fríggjadagur 15. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 71 - 15. apríl 2005
Í hesum døgum fram-
føra ungdómar úr
Losjuni í Gøtu leikin
"Steinur teirra vísu",
sum snýr seg um
blindu dóttrina hjá
sultaninum.
SJÓNLEIKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru ikki færri enn 14
ungdómar í aldrinum 12-14
ár, sum spæla teir 22 leik-
lutirnar í leikinum. Ung-
dómarnir hava sína dagligu
gongd í Losjuni í Gøtu, og
tað er eisini har, at leikurin
verður sýndur.
Tríggir leikstjórar
Tað eru tey trý Torgerð
Hansen, Magni Poulsen og
Nanna Rosa Sleire, ið hava
leikstjórnað leikinum, og
tey hava í felag eisini staðið
fyri búnunum og pallsmíð-
ini.
Tað er Grethe Thomsen,
ið hevur skrivað leikin, og
Niels Nattestad hevur týtt
hann til føroyskt.
Leikurin fer fram í India
og snýr seg um ungu,
blindu dóttrina hjá sultanin-
um, og hvussu hon fær
sjónina aftur. Við í leikin-
um eru eisini álvagentur,
trøll og vill djór.
Frumsýningin av leikin-
um var mikukvøldið, og í
gjár var leikurin sýndur fyri
børnum, sum ganga í dag-
stovni ella dagrøkt í Gøtu.
Sunnudagin klokkan fýra
verður fyrsta almenna sýn-
ingin, og leikurin verður
eisini sýndur týskvøldið,
mikukvøldið og hóskvøldið
klokkan sjey.
Í komandi viku verða
eisini fleiri framførslur fyri
skúlaflokkum um dagin.
Ein av leikstjórunum,
Torgerð Hansen, greiðir
frá, at teir 14 ungdómarnir,
ið framføra leikin, hava
vant dúgliga og hugagott í
fleiri mánaðir.
Gøtuungdómar
framføra ævintýr
?^opfipsfh^o
qfi Sbol Jla^
^q ^o_bfƒ^ coÊ .+ grkf qfi 0.+ abp+ /--2
Sfq _gˆƒ^7
Bfqq pmbkk^kaf criiqÒƒ^opq^os Ò jˆq^e^kaif Ò PJP+ C∞oibfh^ho∞s7
Q^kk) fƒ pbqqro sboƒro) ^o_bfƒfo pgÊispq∞ƒrdq ld sfƒ Ê_voda+ Sfkpbjf) ÊdoŁqkf ld lmfkibfhf bor bfpfkf qŁakfkd^ojfhifo bdfkibfh^o) ld _bpq bo) rj sfƒhlj^kaf ebsro ¸q_¸dsfkd bii^ olvkafo fkk^k ^o_bfƒf Ò jˆq^e^kaif+
I∞k7
QÒj^i∞k p^jps^o^kaf d^ia^kaf qÒj^i∞k egÊ P # H+
Rjpˆhkfo phrir pbka^pq qfi7
Sbol Jla^
?lu .-04
..- Qˆope^sk
Ò pbfk^pq^ i^df /2+ ^moÒi /--2
Ungdómarnir, ið framføra
leikin "Steinur teirra vísu"
eru allir úr Gøtu.
Mynd: Jonhard Hammer
Leikurin snýr seg um ungu, blindu dóttir sultanin, og hvussu
hon fær sjónina aftur.
Mynd: Jonhard Hammer