersen, sum var ættaður
úr Odense og sum búði í
Keypmannahavn. Tað sá illa
út hjá FCK. OB spældi
betri, og í 1. hálvleiki løgdu
teir
seg
framum.
Álopsspælararnir hjá FCK,
Álvaro og Zuma, vóru lítið
eyðsýndir, og teir megnaðu
ikki at fáa mál, men tað
hjálpti væl upp á spælið, tá
ið Jesper Bech varð settur á
miðvøllin í vinstru fyri
Magne Hoseth, sum heldur
ikki var serliga eyðsýndur.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
javnaði
miðvallarin
Michael Silberbauer, og í
yvirtíðini var hann aftur
upp á spæl og stútaði frí-
sparksinnlegg úr vinstru í
málið, og so hevði FCK
vunnið 2-1.
Sunnudagin fær FCK í
Parkini vitjan av Brøndby,
og tað verður roknað við, at
allir sessirnir í Parkini fara
at vera upptiknir.
Viborg vann 2-1 á heima-
vølli ímóti AaB. Harvið er
Viborg á fjórða plássinum
trý stig frammanfyri OB á
fimta plássinum. Fjórða
plássið telur nógv, tí tað ber
atgongd til Royalu liguna
við sær, og tað seta teir í
Danmark ikki so lítlan prís
uppá.
Í
botnstríðnum
lætti
Randers sær av aftasta
plássinum, tá ið teir á
heimavølli vunnu 1-0 ímóti
ikki serliga gramma AGF.
Herfølge er aftast, eftir at
teir í Farum vóru annar
parturin
av
málleysum
javnleiki. FCN er omanfyri
strikuna, men teir hava sama
stigatal sum Randers.
Silkeborg var í niðurflyt-
ingar vanda í vetrarsteðg-
inum. Nú sær væl ljósari út.
Sunnudagin vann SIF 2-1 á
heimavølli ímóti Esbjerg,
og nú er frástøðan til
strikuna sjey stig. Esbjerg
er
langt
frá
bronsuplássinum, sum teir
vunnu fyri einum stórum
ári síðani.
Neistin hevur
tryggjað sær venjar-
in til mansliðið
komandi kappingar-
ár. Talan er um dan-
an Claus Rasmus-
sen, ið herfyri var og
hugdi eftir umstøð-
unum í felagnum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum vit skrivaðu her í
blaðnum fyri einum mán-
að síðani, var samband
millum Neistan og Claus
Rasmussen um venjara-
starvið komandi kapp-
ingarár. Nú eru partarnir
komnir ásamt um eina av-
talu, og hon verður vænt-
andi undirskrivað seinni í
mánaðinum.
Eingin Oros
Formaðurin í Neistanum,
Jón Kragesteen, sigur, at
teir hava gjørt eina munn-
ligu avtalu við Claus Ras-
mussen, ið skal taka sær
av mansliðnum.
- Vit hava ikki skrivað
undir enn, men hann
kemur til Føroya 20. apríl,
og tá er ætlanin at skriva
undir, sigur Jón Krage-
steen.
Danin er í løtuni venjari
hjá einum kvinnuliði á
Falster, og hann er giftur
við føroysku Guðrun Horn
úr Havn, sum hevur sínar
røtur í Neistanum.
Viðvíkjandi spurning-
inum um leikarahópin
komandi ár sigur Jón
Kragesteen, at har er ikki
so nógv komið upp á
pláss enn.
- Tað er tó greitt, at
Damir Oros kemur ikki
aftur. Hinir báðir útlend-
ingarnir, Blagoje Buha og
Zelkjo Jotic, verða kanska
við. Jota verður undir øll-
um umstøðum málmans-
venjari í felagnum, meðan
tað er meiri ivasamt, um
hann fer at spæla eisini.
Jota er farin um tey 40, og
hann hevur eitt ógvuliga
krevjandi kropsligt ar-
beiði, ið ger, at orkan til at
spæla hondbólt ikki er
serliga stór, greiðir Jón
Kragesteen frá.
Vilja fegin hava Inga
at halda fram
Spurningurin, um hvør ið
skal venja kvinnurnar, er
enn ikki avgreiddur, men
Jón Kragesteen dylur ikki
fyri, at felagið gjarna vil
hava Inga Olsen at halda
fram í starvinum.
Ingi hevur ikki tikið
støðu enn. Hann skal
skurðviðgerast
mitt
í
hesum mánaðinum, og
um úrslitið av skurðvið-
gerðini verður, at hann
ikki kann spæla sjálvur
meiri, so hava vit kanska
ein venjara til kvinnurnar,
sigur Jón Kragesteen og
leggur afturat, at hann
sjálvsagt vónar, at tað
gongur Inga væl við
skurðviðgerðini.
Claus
Bech
Jørgensen
spældi 79 minuttir av
dystinum, tá Coventry við
einum 2-1 sigri á Brighton
lyfti seg upp um niður-
flytingarstrikuna
í
næstbestu ensku deildini.
Undan
dystinum
var
Brighton trý stig framman
fyri Coventry, og fyri
steðgin var ikki so nógv, ið
bendi á, at hetta skuldi
broytast so øgiliga nógv.
Gestirnir hildu seg hava
lagt seg á odda, tá Mark
McCammon sendi bóltin í
kassan, men hetta varð ikki
góðkent av dómaranum.
Ístaðin kundi Coventry
leggja seg á odda við
brotssparki tíðliga í seinna
hálvleiki, men tá Brighton
stutt seinni javnaði, tóktist
javnleikurin gerast endaliga
úrslitið.
Men sjey minuttir fyri
leiklok bragdaði hjá heima-
liðnum. Steve Staunton
kom niðan úr verjuni, og tá
eingin leikari kom ímóti,
høgdi hann til, og bólturin
smeyg sær í kassan dygst
úti við stólpan.
-jm
Coventry lætti sær á