týsdagur 12. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Runavíkar kommuna lýsir eftir
feriuavloysarum
til Heimið á Mýrunum
Søkt verður eftir røktarstarvsfólkum, sum feriuav-
loysarum á Heiminum á Mýrunum.
Feriutíðin byrjar fyrst í mai mánað, og varar til
mánaðarskifti august/september.
8 minnisveik fólk búgva á heiminum.Endamálið við
heiminum er, at geva búfólkunum, ið hava serligan
tørv á umsorgan, eina trygga og stimbrandi tilveru.
Vit ynskja avloysarar ið hava hug og hegni til at vera
um minnisveik fólk. Dentur verður lagdur á góðan
moral, etisk virði, positiva menniskjaáskoðan og
góð samstarvsevni.
Áhugað kunnu venda sær til Unn Justinussen,
leiðara, á tlf. 477080 ella 217088.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til
Runavíkar kommunu
Att. Sosiala deild
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Umsóknarfreist: týsdagin 19.04.2005
Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils tænastu í Sambýlinum í
Niðarugøtu 15 í Hoyvík eru 2 fulltíðar størv, 40 tímar um vikuna, leys til setan
skjótast tilber, tó í seinasta lagi 1. juni 2005. Sambýlið í Niðarugøtu 15 er eitt
sambýli fyri seinheilaskadd fólk í aldrinum 18 til 66 ár. Sambýlið er skipað
undir Serstovnadeildini, sum er deild undir Heimarøktini og Serforsorgini.
Í sambýlinum koma fýra seinheilaskadd fólk at hava fastan bústað og ávísa
viðgerð. Hetta eru íbúgvar hvørs virkisstøði ber dám av truplum kognitivum
avleiðingum og hjá onkrum er eisini talan um umfatandi fysisk handikapp.
Tilboðini í gerandisdegnum verða tilrættisløgd eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir starvsfólkum, ið hava viðkomandi pedagogiska-,
terapeutiska- ella røktarliga útbúgving og ávísan kunnleika til økið. Umráð-
andi er, at umsøkjarar hava fakligan áhuga og góð samstarvsevni. Ætlanin er
at seta ein fleirfakligan starvsfólkabólk, sum í felag skal loysa allar uppgávur í
sambýlinum.
Vit bjóða
Eitt arbeiði har tú hevur ávirkan á innihaldið í starvinum og gerandisdagin hjá
búfólkinum.Eisini er møguleiki fyri at fáa tær størri kunnleika til økið,og verða
við til at menna stovnin. Vit eru: Ein fysioterapeutur og seks pedagogar, sum
fegin vilja hava tveir glaðar og positivar arbeiðsfelagar.
Løn- og setanartreytir:
Talan er um størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at
arbeiðstíðirnar eru skiftandi, so talan verður um bæði dag-, kvøld- og sam-
døgursarbeiði eins og vikuskiftisarbeiði og serstakar dagar.Løn sambært sátt-
mála millum avvarðandi yrksifelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum og C.V. skulu vera sambýlinum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 25. apríl kl. 12.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran í Sambýlin-
um, á tlf. 313463 ella 213363.
Sambýlið
Niðaragøta 15
FO-188 Hoyvík
Att.: Leiðarin
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Sambýlið, Niðarugøtu 15
FO-188 Hoyvík
Starvsfólk
til Sambýlið í Niðarugøtu 15 í Hoyvík
Aðalfundur
í Føroya Arbeiðarafelag
Fráboðaði Aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags
verður
hósdagin og fríggjadagin 28.-29. apríl
í B36-húsinum í Gundadali,Tórshavn.
Byrjað verður báðar dagar kl. 10.00.
Dagsskrá sambært lógum felagsins og lógar-
broyting.
Føroya Arbeiðarafelag
Lesið
internet
Sosialin !
Starvið
Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgeva-
tímar leysir at søkja til setanar frá 1.
august 2005.
Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um
skúlabyrjan, serundirvísing, stødd-
frøði, alis- og evnafrøði og náttúra/-
tøkni.
Samanlagt eru 18 lønartímar um vik-
una at søkja.Ein lønartími er umleið 1,6
fyrisitingartímar. Vanliga hevur læru-
greinaráðgevi 6-12 lønartímar um vik-
una.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøði-
igan kunnleika og starvsligar royndir í
viðkomandi lærugrein og starvsøki,
starvið fatar um. Væntað verður, at
lærugreinaráðgevin hevur førleika í og
er hugaður at nýta kt í ráðgevastarvin-
um.
Setanar- og lønartreytir
Lærugreinaráðgevar verða settir eftir
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag og løntir í lønar-
flokki 30.3. Tann, ið settur verður, skal
undirvísa írestandi tímarnar í skúlan-
um, har viðkomandi starvast dagliga.
Starvslýsing
Ein starvslýsing er galdandi fyri
ráðgevastarvið. Eitt nú verður sagt:
• Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri
einari námsligari menning í skúl-
anum
• Ráðgevin skal støðugt halda seg
kunnugan við ta menning, sum er á
námsliga,
fakliga
og
tøkniliga
økinum
• Ráðgeva viðvíkjandi undirvísingar-
miðlum og arbeiðshættum í ein-
støku lærugreinunum
Lagt verður upp til eitt skipað samstarv
millum ráðgevarnar, møguliga í tvør-
greinaligum bólkum og í toymum.
Umsókn
Umsóknir við prógvum o.ø.skulu verða
Landsmiðstøðini, Hoyvíksvegi 72, Post-
rúm 3084, 110 Tórshavn í hendi í sein-
asta lagi týsdagin 10. mei 2005.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Sim-
onsen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf.
318825.
Landsmiðstøðin
Lærugreinaráðgevi
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingar-
miðlar,hevur verkstaðarmøguleikar,hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri
skeiðum við fakligum og námsligum innihaldi