hósdagur 14. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2005
17
Metstórt hall
Í februar hevði USA 61
milliardir dollarar í halli
á handilsjavnanum. Tað
var nakað meiri, enn
handilsmálaráðið hevði
roknað við, og sam-
stundis nýtt met.
Hallið er úrslit av tí
stóra framburðinum í
amerikanska búskapin-
um, sum ber í sær, at
innflutingurin
veksur
skjótt, meðan vøksturin
í útflutninginum er nógv
minni. Í februar vaks út-
flutningurin bara 0,1
prosent, meðan innflutn-
ingurin vaks 1,6 prosent.
Búskaparfrøðingar
halda kortini ikki, at
nakar vandi er á ferð.
Tað avgerandi er, at utt-
anlandsskuldin
ikki
verður ov stór saman-
borið við bruttotjóðar-
framleiðsluna. Serfrøð-
ingarnir vísa kortini á, at
gongdin við veksandi
halli á handilsjavnanum
kann gera dollaran veik-
ari. Amerikanski virðis-
b r æ va m a r k n a ð u r i n
kennir eisini sviðan av tí
stóra hallinum. Tá hand-
ilsmálaráðið í Washing-
ton kunngjørdi tølini
fyri februar, fall kurs-
urin á virðisbrøvum
beinanvegin.
Eru ikki húnar
Tjóðartingið í Ungarn
hevur havnað einum
kravi frá umleið 2.500
fólkum, sum halda uppá,
at tey eiga at verða við-
urkend sum eftirkom-
arar hjá tí navnframa
húnakonginum Attila.
Attila, sum doyði í
árinum 453, legði ein
stóran part av Evropa
undir seg, til hann
noyddist at dvína fyri
rómverskum og vestur-
gotiskum
herdeildum
beint eystan fyri París í
451. Nú 1550 ár seinni
vilja umleið 2.500 fólk í
Ungarn vera við, at tey
eru ættað niður frá
konginum, og at tey tí
hava rætt til at fáa støðu
sum ein etniskur minni-
luti í Ungarn.
Ungarska tjóðartingið
hevur víst uppskotinum
aftur, og ungarskir søgu-
frøðingar og onnur ser-
køn siga, at tey 2.500
fólkini
kunnu
ikki
prógva, at tey eru húnar.
Men tey ætla sær ikki at
gevast.
Tvørturímóti
ætla tey sær at leggja
málið fyri ovastu ung-
arsku dómstólarnar, og
fáa tey heldur ikki við-
hald har, ætla tey sær til
ES við kravinum um
viðurkenning.
Dýrt at verja
umdømið
At tað kann loysa seg at
brúka pengar fyri at
ávirka
amerikanskar
politikarar og embæti-
smenn er ikki nakað
nýtt, og tað verður eisini
gjørt.
Sambært norsku tíð-
indastovuni NTB hava
norskar fyritøkur brúkt
meiri enn 30 milliónir
krónur til at ávirka
amerikanskar politikarar
tey seinastu sjey árini.
Oljufelagið Statoil er ein
teirra,
og
fyritøkan
hevur brúkt fleiri milli-
ónir krónur fyri at fáa
amerikanarar at góð-
taka, at hon er virkin í
londum sum Iran, Irak
og Libya.
Kunningarstjórin hjá
Statoil, Kai Nielsen,
sigur, at USA hevur sett
tiltøk í verk ímóti Iran,
og tí hevur tað verið
umráðandi hjá Statoil at
forða fyri, at tiltøkini
skulu raka virksemi fe-
lagsins
har.
Børge
Brende, vinnumálaráð-
harri, hevur einki ímóti,
at Statoil brúkar pengar
fyri at verja sít umdømi í
USA, skrivar NTB.
Nú verður
hann tikin
Í fleiri ár hevur løg-
reglan í Albania roynt at
taka brotsmannin Riza
Malaj, og hóast løgregl-
an meiri enn eina ferð
hevur verið í skotbar-
daga við hann, er hann
sloppin undan henni
hvørja ferð.
Men nú bendir nógv á,
at hann verður tikin. Nú
ein dagin var Riza Malaj
farin at veiða síl við
dynamitti, og tá var
hann so óheppin, at ein
løðing gekk av, meðan
hann fekst við hana.
Hann misti báðar hend-
urnar og fekk eisini
skaða í eyguni. Tað
eydnaðist
honum
at
koma til eitt lítið sjúkra-
hús nærhendis markin-
um til Kosovo, men
hóast hann hevur fingið
tilboð um at sleppa á eitt
størri og betri sjúkrahús
í høvuðsstaðnum Tirana,
hevur hann sýtt fyri at
taka av, skrivar Reuters,
tí hann er bangin fyri at
verða tikin. Men tað ger
tað sama, sigur løgregl-
an, tí hann verður tikin
kortini.
