Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 43 TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson finnbogi@post.olivant.fo Tað man vera ivasamt, um nakað føroyskt blað hevur ligið so væl fyri og havt so góðar umstøður sum Sosialurin, nú flutt er inn í handilshølini hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni. Hetta er í sjálvum býarkjarnan- um, har nógv fólk er at hitta hvønn einasta dag, sjófólk, út- róðrarmenn og serliga land- krabbar. Her eru handlar, hotell, Tinganes í nánd og Tinghúsið og Undirhúsið eitt hanagleiv burturi. Útsýnið á Vestaruvág lyftir sinnið upp á teimum, sum her starvast. Og stutt er hjá javnaðar- og øðrum tingmonn- um at gera eitt rend oman á blaðið at fagna blaðstjórum og blaðfólkum fyri dygdargott arbeiði. Ella kanska fyri at - grenja eitt sindur, tí teir ikki eru slopnir nóg væl upp í part, hvør veit? Rætt skal vera rætt: heilt nýtt fjølmiðlaøki er tað ikki, her niðri í Havnini. Dimmalætting helt í mong Harrans ár til í Erling Jalsgøtu, beint oman fyri Tryggingarfelagið Føroyar, og 14. September var somuleiðis í mong ár á Bryggjubakka, í syðra enda á húsinum hjá Fiski- mannafelagnum, har sum handilin Glæman nú er. Tann triði fjølmiðilin á leiðini var Útvarpið, sum húsaðist á Bryggjubakka í útivið fjórðings øld. Trupulleikin á Dimmalætting og Fjúrtanda var, at bløðini skuldu hava prentsmiðju í sama húsi, sum redaksjónin var í ár. Dimmalætting hevði eini hampiliga stór hús, men helvtin av tí fór til prentsmiðjuna. Fjúrtandi hevði smá hølir, og meginparturin fór til prent- smiðjuna. Sjálv redaksjónin helt til í einum kurpali. Nýmótans tøkni ger, at hes- um sleppur Sosialurin undan í teimum nýinnrættaðu, snotuligu hølunum í Vágsbotni. Har er ongin gangur av einari pressu, onki svans av svertu, einki pappírsórudd. Har eru bara skrivstovur, skriviborð, teldur, Internet, telefonir, køkur, kantina, fundarhøli og mangt annað flott. Har eru umstøðu- rnar at gera eitt blað av teimum bestu. Minst líka góðar sum á Dimmalætting, sum annars fekk skilt prentsmiðjuna og blað- og bókaarbeiði væl hvørt frá øðrum, tá flutt var í tey stásiligu húsini á Smyrilsvegi. Munurin á umstøðunum hjá báðum bløð- unum í dag man ikki vera annar enn tann, at Sosialurin liggur í einum meira livandi umhvørvi enn Dimmalætting - og Útvarp- ið. Tøknifrøðin ger tað ómøgu- ligt at samanbera blaðútgávu í dag og so blaðútgávu bara fyri góðum 30 árum síðani. Tá byrjaði tann nýggja tøknin at vinna fram, og tað bar til at gera bløð við størri síðutali og fleiri myndum. Hóast nógv betri tøknifrøði er blaðheimurin vorðin fátækari á tann hátt, at færri bløð koma út. Alt gerst av tí sama meira einsrættað. Fyri sjálvstýrisvongin í før- oyskum politikki má blaðsøgan sigast at vera ein sorgarsøga. Fara vit 100 ár aftur í tíðina vóru tað tvær avvísir, sum domineraðu føroyska blað- marknaðin: Dimmalætting, sum kom út fyrstu ferð í 1878, og Tingakrossur, sum kom í 1901. Tá føroyskur politikkur varð býttur sundur í ein Sambands- flokk og ein sjálvstýrisbólk í 1906, gjørdust hesi bæði bløðini flokspolitisk. Dimmalætting gjørdist sambandsblað, Tinga- krossur sjálvstýrisblað. Munurin á bløðunum sást longu í heitinum: Dimmalætting var "Amtstidende for Færøer- ne", meðan Tingakrossur hevði undirtittulin "frisindet politisk og oplysende ugeblad". Eg veit tað ikki fyri vist, men mær er sagt, at Tingakrossur hevði størri upplag enn Dimmalætting tey fyrstu árini eftir, at hann kom út á fyrsta sinni. Í dag - ja, í dag er Dimma- lætting framvegis annað av landsins stóru bløðum, meðan Tingakrossur er farin fyri bakka. Onnur politisk bløð vóru blaðið hjá Javnaðarflokkinum Føroya Social-Demokrat, sum kom fyrstu ferð í 1927, og fólkafloksblaðið Dagblaðið, sum kom fyrstu ferð í 1934, og sum tey fyrstu árini kom út 6 ferðir um vikuna. Tað var eitt satt roysni. Hesi bløðini vóru avgjørd floksbløð og høvdu tí avmarkað upplag so leingi, tey vóru tað. Tó skal viðmerkjast, at Dagblaðið hevði eitt hampil- iga stórt upplag í sjeyti- og áttatiárunum, meðan Óli Breck- mann var blaðstjóri, hóast blaðið framvegis mest hevði politiskt innihald. Í 1947 kom 14. September á marknaðin og var líka politiskt blað sum tey undannevndu. Men í seinnu helvt av sjeyti- árunum fekk blaðið ta fyrstu offsett-prentsmiðjuna í land- inum. Nýggj tøknifrøði og nýggir møguleikar. Tað økti eisini um upplagið, sum kom upp um 3.000. Men sum ikki einaferð í Tjóðveldisflokkinum endaði alt í rumbli og roki, og nú eru nøkur ár, síðani Fjúrt- andi fór fyri bakka eins og Tingakrossur og Dagblaðið. Sjálvstýrisvongurin hevði einki blað