leygardagur 9. apríl 2005síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Gudstænastur
2. Sunnudag eftir páskir
Vesturkirkjan: kl. 11, Sverri
Steinhólm
Havnar kirkja: kl. 11,
Jóannis Fonsdal
Argja kirkja: kl. 11, Bergur
D. Joensen, Familjuguds-
tænasta
Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur
D. Joensen. Talvan gongur í
Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi fyri Bláa Kross
Vestmanna: kl. 11, Mogens
Tilsted Christensen
Miðvágur: kl. 11, David
Johannesen
Hósvík: kl. 11, Inga Poulsen
Dam. Frá komandi sunnu-
degi verður farið í kirkju í
Hósvík kl. 11.00
Glyvrar: kl. 11, konfirmatión,
Meinhard Bjartalíð
Eiði: kl. 11.40, skriftamál, kl.
12 Messa, Emil Olsen
Oyndarfjørður: kl. 12,
Jógvan Fríðriksson
Fríðrikskirkjan: kl. 11,
altarg., Martin R. Jacobsen
Christianskirkjan: kl. 11,
altarg., Hans Eiler Hammer
Viðareiðis kirkja: kl. 12,
konfirmatión, Elsa Funding
Skopun: kl. 12, altarg.,
Jákup R. Hansen
Vágur: kl. 11, Patrick de
Neergaard
Hvalba: kl. 12.30, altarg.,
Jónsvein Bech
Samkoman við Marknagil
Skúlaheimið, Marknagilsv. 75
Møti sunnumorgunin kl.
10.30, Breyðbróting, barna-
ansing verður eisini.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Sjómanskvinnuringurin
í Havn
kemur saman á Sjómansheim-
inum mánadagin kl. 19.30.
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli á Norasta Horni.
Kl. 18 Møti í Missións-
húsinum v/ Leivur Nattestad.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti,
kl. 14 Sunnudagsskúli,
kl. 17.30 Bøn og kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøtir.
www.frelsunarherurin.fo
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Umboð fyri Zarepta
vitja á møtinum.
Mánadag kl. 17 Kvinnur
koma saman til bøn í Sloans
húsi. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Fríkirkjan Oasan,
Uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta v/ fam. við Skipá, kl. 14
Sunnudagsskúli.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bøn. Verið
øll hjartaliga vælkomin.
www.oasan.fo
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 11 Bláikross-
ur hevur áhugatíma: »Hvussu
møta vit rákinum í samfel-
agnum« v. Snorra Brend.
Leygardagin kl. 16 Blái-
krossur hevur pallborðsfund:
»Livir rúsdekkalógin upp til
sítt endamál«.
Sunnudagin kl. 14 Familju-
møti í Vesturkirkjuni, kl. 18
Blákrossmøti v/ Reimund
Langgaard »Alt er loyvt, men
ikki alt er gagnligt«.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá
Frelsunarherinum leygar-
kvøldið 9. apríl kl. 19.30,
allar kvinnur eru vælkomnar.
Annika Berg luttekur við
vitnisburði.
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta v/ kommuni-
ón í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins
tænasta v/ kommunión í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Orðsins
tænasta v/ kommunión í
Mariukirkjuni. kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. www.katolsk.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
David Beck talar á morgun-
møtinum kl. 11.00 og á
evangel. møtinum kl. 18.00
sunnudagin.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Ólavur Guttesen, kl. 11.50
Sunnudagsskúlin. Einki ABC
vegna missiónskunning.
Missiónsoffur verður tikið
upp. Kl. 18 møti við Jan og
Eydnu Joensen.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067. www.filadelfia.fo
Evangeliihúsið,
Tróndargøta
Sunnudagin kl. 11 Familju-
og morgunmøti við sunnu-
dagsskúla. kl. 18 evangel.
møti við Magna Christiansen.
Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti.
www.gospel.fo
Hebron, Argir
Sunnudagin verður einki møti
í Hebron vegna legu á
Zarepta. www.hebron.fo
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti, har evnið er »Eg
eri ljós heimsins«. Kl. 11.30
samvera við drekka.
Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12
er evnið »Lívsandi Guds« á
báðum møtunum talar Jógvan
Z. Barnaansing undir møtin-
um. Sunnudagsskúlin kl. 12.
Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti.
www.livdin.fo
Vestmanna missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
hósvíkingum og kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin verður morgun-
møti við breyðbróting kl. 11,
Tummas Jacobsen úr Fila-
delfia í Havn talar. Verið
hjartaliga vælkomin.
