leygardagur 16. apríl 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 72 - 16. apríl 2005
Eitt fulltíðarstarv
sum
sløkkiliðsleiðari
á sløkkiliðsstøðini hjá Klaksvíkar
Kommunu er við hesum leyst at søkja
Starvið / ábyrgd:
Sløkkiliðsleiðarin hevur tilvísing til býarverkfrøð-
ingin og hevur ábyrgdina av sløkkiliðsstøðini og
liðnum,og øllum virksemi,sum verður gjørt útfrá
sløkkiliðsstøðini. Tann, ið settur verður, má tola
bygnaðarbroytingar, har fleiri uppgávur – eisini
leiðandi uppgávur – kunnu verða lagdar afturat
starvinum.
Uppgávurnar:
Uppgávurnar hjá sløkkiliðsleiðaranum eru sera
fjølbroyttar. Nakrar av teimum eru:
• leiðsla og ábyrgd av deildini
• tilbúgving á landi og sjógvi
• skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini
• skipa fyri útbúgving av sløkkiliðsmanningini
• hava eftirlit og umsjón við allari útgerð á
støðini
• umsita og luttaka í vaktarskipanini
• umsita tilkalliskipanina hjá
sløkkiliðsmanningini
• umsita brandpostar, skorsteinar o.a.
• at ráðgeva kommunalu umsitingini
í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið
• gera uppskot til fíggjarætlan
• brunamálsviðgerð
Eginleikar / førleikar:
Neyðugt er, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving og nøktandi
leiðsluførleika
• kanst vera á støðini innan 5 min frá fráboðan
• hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg.
• hevur víðkað fyrstuhjálparprógv
• hevur prógv frá Statens Brandskole sum
innsatsleiðari
• hevur heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk
• hevur nøktandi revsiváttan
• hevur áræði, ert arbeiðssamur og røkin
• hevur góð samstarvsevni, ert opin
og fyrikomandi og
• hevur telduførleika á grundstøði
Til ber at útvega sær umrøddu prógv í fyribils-
starvi, ið er hægst 1 ár, tá støða til endaliga setan
verður tikin.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður at seta skjótast tilber. Lønarsam-
sýningin er ein samráðingarspurningur millum
avvarðandi partar.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til býar-
verkfrøðingin ella býráðsskrivaran, tlf. 41 00 00.
Umsóknir, saman við prógvum, møguligum við-
mælum v.m., vera at senda til:
Klaksvíkar býráð
Postsmoga 2
700 Klaksvík
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
2. mai 2005.
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi
verða frá 1.august 2005 at rokna 5-7 føst størv leys
at søkja sum adjunktur/lektorur við faksaman-
seting ætlað til lærugreinaraðið í studentaskúlum
og HF-skeiðum. Søkt verður eftir lærarum við hes-
um lærugreinum:
danskt, enskt, filmur/sjónvarp, føroyskt, heim-
speki, ítróttur, lívfrøði, spanskt, støddfrøði,
teldufrøði og týskt.
Harumframt eru 11-13 ársvikariat í lærugreinun-
um:
alisfrøði, danskt, enskt, franskt, føroyskt, geo-
grafi, ítróttur, latín, lívfrøði, samfelagsfrøði,
støddfrøði, søga og týskt. (møguliga saman við
eini av lærugreinunum sum nevndar eru undir
føstu størvunum).
Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði fyri
setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í
námsfrøði,sum Mentamálaráðið skipar fyri í august
2005 - í viku 32. Nýsett starvsfólk skulu sambært
føroyskari kunngerð um námsfrøði hava staðið
námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagi tvey ár eftir
setanardagin.
Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent á,
at umsøkjarar hava kunnleika um føroyskt mál og
føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar eru
áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin leggur
somuleiðis dent á góð samstarvsevni og at
umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av
einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har
samstarv, kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir
eru týðandi tættir
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður
umsøkjarum við vantandi føroyskum málførleika
og vantandi kunnleika um føroysk samfelagsviður-
skifti.Tað vil siga,at umsøkjarin verður settur í tíðar-
avmarkað starv fyri tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin
hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur
millum verandi bústað og Føroya Studentaskúla og
HF-skeið. Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000 kr.
fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn vegin – gevið
gætur – upphæddin er skattskyldug. Ætlar umsøkj-
arin at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið,
skal umsøkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum
føti við aðrar umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda
sær til skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans
stevnumið,um teir venda sær til leiðslu skúlans ella
kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo
Umsókn á oyðublaði frá YF ella frá GL verður stílað
og sent til
Føroya Studentaskúli og HF-skeið,
att.: Mads A.Winther, rektari, Hoydalar,
FO - 188 Hoyvík, Føroyar
í seinasta lagi 3. mai 2005.