eftir. Tær óheftu Fregnir heltu sjálvstýrisvegin, men eisini tann royndin var stutt. Burtursæð frá teimum fyrstu árunum í 20. øld var Dimma- lætting mestsum einaráðandi á marknaðinum, hvat upplagi viðvíkti. Einasta blað, sum gav Dimmu ein skarpan gang í upplagi, var tað politiskt óhefta Tíðindablaðið, sum kom út í 11 mánaðir frá mars 1974 til februar 1975. Upplagið hjá Dimmalætting var tá 9.000 bløð. Tá Tíðindablaðið gavst, var upplagið 6.700 bløð, harav 4.000 haldarar. Nú fór Sosialurin so við og við at taka seg fram. Roynt varð at gera blaðið meira óheft av Javnaðarflokkinum, og tí var heitið "Sosialurin" broytt til "Tíðindablaðið Sosialurin". Hetta tóktist at geva vinning, men fyri nøkrum árum síðani sleptu teir aftur orðinum "Tíðindablaðið". Hví tað mundi vera, duga onnur betur at greiða frá enn eg. Greitt er tó, at bæði Dimma- lætting og Sosialurin hava gjørt sær ómak við at gerast leysari av Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Dimma- lætting hevur altíð fíggjarliga vera leys av flokkinum. Tað hevur Sosialurin ikki. Kortini kann vist sigast, at hendan gongdin hevur í upplagi gagnað Sosialinum mest. Sambært teirra egnu upplýsingum verður Sosialurin nú prentaður í fleiri eintøkum enn Dimmalætting, sum hevur havt heldur nógv reyð tøl niðast á roknskapinum tey seinnu árini. Týskvøldið prátaði eg í tele- fon við ein mann um mangt og hvat. Einaferð sigur: - Og nú fáa vit Dimmalætting ókeypis inn um dyrnar. Og løtu seinni skoytir hann uppí: - Eg vænti, at Dimma- lætting fer skjótt at snara lykilin um! Tað er ringt hjá mær sum tjóðveldismanni at gráta, um Dimma noyðist at gevast. Og dó. Hóast øll góðynski fyri Sosialin í nýggja Miðlahúsinum í Vágsbotni, vóni eg ikki, at Sosialurin fær monopol á føroyska blaðmarknaðinum. Miðlahúsið og blaðheimurin eitur tað á hesum sinni hjá Blair og Labour. New Labour fann fyri átta arum síðani triðja vegin. Sosial- politkkurin hevur havt stóran týdning fyri Blair, men grund- leggjandi munur er á bretsku samfelagsskipanini og henni, vit kenna í Norðurlondum. - Tekin eru um, at Blair ætlar at royna meira skandinaviskan politikk, men tað verður fram- vegis marknaðarbúskapurin sum ræður, sigur Louis Apol Wilson. Kappingarneytin Størsta og kanska einasta hótt- anin hjá Blair eru teir konserva- tivu. Síðani John Mayor við eitt brak tapti fyri Tony Blair í 1997 hevur Konservativi flokkurin verið í fríum falli. Garvaði Michael Howard skal royna at fáa flokkin aftur til maktina, men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Hann er farin í hernað móti Blair við útlendingamálum og kriminaliteti sum høvuðsevni. Michael Howard er sjálvur sonur ein rumena. Hansara útlendinga- politikkur skal ikki blandast við tann hjá eitt nú Dansk Folke- parti, ávarar Louis Apol Wilson ímóti. Liberal Democrats er trið- størsti flokkur í Bretlandi, men hesin flokkurin hevur at kalla onga vón um at røkka forsætis- ráðharrasessinum. - Trupulleikin hjá teimum Konservativu er, at fólk mistu álitið á teir eftir John Mayor. Síðani hevur flokkurin verið spjaddur. Meðan Blair hevur nútímansgjørt Labour, so hevur eingin sterk leiðsla verið at sæð hjá teimum konservativu, sigur Louis Apol Wilson. Bæði William Hague og Ian Douglas Smith royndust illa sum formenn fyri Konservativa flokk- in, og tað verður gitt, at 63 ára gamli Michael Howard fer frá sum formaður, um flokkur hansara ikki vinnur valið. Lítið ES Stórur munur er á ES politikk- inum hjá teimum Konservativu og Labour. Vinna teir Konserva- tivu valið, kann tað fáa avleið- ingar fyri bretsku staðfestingina av ES grundlógini. Flokkurin hevur sagt, at hann ikki tekur undir við grundlógini, í tí líki hon var samtykt, og hevur sagt at teir fara at ynskja nýggjar samráðingar. Men Louis Apol Wilson veit at siga, at ES spurningurin fyllir ógvuliga lítið í politiska lands- lagnum í løtuni. Tony Blair hevur sagt, at ein fólkaatkvøða skal haldast um ES traktatina í Bret- landi. Sigur til Blair Við seinasta val fyri fýra árum síðani fekk Labour heili 412 sessir í The House of Commons ella Undirhúsið. Konservativi flokkurin fekk 166 og Liberalu demokratarnir fingu 52 sessir. Aðrir smærri flokkar fingu í alt 29 tingsessir. Vert er at leggja til merkis, at Konservativi flokkurin fekk bert níggju prosent minni av samlaðu atkvøðunum, men serliga First past the post skip- anin ger, at Labour kann hava ein so ovurstóran meiriluta. Valluttøkan var bert 58% við seinasta val. Louis Apol Wilson roknar við, at munurin minkar millum stóru flokkarnar, men tað verður fram- vegis Blair, sum fer at ráða fyri borgum. vur undanvind