týsdagur 12. apríl 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 68 - 12. apríl 2005
Ársaðalfundur
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur ársaðal-
fund Kristi himmalsferðardag 5. mai 2005 kl.
15.00 í Missións- og Ungdómshúsinum á
Glyvrum.
Fundarskrá:
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av nevndarlimum
4. Val av tiltakslimi
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Uppskot, sum limir ynskja at koma til viðgerðar á
aðalfundi, og uppskot til nevndarlimir, mega vera
formanninum, Una Næs, 530 Fuglafjørður, í hendi 8
dagar framman undan aðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin verður eisini alment møti
í missións- og ungdómshúsinum kl. 18.00.
Nevndin
Kunngerð
um framløgu av byggisamtykt fyri
Fuglafjarðar kommunu
Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 við seinni broytingum verður við hesum gjørt
kunnugt, at uppskot til broytingar í byggisamtykt
fyri Fuglafjarðar kommunu, verður lagt fram til al-
ment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 12.04.2005
til 10.05.2005 allar gerandisdagar uttan leygardag
frá kl. 10.00-15.00.
Sambært uppskotinum verður partur av bústaðar-
økinum øki B í bygdini Kambsdalur í Fuglafjarðar
kommunu, umleið 12.000 m2 broytt til frílendi, øki I.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyting-
aruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu
vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 13. juli 2005,
kl. 16.00.
Fuglafjørður 11. apríl 2005
Fuglafjarðar býráð
Samfelagsmøti
í Klaksvík
Samfelags møti verða – um Gud vil – á
hvítusunnu, frá 13. til 16. mai.
Nærri verður kunngjørt seinni
Samkoman í Betesda
Kollafjarðar Bjargingarfelag
Aðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Kollafjarðar Bjargingarfelag
verður í húsum felagsins leygardagin 20. apríl 2005
kl. 18.00.
Nevndin