Filadelfia, Miðvágur
Sunnudagin kl. 11 Familju-
og morgunmøti við sunnu-
dagsskúla, Dánial á Dul
Jacobsen talar.
Mikukvøldið kl. 20 undir-
vísing og bøn.
Missiónshúsið í Sørvági
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli. Onki møti vegna
missiónsviku í Bø.
Missiónsvika í Bø
Leygardagin kl. 20 luttekur
Toftakórið.
Sunnudagin kl. 15 Familju-
møti og kl. 18 Møti við
Kajberg og Tominu,
Streingjakórið syngur.
Bønhúsið á Hellunum
Sunnudagin kl. 16.00 Møti v/
John S. Myllhamar.
Missiónshúsið í
Oyndarfirði
Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/
John S. Myllhamar.
Vikuskiftirmøtir í Avhalds-
húsinum í Haldórsvík
Leygarkvøldið kl. 20.00 og
sunnukvøldið kl. 18.00. Verið
hjartaliga vælkomin til
møtini.
Hvítusunnusamkoman Saron.
Aglow, Eysturoy
Vit samlast í Hæddini í
Saltangará leygardagin kl.
15.00, talari Palli Højgaard.
Allar kvinnur og menn
hjartaliga vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Paula Høj. Barnamøti kl. 17.
www.keldan.fo
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 19 Møti við
Regin Høgnesen og Dánjal
Andreasen. Sjómanskvinnu-
ringurin kemur saman mána-
kvøldið kl. 19.30.
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Einki møti orsaka
av ferming.
Samkoman Lívsins Orð,
Saltangará
Sunnudagin er møti kl. 10.30
v/ Pola Jacobsen. Øll hjarta-
liga vælkomin.
Bønhúsið í Søldarfirði
Sunnudagin kl. 11 Guds-
tænasta, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti – Ingibjørn
Eldevig talar og sangkreftir
heiman av Sandi luttaka. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Tabor, Toftir
Ungdómsmøti verður leygar-
dagin kl. 20. Evnið verður
»Evangeliskt« v/ Reimund
Langgaard. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Karmel, Eiði
Sunnukvøldið kl. 19 Møti v/
Øssur Kjølbro.
Thabor, Fuglafjørður
Leygarkvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 21 Ungdóms-
møti við Regin Høgnesen. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
KFUM & K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Eyðbjørn Jacobsen. Kl. 21
ungdómsmøti. Øll eru hjar-
taliga vælkomin. www.kuff.fo
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Missiónshúsið í Skopun
Leygarkvøldið kl. 19 Ung-
dómsmøti v/ Poul Hera
Midjord.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsangsløta, kl. 18 Møti.
Betania, Skopun
Vikuskiftismøtir í Betania
fríggja- og leygardagin kl. 19
– Kvøldmøtir.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Kvøldmøti,
Andreas Jørgensen talar. Tit
eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Einki møti verður
sunnukvøldið vegna missións-
viku í Hvalba.
Frelsunarherurin, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Familju-
dagur, kl. 18 Evangel. møti.
Eddie Bech talar. Øll eru
vælkomin.
Missiónshúsið í Vági
Onki møti sunnukvøldið
vegna missiónsviku í Hvalba.
Missiónshúsið í Hvalba
Leygarkvøldið verður møti kl.
20 v/ Niels Jacob Nielsen,
trúboðara, Porkeris kórið
syngur.
Leygarkvøldið kl. 22.30 Ung-
dómsmøti, ung úr Klaksvík
luttaka.
Sunnudagin verður ongin
sunnudagsskúli vegna barna-
gudstænastu í kirkjuni har
barnakórið syngur.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/
Niels Jacob Nielsen. Kórið á
Tvøroyri syngur.
Ørkin, Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøld kl.
20.30.
Mikukvøldið 4. mai kl. 20.30
verður hugnakvøld við
Marjun Bæk.
Kristi Himmalsferðardag kl.
13.00 verður føroysk guds-
tænasta í Háteigskirkju,
Marjun Bæk prædikar. Aftaná
verður boðið til kaffi á
Sjómansheiminum.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Innsavnan av barna-
myndum o.ø. til ólavsøku-
framsýningina.
Mánadagur 11. apríl:
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30-17 Seyma fýrkantar
saman til teppir
kl. 14-17 Kortspæl, telving,
landastrok, bobb og onnur
spøl.