Avrit av próvtøkuskjølum ella úrskrift úr próv-
tøkuprotokoll skulu sendast saman við umsóknini.
Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis í mai.
FØROYA STUDENTASKÚLI
OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • FO-188 Hoyvík
Tlf. 312973 • Fax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: kl. 8.00-15.00
Avlýsing av
tvingsilssølu
Tvingsilssølan yvir fast-
ognina matr.
nr.
16,
Norðradali, við tilhoyri
tilhoyrandi P/f Dalásmolt
(AS 7/2005), ið skuldi
verða fríggjadagin tann
6. mai 2005, kl. 13.00, er
avlýst.
Føroya Fútarættur
tann 14. apríl 2005
Avlýsing av
tvingsilssølu
Tvingsilssølan yvir leysa-
fæ, aliútgerð og aliloyvi
tilhoyrandi P/f Sørvágs
Laks umframt fastognirn-
ar matr. nr. 246, 247 og
248, Sørvági, eigari Sp/f
Raspan, (AS 5, 6, 9 og
10/2005), ið skuldi verða
fríggjadagin tann 6. mai
2005, kl. 13.00, er avlýst.
Føroya Fútarættur
tann 14. apríl 2005
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3920
Navn: Sp/f Lítlatrøð 10
Adressa: Lítlatrøð 5,
100 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Stovningardato: 22-02-2005
Viðtøkudato: 22-02-2005
Stovnarar:
Vilhelm Seyer Hansen,
Lítlatrøð 7, 100 Tórshavn
Bjørg Seyer Hansen,
Lítlatrøð 5, 100 Tórshavn
Rógvi Seyer Hansen,
Lítlatrøð 10A, 100 Tórshavn
Svanhild Seyer Andersen,
Lerager 38, 3600
Fredrikssund
Nevnd:
Bjørg Seyer Hansen,
Lítlatrøð 5, 100 Tórshavn,
(nevndarformaður)
Vilhelm Seyer Hansen,
Lítlatrøð 7, 100 Tórshavn,
(nevndarlimur)
Rógvi Seyer Hansen,
Lítlatrøð 10A, 100 Tórshavn,
(nevndarlimur)
Svanhild Seyer Andersen,
Lerager 38, 3600
Fredrikssund, (nevndarlimur)
Stjórn:
Vilhelm Seyer Hansen,
Lítlatrøð 7, 100 Tórshavn,
(stjóri)
Grannskoðari:
Sp/f Grannskoðaravirkið
Hermund
Jacobsen,skrás.grannsk, J.
Broncksgøta 16, Box 16,
110 Tórshavn
Partapeningur:
kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
kr. 80.000,00 í øðrum
virðum til kurs 100.
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóra og einum nevndarlimi í
felag ella av tveimum
nevndarlimum í felag.
Endamál:
Endamál felagsins er at reka
og leiga út ognina matr.699i,
Lítlatrøð 10, Tórshavn.
Roknskaparár:
01.01 - 31.12
Fyrsta roknskaparár:
22.02.2005 - 31.12.2005
Skráseting Føroya
tann 14. apríl 2005
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3929
Navn: Sp/f Kvilt
Adressa: Bringsnagøta 2
Postbox 3077, 110 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Stovningardato: 12-04-2005
Viðtøkudato: 12-04-2005
Stovnarar:
Lív Kvilt Lindberg,
Niðaragøta 1, 188 Hoyvík
Rúni Jákupsson Lindberg,
Niðaragøta 1, 188 Hoyvík
Stjórn:
Rúni Jákupsson Lindberg,
Niðaragøta 1, 188 Hoyvík,
(stjóri)
Grannskoðari:
Óli Regin Hansen skrásettur
grannskoðari, Tróndargøta
39, 100 Tórshavn
Partapeningur:
kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið við
undirskrift av stjóranum.
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handverk, handil,
ídnað og annað starv í hesum
sambandi.
Roknskaparár:
01.01 - 31.12
Fyrsta roknskaparár:
12.04.2005 - 31.12.2005
Skráseting Føroya
tann 14. apríl 2005
Kristin Balle
_______________________
Internet