leygardagur 16. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 • Vikuskiftið 16.–17. apríl 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Frá Iron Lady
til SpinBoy
Tinghellan síða
tórbjørn jacobsen
Allir politiskir flokkar í øllum
heiminum sóu tað sum sína for-
nemstu uppgávu, at hava eina
avís koyrandi. Eisini í Føroyum.
Vit minnast 14. September,
Dagblaðið, Tingakross, Izvestia í
Moskva, Fólksins Dagblað í
Peking, Gramna í Havanna og so
allar tær vinstra sekterisku
avísirnar, ið komu og fóru. Meiri
eitt slag av kundarøkt fyri limir-
nar, heldur enn at geva landsins
íbúgvum objektivan tíðindaflutn-
ing, sum greiddi heldur enn
fløkti samfingnu myndina av
samfelagnum. Dimmalætting
hevur havt eina serstøðu, sum
blaðið, ímeðan Sosialurin var
tann einasti, sum yvirlivdi skiftið
frá at vera ein desiderað partíavís
til at vera ein avís, sum onnur
enn kjarnuveljarin hjá Javnaðar-
flokkinum tímdi at lesa.
Hví mundi tað nú ganga
soleiðis?
Tað finnast menniskju, sum
eru avísnarkomanar. Eri eitt av
teimum. Ættarbregði. Tað byrjaði
í uppvøkstrinum. Bløðini vóru
har. Umhvørvið var ikki serliga
sosialdemokratiskt, tað rakk ikki
til eitt abonnement, men Sosial-
urin varð keyptur, tá ið børn hjá
javnaðarfólki komu í dyrnar og
seldu hann. Hetta var tíðin, tá ið
Dam, Danbjørg og Øregaard
ráddu fyri borgum. Og Sosialurin
kappaðist við aðrar politiskt
sekteriskar avísir í landinum.
Ivasamt man vera, hvussu stóran
týdning hesar avísirnar høvdu
fyri flokkarnar, sum fráleið. Í
mestan mun konserverandi.
"Røttu" boðini komu frá floks-
leiðsluni út til kjarnuveljaran,
sum vísti sítt solidariska
sinnalag, tá ið hann keypti
floksins rødd, líkamikið hvør ið
flokkurin annars var.
Partíavísirnar gjørdust ein
doyggjandi rasa. Redaktørarnir
bardust ein heroiskan bardaga,
men har gjørdist onki. Knút
Wang, Óli Breckmann, Ólavur
Michelsen, Erlendur Patursson,
Marius Johannessen o.s.fr. Tíðar-
andin kravdi eitt nýtt konsept.
Óheftan tíðindaflutning, soleiðis
at lesarin sjálvur kundi gera
niðurstøðurnar útfrá skrivaða
orðinum. Og løðarsteinurin hjá
Sosialinum gjørdist Jan Müller. Í
góðari tíð sá hann vandan í
gamla konseptinum og var
heldur ikki so sosialdemokratiskt
tyngdur genetiskt, at hann ikki
fekk vent gongdini til tann
Sosialin, sum vit kenna ídag.
Hetta umskiftið, og tað at
halda fast um kósina, hevur
ivaleyst kostað honum mong
skursl í sálini. Kenni eg kynið í
politikarunum rætt, so hava teir
inkarneraðu javnaðarmenninir
ikki fýrt fyri at buka hann í
høvdið við partabrøvunum, um
flokkurin í eini útgávu ikki var
raðfestur hóskandi, ella um nú
onkur politikari úr øðrum flokki
hevði tiltuskað sær eitt ov
sjónligt pláss, og tað ringasta var
sjálvandi, um onkur komdi sær
at tosa ímóti sjónarmiðunum hjá
eigarunum. Jan hevur siglt
ímillum skerini og hevur megnað
ótrúliga væl at hildið fast um
kósina, sum hann sá sum hina
einastu røttu fyri so nógvum
árum síðani. Og upplagið hjá
blaðnum í dag er besta prógvið
um, at hann hevði rætt.
Seiggi skal til. Hvaðani hann
hevur tað, er ilt at meta um.
Kanska frá ommuni, Frú Müller,
útgerðarkvinna, formaður í
Føroya Reiðarafelag, bróðirdóttir
ein fyrrverandi danskan forsætis-
málaráðharra. Abbi mín leigaði
eitt skip frá henni undir krígnum,
Misteltoe, sum varð søkt av
týskum bumbum og mortaraeldi.
Og hann helt nógv um hesa
megnarkvinnu. Sjálvur lærdi eg
henda fryntliga redaktørin at
kenna í sjeytiárunum, tá ið vit
báðir spældu hondbólt við Neist-
anum. Hann er nakað eldri, so
vit unglingar vandu saman við
teimum eldru, og Jan bardist sum
úlvur á skóg inni á strikuni.
Treivst í marginalinum. Seinni
gjørdist hann kendasti billiard-
spælari í landinum. Men helst
vildi hann vera redaktørur. Tað
bleiv hann, og við hansara
arbeiðssemi, hugskotsorku,
idealismu og fantasii verður
hann verandi redaktørur so
leingi, sum pulsurin slær.
