fríggjadagur 8. apríl 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 66 - 8. apríl 2005
500.000 danskar skattafríar
krónur fara til vinnandi lut-
takaran í reality-sendirøð-
ini við heitinum "Bónda-
garðurin
-
Afrikanska
Ævintýrið". 20 sera ymiskir
danir stríðast á einum
bóndagarði í Suðurafrika.
Korini eru smálig og kapp-
ingin um at halda sín sess á
bóndagarðinum er hørð.
Luttakararnir fáa hvørja
viku arbeiðsuppgávur at
røkja á bóndagarðinum,
hesar verða ásettar av ein-
um leiðari ella bónda. Lut-
takararnir velja hvørja viku
ein luttakara at vera leiðara.
Hesin hevur so síðsta orðið,
tá avgerðir skulu takast ta
vikuna hann situr. Nú 9
partar eru farnir afturum,
eru 9 luttakarar eftir á
bóndagarðinum og 11 eru
koyrdir út. Í seinasta parti
ákærdi Kenneth Frank fyri
at hava svikið seg og fyri at
hava gingið frá eini avtalu,
ið varð gjørd millum fýra
luttakarar. Kenneth var í
øðini og lovaði hevnd yvir
svíkjaran, fyrr ella seinni,
og kosta, hvat tað vildu.
Hesaferð er ætlanini hjá
Kennethi, at Frank skal fáa
av at vita. Kenneth hevur
saman við Winnie gjørt
eina lítla samgongu, ið skal
royna at fáa Frank úr kap-
pingini. Men hetta gongur
ikki júst sum ætlað. Í kom-
andi partinum verður Frank
settur at gera eina intima
kanning av eini kúgv á
garðinum, ið kanska skal
kálva. Og fjáltur kemur á
mannligu luttakararnar, tí
kvinnurnar stinga høvdini
saman og tykjast at hava
eina greiða og miðvísa
ætlan um at fáa menninar
út, ein fyri ein. Stríðið um
ta hálvu milliónina heldur
fram.
Søguna í hesum filmi fáa
vit gjøgnum ein ungan
mann (Edward Norton), ið
hevur eitt gott og vællønt
starv. Hóast hetta, so sær
hann onga meining í tilver-
uni, og hann kennir seg
einsamallan og tunglyntan.
Hetta ávirkar gerandisdag-
in. Hann hugsar nógv um
innrættingina av síni íbúð
og harumframt plagar hann
at sníkja seg inn í sjálv-
hjálparbólkar fyri menn-
iskju við ólekjandi sjúkum.
Alt broytist, tá hann hittir
tann gátufulla Tyler Durden
(Brad Pitt). Tyler heldur
einki um materialistiska
heimin, hann heldur at
menniskjað hevur nógv at
læra av pínu, ólukkum og
ruðuleika. Tyler bjóðar
nýggja vini sínum av í bar-
daga. Ein vinarligan neva-
leik, men kortini ein harð-
ligan nevaleik. Hesin harð-
ligi leikur fær teir báðar at
kenna seg livandi, og eftir
stutta tíð savnast fleiri
ungir menn kring Tyler - og
burturúr hesi fylking kemur
navnið "Fight Club". Hend-
an fylkingin heldur kortini
virksemi
sítt
loyniligt.
Fylkingin verður manna
við fleiri ungum vreiðum
monnum og Tyler stýrir
øllum virkseminum.
Fight Club
Bóndagarðurin –
Afrikanska ævintýrið
Á TV3 mánakvøldið kl. 19.00:
Í seinasta parti var
Kenneth í øðini og
fór illa við Frank
Frank kannar kúnna
Brad Pitt og
Edward
Norton í
ræðandi
spenningsfilmi
num Fight
Club
Ein heimur í upploysn, høvuðspersónurin í Fight Club stríðist
við at fáa fastatøku í tilveruna
Á Kanal 5 mikukvøldið kl. 20.00