leygardagur 9. apríl 2005síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
55
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
The Aviator
FRUMSÝNING
Fríggjadag
08.04
kl. 20.00
Leygardag
09.04
kl. 20.00
Sunnudag
10.04
kl. 19.15
11 OSCAR
® NOMINERINGER
BL.A. BEDSTE FILM • BEDSTE INSTRUKTION • BEDSTE MANDLIGE HOVEDROLLE
VINDER AF 3 GOLDEN GLOBES
®
BL.A. BEDSTE FILM (DRAMA) BEDSTE SKUESPILLER (LEONARDO DICAPRIO)
Oscar® is the registered trademark and service mark of the Academy of Motion Picture Arts and Sciences.
Golden Globe® is the registrered trademark of the Hollywood Foreign Press Association.
Agent Catwalk 2
Fríggjadag
08.04
kl. 20.30
kl. 23.30
Leygardag
09.04
kl. 20.30
kl. 23.30
Sunnudag
10.04
kl. 19.45
kl. 22.45
The Ring 2
Fríggjadag
08.04
kl. 23.00
Leygardag
09.04
kl. 23.00
Sunnudag
10.04
kl. 22.15
Nu afrundes
frygten!
Robotter
Fríggjadag
08.04
kl. 18.00
Leygardag
09.04
kl. 18.00
Sunnudag
10.04
kl. 17.15
MED
DANSK
TALE
TM
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Hide and Seek
Fríggjadag
15.04
FRUMSÝNING
Komandi filmur
Pávavalið byrjar ikki
fyrr enn tann 18.
apríl, men stríðið um,
hvør skal taka við
eftir Jóhannes Páll, er
langt síðani byrjað
PÁVAVAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meiri enn 200 ríkis- og
stjórnarleiðarar og umboð
fyri aðrar trúarbólkar vóru í
gjár í Rom og fylgdu Jó-
hannesi Páll páva Øðrum
til gravar.
Men longu áðrenn jarð-
arferðina vóru teir 116
kardinalarnir farnir um
umrøða, hvør skal taka við
eftir tann væl umtókta páv-
an. Reglurnar fyri pávavali
áseta, at tað er bannað
kardinalunum at reka val-
stríð ella at gera samgongur
til frama fyri eit ávíst val-
evni. Men júst valið hesa-
ferð verður hildið at hava
sera stóran týdning fyri,
hvørja kós tann katólska
kirkjan skal halda í kom-
andi árum, og stríðið um
kósina er langt síðani byrj-
að, søgdu vælvitandi keldur
í Rom í gjár sambært
Reuters.
Týska
tíðarritið
Der
Spiegel skrivaði í gjár, at
ein meiriluti av kardinal-
unum vilja ikki hava ein
páva, sum dámar at vísa seg
í fjølmiðlunum, og sum
ferðast kring heimin og
umboðar kirkjuna úteftir.
Teir vilja heldur hava ein,
sum skal virka sum hirð-
anna hirði, og sum er til
reiðar at lurta eftir trupul-
leikunum hjá prestunum og
at hjálpa teimum í ar-
beiðinum.
Hinvegin
er
ógreitt, um teir vilja hava
ein páva, sum skal halda ta
somu
afturhaldssinnaðu
kósina sum Jóhannes Páll,
ella um teir heldur vilja
hava ein, ið kann góðtaka
ávísar nýskpanir.
Sambært Der Spiegel eru
tað serliga tveir kardinalar,
sum hava bestu møguleik-
arnar, og sum umboða hvør
sína kós. Annar er týskarin
Joseph
Ratzinger,
sum
hoyrir til tann afturhalds-
sinnaða bólkin, og hin er
italiumaðurin Carlo Maria
Martini, ið er ein av teim-
um
nýskipanarhugaðu
kardinalunum. Báðir eru 78
ára gamlir.
Tann 18. apríl skulu
kardinalarnir til messu, og
síðani fara teir í Sixtinska
kapellið at velja næsta páv-
an. Upprunaliga skuldu teir
vera 117 í tali, men teir
vera bara 116, tí Jaima Sin,
kardinalur í Manila, er ov
sjúkur til at fara til Rom.
Kanningar benda á, at
tann nýstovnaði
kvinnuflokkurin
kann gera, at teir
borgarligu fáa valdið
í Svøríki
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Líkt er til, at Gøran Person,
forsætisráðharri,
hevði
rætt, tá hann herfyri ávaraði
um, at ein nýggjur kvinnu-
flokkur fer einans at hava
við sær, at teir borgarligu
fáa valdið aftur í Svøríki.
Mánadagin bleiv kvinnu-
flokkurin formliga stovn-
aður, og í gjár vísti ein
kanning
hjá
blaðnum
Dagens Nyheter, at flokk-
urin hevði fingið sjey pro-
sent av atkvøðunum og
ímillum 24 og 27 av teim-
um
349
tinglimunum,
hevði ríkisdagsval verið nú.
Men tað áhugaverda við
kanningini er, at næstan
allir veljararnir hjá flokkin-
um høvdu komið frá flokk-
unum á vinstravonginum.
Vinstraflokkurin hevði mist
meiri enn 25 prosent av
sínum veljarum, Umhvørv-
isflokkurin hevði mist 17
prosent av sínum, meðan
missurin hjá Sosialdemo-
kratunum
hevði
verið
minni.
Verður hetta úrslitið á
næsta vali, fer tað at hava
við sær, at bæði Vinstra-
flokkurin og Umhvørvis-
flokkurin fara niður um
minstamarkið fyri at fáa
umboð í Ríkisdegnum, og
uttan teirra stuðul missa
Sosialdemokratarnir stjórn-
arvaldið til teir borgarligu.
Júst sum Gøran Persson
ávaraði um.
UTTAN ÚR HEIMI
Svenski kvinnuflokkurin
kann broyta javnvágina
Stríð um næsta pávan
Týski kardinalurin Joseph
Ratzinger, sum stóð fyri
messuni, tá Jóhannes Páll
pávi fór til gravar, verður
mettur at hava góðar
møguleikar at taka við
Mynd: Reuters