Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 66 - 8. apríl 2005 – Tvøroyrar Býráð virðir avgerðina hjá Vágs Býráð um at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági MIÐNÁMSSKÚLI OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyrar Býráð fer ikki at leggja seg í vegin fyri, at ætlaði miðnámsskúlin í Suðuroy verður bygdur í Vági. Tvøroyrar Býráð hevur viðgjørt ætlanina hjá Landsstýrinum um at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. Í eini heilt stuttari frá- boðan í gjár sigur býráðið, at tað virðir avgerðina hjá Vágs Býráð um at mið- námsskúlin skal byggjast í Vági. Hetta er tað einasta, sum stendur í fráboðanini frá Tvøroyrar Býráði. Kristin Michelsen, borg- arstjóri, vil ikki útgreina fráboðanina nærri. – Landsstýrið kann sjálvt tulka seg fram til, at liggur í henni, sigur hann. Men hann sigur, at sostatt setir Tvøroyrar Býráð ong- ar treytir í hesum sam- bandi. Eru landsmál burturav Sambært borgarstjóranum á Tvøroyri ber eisini illa til hjá kommununum at seta landsstýrinum treytir í hes- um sambandi. – At byggja skúlar er eitt landsmál burturav. Eldra- økið er eisini eitt landsmál burturav. Tí kunnu komm- unurnar ikki seta treytir. – Landsstýrið hevur so- statt fullar heimildir til at byggja bæði røktarheim og skúlar, har tað vil, sigur Kristin Michelsen. Nú er tað ein samgonga í landsstýrinum við javnað- arflokkinum, sambands- flokkinum og fólkaflokkin- um, sum stendur aftanfyri hugskotið at byggja skúla- depil í Hovi og røktarheim í Vági. Allir sjey limirnir í Tvøroyrar Býráð umboða akkurat somu flokkar, tí har sita nevniliga fýra javnað- armenn, tvey sambandsfólk og ein fólkafloksmaður. Spurningurin er so, hvussu tað til, at byráðið ikki greitt boðar frá, at tað stuðlar floksfeløgunum í Lands- stýrinum? – Landspolitikkur og kommunupolitikkur er heilt hvør sítt. Býráðið er fyrst og fremst valt at røkja áhugamálini hjá Tvøroyrar Kommunu og í øðrum lagi eru vit vald at røkja áhuga- málini hjá Suðuroynni. Í Landsstýrinum føra tey landspolitikk og tað er nakað heilt annað, sigur Kristin Michelsen. Tvøroyrar Býráð hevur altíð tvíhildið um, at eldra- økið er landsmál burturav. Merkir tað, at Tvøroyrar Býráð ikki vil vera við at betala eitt møguligt røktar- heim í Suðuroy, skuldi landsstýrið ætla tað? – Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og vit avvísa ongan møguleika framm- anundan. Spurningurin um hvør skal betala hvat, er ein spurningur um at tosa við kommunurnar. Kemur landsstýrið við einum út- spæli, eru vit sinnað at tosa um tað, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Virða avgerðina hjá vágbingum um miðnámsskúlan – Tvøroyrar Býráð hevur einmælt samtykt at virða avgerðina hjá VágsBýráð um at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Vági ÚTVARPS- OG SJÓNVARPSSKRÁIR Sum lesarin óivað hevur lagt til merkis, er liggur Varpið øvugt og á høvdinum inni í blaðnum í dag. Tað eru prentumstøðurnar á Prent- miðstøðini, ið elva til hetta - og lættir hetta munandi um arbeiðs- og prentgongdina bæði á blaðnum og á Prentmiðstøðini. Av tí at Varpið liggur øvugt inni í blaðnum, má lesarin taka Varpið úr Sosialinum. venda tí og falsa tað hinvegin. Lættasti máti at gera hetta uppá er hesin: Tak Varpið úr Sosialinum Blaða upp á miðsíðurnar soleiðis at for- og baksíðan venda uppeftir Vend blaðnum og legg saman hinvegin, soleiðis at blaðið vendir rætt. Varpið á høvdinum