Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 5. apríl 2005 37 Eitt fulltíðarstarv sum sløkkiliðsleiðari á sløkkiliðsstøðini hjá Klaksvíkar Kommunu er við hesum leyst at søkja Starvið / ábyrgd: Sløkkiliðsleiðarin hevur tilvísing til býarverkfrøð- ingin og hevur ábyrgdina av sløkkiliðsstøðini og liðnum,og øllum virksemi,sum verður gjørt útfrá sløkkiliðsstøðini. Tann, ið settur verður, má tola bygnaðarbroytingar, har fleiri uppgávur – eisini leiðandi uppgávur – kunnu verða lagdar afturat starvinum. Uppgávurnar: Uppgávurnar hjá sløkkiliðsleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Nakrar av teimum eru: • leiðsla og ábyrgd av deildini • tilbúgving á landi og sjógvi • skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini • skipa fyri útbúgving av sløkkiliðsmanningini • hava eftirlit og umsjón við allari útgerð á støðini • umsita og luttaka í vaktarskipanini • umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini • umsita brandpostar, skorsteinar o.a. • at ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið • gera uppskot til fíggjarætlan • brunamálsviðgerð Eginleikar / førleikar: Neyðugt er, at tú: • hevur viðkomandi útbúgving og nøktandi leiðsluførleika • kanst vera á støðini innan 5 min frá fráboðan • hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg. • hevur víðkað fyrstuhjálparprógv • hevur prógv frá Statens Brandskole sum innsatsleiðari • hevur heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk • hevur nøktandi revsiváttan • hevur áræði, ert arbeiðssamur og røkin • hevur góð samstarvsevni, ert opin og fyrikomandi og • hevur telduførleika á grundstøði Til ber at útvega sær umrøddu prógv í fyribils- starvi, ið er hægst 1 ár, tá støða til endaliga setan verður tikin. Setanarviðurskifti: Starvið verður at seta skjótast tilber. Lønarsam- sýningin er ein samráðingarspurningur millum avvarðandi partar. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til býar- verkfrøðingin ella býráðsskrivaran, tlf. 41 00 00. Umsóknir, saman við prógvum, møguligum við- mælum v.m., vera at senda til: Klaksvíkar býráð Postsmoga 2 700 Klaksvík og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 2. mai 2005. Eldradagur fyri Norðoyggjar Tann 16. apríl verður eldradagur hildin í Ósáskúlan- um í Klaksvík.Byrjað verður kl.9.00 við morgunkaffi. Døgurði kl. 12.00. Endar kl. 18.00. Kostnaður: kr. 200,- pr. luttakara. Um pláss er, kunnu felagslimir frá Landsfelagnum úr øðrum oyggjum koma við. Seinasti dagur at tekna seg er mánadagin 11.apríl á tlf. 455420, 227299 ella 444191, har eisini nærri frágreiðing fæst. Pensjónistafelagið Hugni og Landsfelag Pensjónista Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Vaskarí leiðari Á vaskarínum er eitt fulltíðarstarv sum vaskarí leiðari leyst til setan frá 1. mai 2005. Arbeiðið umfatar: Tilrættisleggjan av arbeiðinum á vaskarínum, ábyrgd av innkeypi/viðlíkahaldi (seyming av klæð- um hjá Sjúkrahúsinum og Ellisheiminum). Førleika krøv: Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving. At tú ert opin, er álitandi og hevur góð samstarvs- evnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt. Lønar og setanartreytir Sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til lønarskrivstovuna, Bergur Stór- hamar tlf. 371133 lokal 140. Umsóknir við avriti av prógvum við meira vera sendar til: Umsjónarmannin Suðuroyar Sjúkrahús, Postsmoga 51 · FO-800 Tvøroyri innan 15. apríl 2005 Byggisamtakið KNM søkir 2 raskar, álítandi timburmenn skjótast tilber. Nærri fæst at vita hjá Birgir Krossteig á tlf. 310696 og/ella 210696