Riza Malaj, sum er
best kendur sum tann
seinasti
"cowboy"
í
Albania, hevur hildið
albansku løgregluna fyri
gjøldur
tey
seinastu
fimm árini.
UTTAN ÚR HEIMI
Tær bretsku kvinnur-
nar siga seg ikki hava
álit á Tony Blair, for-
sætisráðhara longur,
og tí umhugsa nógvar
teirra at atkvøða fyri
hinum flokkunum
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nógvir bretar eru av teirri
uppfatan, at Tony Blair,
forsætisráðharri, var ikki
nóg reiðiligur, tá tað snúði
seg um kríggið í Irak, og
kanningar vísa, at serliga
kvinnurnar hava ilt við at
líta á hann longur.
Tað er ikki bara kríggið í
Irak, sum fær nógvar
kvinnur at venda Blair
bakið.
Kvinnurnar
eru
heldur ikki nøgdar við ES-
politikkin hjá stjórnini, og
so halda tær, at stjórnin
hevur gjørt alt ov lítið við at
bøta um umstøðurnar á
sjúkrahúsunum.
Eitt annað málsøki, sum
sambært kvinnunum hevur
ligið á láni tey seinastu
árini, er skúlaverkið, og tað
ger,
at
nógvar
ungar
mammur helst fara at at-
kvøða fyri teimum kon-
servativu ella Liberaldemo-
kratunum hesaferð, skrivar
Reuters.
Sambært einari spurnar-
kanning eru tað bara 28
prosent av teimum bretsku
kvinnunum, sum hava álit
á, at Tony Blair er reiði-
ligur. Í 1997 hildu 54 pro-
sent av vkinnunum hann
vera reiðiligan.
Nýggi formaðurin í
danska javnaðar-
flokkinum; Helle
Thorning-Schmidt,
hevur boðað frá
einari nýggjari
byrjan, men hon fær
ein torføra uppgávu
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Við 24.261 atkvøðum vann
tann 38 ára gamla Helle
Thorning-Schmidt
for-
mansvalið í danska javn-
aðarflokkinum. Mótvalevni
hennara, Frank Jensen,
fekk 21.348 atkvøður.
Politiskir eygleiðarar eru
á einum máli um, at tað var
boðskapur hennara um ný-
hugsan og at beina burtur
allar gamlar innanhýsis
ósemjur í flokkinum, sum
gjørdu, at Helle Thorning-
Schmidt vann formans-
valið. Í takkarrøðuni gjørdi
hon eisini greitt, at tað er
ikki pláss fyri bólkum í
flokkinum longur.
– Øll er vælkomin, men
tey, sum ikki vilja koma
við, mugu sita við hús,
segði hon. Tann fyrsta av-
leiðingin kom longu beint
aftan á valúrslitið, tá for-
maðurin í tingbólkinum,
Pia Gjellerup, boðaði frá, at
hon segði formanssessin
frá sær. Í gjár skuldi Helle
Thorning-Schmidt manna
leiðsluna í fokkinum av
nýggjum, og roknað varð
við, at fleiri ungar kreftir
fóru at sleppa framat. Tann
gamla tíðin við Nyrup,
Svend Auken,
Mogens
Lykketoft, Piu Gjellerup og
øðrum er farin, skrivaðu
donsku bløðini í gjár.
Tær seinastu vikurnar
hevur
Helle
Thorning-
Schmidt lagt sent á, at
javnaðarflokkurin skal flyta
seg nærri miðjuni í donsk-
um politikki. Hetta er ein
kós, sum Poul Nyrup Ras-
mussen fór undir í nítiár-
unum, og sum javnaðar-
flokkarnir í Bretlandi og
Niðurlondum eisini hava
valt. Men nýggi formaðurin
skal ansa sær, tí ein treyt
fyri, at hon kann loysa
Anders Fogh Rasmussen
av, er, at teir vanligu stuð-
ulsflokkarnir hjá javnaðar-
flokkinum kunnu góðtaka
politikk hennara.
Kann hon basa Fogh?
Kvinnurnar rýma frá Blair
Helle Thorning-Schmidt vann formansvalið í danska javnaðarflokkinum, men uppgávan verður trupul
Mynd: Reuters
Tony Blair. Bara 28 prosent
av teimum bretsku kvinn-
unum halda hann vera
reiðiligan
Mynd: Reuters