Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 53 Brúðarmyndir Ein hjartans tøll til tykkum øll, ið gleddu okkum á hjúnabandsdegnum 9. oktober 2004. Ein serlig tøkk til foreldur, systkin og øll sum hjálptu til at gera dagin ógloymandi. Jóhanna, Jóhann, Magnus og Gutti Øll sum á einhvønn hátt gjørdu okur dagarnar rundan um okra silvurbrúðleyp so varandi minnisríkar takka okur av hjarta. Tykur gjørdi okur lívið ríkari. Emma og Daniel Johan Øllum tykkum, sum gleddu okkum á hjúnabands- degnum 9. oktober 2004 takka vit hjartaliga. Jenny og Evan – Borgarin er taparin, nú summi fjølmiðla- fólk er partin upp í part við teimum, sum hava valdið, sigur Georg Metz, fjøl- miðlamaður og rit- høvundur, sum vitjar í Føroyum næstu dagarnar VITJAN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í morgin kemur Georg Metz til landið, og næstu dagarnar fer hann at hava fyrilestrar og kjakast ymsa- staðni í Havn og í Klaksvík. Tað er mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar býráði, Dávur Winther, sum hevur fingið vitjanina í lag, og Georg Metz skal millum annað seta hol á eitt kjak um fólkaskúlan í Klaksvík. Georg Metz hevur í nógv ár verið fjølmiðlarmaður, og hann hevur eisini skrivað bøkur og hildið nógvar fyrilestrar. Kjak á Sosialinum Føroyaferðin byrjar í Havn og í nýggja miðlahúsinum hjá Sosialinum, har Georg Metz og Hans Engell leyg- arkvøldið kl. 18.00 hava kjak um miðlar og sam- felag. – Søgurnar í samfelagn- um verður nú snikkaðar til av fólki, sum eru komin úr fjølmiðlaheiminum, men sum nú eru farin upp í part við teimum, sum hava valdið. Størsti taparin av hesum er borgarin, sigur Georg Metz. Almennir fyrilestrar Mánadagin hevur Georg Metz tveir fyrilestrar í Klaksvík. Tann fyrri verður í Býráðshøllini kl. 16.00, har hann fer at tosa um um- siting og miðlar. Tann seinni verður í Ósáskúlan- um kl. 20.00, har hann fer at tosa um fólkaskúlan. Á hesum fundi verður eisini landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni við. Týsdagin kl. 19.30 verð- ur fyrilestur í Norður- landahúsinum, sum hevur fingið heitið » Det danske imperium - eller den dybe forvirring«. Georg Metz fer av landinum aftur mikudagin. - og nýggjur ungdómsportalur á veg Í eina tíð hevur Sosialurin gjørt tíðindini til heima- síðuna hjá Føroya Tele, www.olivant.fo ella eisini betri kend undir heitinum P O R T A L U R I N (www.portalur.fo). Hesi tíðindini hava fyri tað mesta verið gerandisdagar. Men vitandi, at heimurin ikki stendur í stað um vikuskiftini, og at nógv tiltøk fara fram kring alt Føroya land um vikuskiftið eisini hava Føroya Tele og Sosialurin víðkað sam- starvið um at gera tíðindi til Portalin til eisini at fevna um alt vikuskiftið. Her fara at verða bæði føroysk og útlendsk tíðindi leygardag og sunnudag. Umframt vanligu tíðind- ini røkir Sosialurin eisini heimasíðurnar Sportalurin og Pop.fo. Um stutta tíð verður Pop.fo útbygt til ein ungdómsportal. Í løtuni umrøður Pop.fo bert tón- leik. Nýggi ungdómsport- alurin fer at leggja dent á øll ungdómsviðurskifti. Sosialurin fer so í tilknýti til Ungdómsportalin hjá Føroya Tele 14. hvønn dag at hava ungdómssíður í blaðnum. Metz tosar um skúlaog miðlar Georg Metz fer á føroyaferðini hjá sær millum annað at siga sína hugsan um miðlar og makt Tíðindi á PORTALINUM um vikuskiftið