Týsdagur 12. apríl:
kl. 10-11.30 Sangur, Benny
og Flemming Samuelsen. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
kl. 15 Hvat er føroyskt
handverk? Poulina Eliasen
Mikudagur 13. apríl:
kl. 10-16 Binding við perlum
(á stokkum nr. 2), Katrin
Samuelsen. Tilm. 316491
kl. 15 Túrur út í Sandágerð
Hósdagur 14. apríl:
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
kl. 14-17 Boccia í kjallaran-
um. Bocciakappingin verður
17. apríl kl. 13.00 á Nabb
Fríggjadagur 15. apríl:
kl. 10-17 Hugnaløta við
handarbeiði. Marita
Thorsteinson
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
»Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin!«
(Matt. 6,34)
Við til mannalívið hoyra stúran og ótti. Vit stúra fyri, um vit
fáa nóg mikið av tí tímiliga, um vit fáa nóg nógvar pengar og
ríkidømi til dagin og vegin og til lívsins uppihald. Og hetta er
kanska natúrligt. Vit liva í einum heimi, har nógv skal til fyri
at liva og yvirliva.
Og øll fáa ikki eins nógv, tá talan er um pengar. Hesin
veruleiki skal ikki undirmetast.
Men hóast hetta, so sigur Jesus, at vit onga grund hava til
at stúra og óttast. Eins og himmalski faðir okkara føðir fugl-
arnar og liljurnar á markini, soleiðis vil hann eisini føða og
uppihalda skapningum sínum. Tí skal tú ikki stúra og óttast
og falla í fátt. Tú hevur Gud við tær. Hann er ikki langt burtur
frá nøkrum av okkum. At trúgva er at taka henda Gud uppá
orðið. Hann lovaði okkum í dópsstund okkara, at hann fór at
verða við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Og hesi lyfti
halda, eisini tá lívsins sjógvar bróta. Tak henda Gud við inn í
lív titt, so verður lívið ríkt fyri tær og tú fært mál og mið í
lívinum. Ikki so at skilja, at so gongur alt við í lívinum og so
verða allar gátur loystar og allir spurningar svaraðir. Nei, als
ikki. Men so at skilja, at tú fært samanhang í lívinum og fært
megi og kraft frá Gudi til at tulka tað, sum hendur við tær og
uttanum teg. Tú fært trúgv, sum kann flyta fjøll. Tú fært trúgv,
sum kann liva við spurningunum og gátunum til Harrans dag.
Hesa trúgv geva andin og orðið okkum í kristna felagsskap-
inum. Og henda trúgv rekur út stúran og ótta. Í hesi trúgv
vilja vit liva og virka í heiminum til Harrans dag. Og við hesi
trúgv sigra vit á trupulleikum og vansum inntil Guds ríki
kemur í dýrd. At eiga hesa trúgv er at eiga Kristi sinnalag,
sum er at vera undir Guds ávirkan og leiðslu. og tað er liva
kærleikans lív í einum hørðum og køldum heimi. Men tað er
soleiðis at verða salt og ljós í hesum heimi. Tað er at verða
kærleikans umboð og amboð. Tað er henda haldgóða trúgv,
sum rekur út stúran og ótta og sum gevur mál og mið fyri lívi
okkara. Og málið er Guds ríki á himni.
Amen
David Johannesen
BRÚDLEYP
11. mai fyllur Ingeborg Vinther, Vágur, 60 ár. Føðingar-
dagurin verður hildin í VB-húsinum´i Vági leygarkvøldið
21. mai kl. 19.00. Tey, ið vilja vera við til føðingardags-
haldi, verða biðin um at siga frá á tlf. 373427, 312101 ella
212102 innan leygardagin 7. mai.
60 ÁR
Hósdagin – Kristi himmalsferðardag – tann 5. mai 2005 kl.
17.00 í Skopunar kirkju giftast Leila Cardinal Simonsen
og Thomas Jacob Kjærbo, Skopun. Veitslan verður í
bygdarhúsinum Samljóð í Skopun kl. 19.00. Tey, ið vilja
gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá
á tlf. 505005 ella 361905 innan 25. apríl.
Fríggjadagin 6. mai giftast Olga Kristina Eysturstein og
Sigmund Petur Skorastein, Leirvík. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga
frá á tlf. 443110, 443046 ella 229145 í seinasta lagi 27.
apríl.
24. apríl kunnu Herborg og Páll Joensen, Leirvík, halda
gullbrúdleyp. Veitslan verður í Bygdarhúsinum 23. apríl
kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið við at koma í
veitslu, verða vinarliga biðin um at siga frá seinast 17.
apríl á tlf. 443011, 443058 ella 443398.
GULLBRÚDLEYP
TILTØK