Og hann er ikki bara redaktør-
ur í dagtímunum og frá mána-
morgni og til stutt eftir døgurða
fríggjadag. Ein vinmaður visti at
siga mær, at nú er norska VG
størsta avísin í Norðurlondum.
Tann heiðurin hevur svenska
Expressen annars átt í fleiri
mannaminni. Expressen hevur
skift leiðslu fleiri ferðir í roynd
at fóta sær og vinna tað aftur,
sum teir hava tapt. VG hevur
havt somu leiðslu í nógv ár. Tað
verður nevnt sum ein av orsøk-
unum og kanska tann týdningar-
miklasta av øllum til, at tað
hevur hilnast so væl hjá VG.
Eingin ivast í, hvør tað er, sum
myndar avísina. Soleiðis er tað
eisini á Sosialinum. Og tað ber
altíð til at fáa fatur á redaktør-
inum. Sólarringin runt, sjey
dagar um vikuna og 365 dagar
um árið er hann at hitta. Tað
sigur alt.
Havi havt mítt stríð av
Sosialinum. Serliga stutta tíðar-
skeiðið eg sat sum landsstýris-
maður í mentamálum. Javnaðar-
floksins politiski Benjamin, John
Johannessen, var stríggin at fáast
við, hann var í krovinum á mær
frá morgni til myrkurs. Og tá eg
einu ferðina, strongdur, østi meg
út eftir tangentunum, var hann so
besnissaður at hann setti band-
upptakaran frá og brúkti alla
forsíðuna dagin eftir til at seta
fram eina óredigeraða bandupp-
tøku. Tað kundi ikki spæla væl
av. Har fekk hvør sítt, og serliga
løgmaður stóð fyri skotum.
Kreppa. Í skundi koyrdi eg út á
Argir fyri at vita um tilbar at
royna onkra rætting í hesi ung-
dómligu ekstasuni hjá núverandi
unga alva Javnaðarfloksins. Teir
sótu har sum eitt annað politiskt
tribunali, Jústines, Eirikur og
John. Greinin stóð á skerminum
búgvin at senda. Har var onki at
gera. Í tí eg fór á dyr, slepti eg
setninginum: Tit vita, hvat hetta
kemur at kosta ministaranum. Tá
repliseraði Jústines úr Oyndar-
firði so sarkastiskt: Tað er ikki
hvønn dag, at ein blaðmaður fær
skalpin av einum landsstýrism-
anni. Tað hendi so ikki ta ferð-
ina. Tað skal tó sigast, at Jan
Müller var staddur uttanlands, tá
ið hetta hendi, og hann hevði
harvið onki við málið at gera.
Hatta er farið.
Og Sosialurin er nógv mentur
síðani. Serliga hesi seinnu árini.
Síðani Fregnir fór í søguna, vildi
onkur sagt. Men síðani er blaðið
vorðið væl breiðari og er blivið
eitt tjakforum, sum vil nakað.
Tinghellan har frægastu skribent-
arnir og kanska heilarnir við í
landinum seta fram nakrar
greiningar, ið sum oftast breiða
seg sum ringar út í samfelagið og
elva til tjak millum manna.
Ítrótturin. Og ikki at forgloyma
tær raffineraðu tekningarnar hjá
Óla P., sum eru í heimsklassa.
Tað einasta, ið at kalla er eftir av
sosialdemokratiskum betongi, er
oddagreinin. Sum oftast verður í
henni avdúkað, at Javnaðar-
flokkurin eigur 100% av parta-
peninginum í fyritøkuni, sum
gevur blaðið út.
Havi sjálvur átt nakað væl í
eini avís, veit harvið hvussu
møðsamt tað er at fáast við.
Bæði so og so. Leggi tí heldur
onki í, um Javnaðarflokkurin
eigur Sosialin, men fyri sam-
felagið hevði tað kanska verið
betri, um flokkurin skeklaði seg
burtur úr blaðnum og inn-
kasseraði harðan valuta fyri góðu
forætningina, sum Jan og
hansara fólk bankaðu upp úr eini
politiskari missiónstraktat.
Nú flytir Sosialurin inn í
kjarnuna í høvuðsstaðnum og
harvið miðdepilin í landinum.
Skilji at ætlaninar eru mangar.
Sagt verður at bara fantasiurin
setir markið, men soleiðis er tað
ikki hjá Sosialinum, soleingi
hann hevur ein blaðstjóra, sum
onki mark hevur í hugrákinum.
Skilst at húsið í Vágsbotni meira
verður ein kulturradikal
institutión heldur enn eitt vanligt
blaðhús. Har andin er fríur. Har
høgt er til loftið og vítt er til
veggja. Har menn og kvinnur úr
øllum observansi sleppa til
orðanna. Ein mentanarlig,
filosofisk og politisk bráðpanna,
sum kann lyfta tær andaligu
Føroyar eitt vet upp afturat.
Væl gingið Jan Müller. Tú
tambaði bogan og rakti føroyska
pulsin í solar plexus.
Jan tambaði bogan og rakti
føroyska pulsin !