týsdagur 19. apríl 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 19. apríl 2005
31
Kunngerð
um uttangarðsútskiftingarfund
við Gjógv
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt
við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79,
verður boðað til útskiftingarfund mikudagin
20. apríl kl. 10.30 í Gjáar Samkomuhúsi.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Líðin, matr. nr. 231a.
Nevndarlimir eru Jørleif Kúrberg, Tórshavn og
Óluva Joensen, Skopun.
N. v.
Øssur Á. Midjord
útsk.form.
Frá Miðvágs/
Sandavágs Skúla
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloys-
ara fyri reingeringsfólk við Miðvágs/Sandavágs
Skúla at byrja tann 1. juni 2005. Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til umsjónarmenninar.
Umsóknir skulu vera
Hallar- og Skúlanevndini
v/ Georg F. Hansen
370 Miðvágur
í hendi seinast mánadagin 9. mai 2005.
Miðvágs-Sandavágs Skúli
Norðstreymoyar
Handverkarafelag
Ársaðalfundur verður á Maskinmiðstøðini í Kolla-
firði týsdagin tann 19. apríl kl. 17.30.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðal-
fundur hálvan tíma aftaná.
Nevndin
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi
verða frá 1.august 2005 at rokna 5-7 føst størv leys
at søkja sum adjunktur/lektorur við faksaman-
seting ætlað til lærugreinaraðið í studentaskúlum
og HF-skeiðum. Søkt verður eftir lærarum við hes-
um lærugreinum:
danskt, enskt, filmur/sjónvarp, føroyskt, heim-
speki, ítróttur, lívfrøði, spanskt, støddfrøði,
teldufrøði og týskt.
Harumframt eru 11-13 ársvikariat í lærugreinun-
um:
alisfrøði, danskt, enskt, franskt, føroyskt, geo-
grafi, ítróttur, latín, lívfrøði, samfelagsfrøði,
støddfrøði, søga og týskt. (møguliga saman við
eini av lærugreinunum sum nevndar eru undir
føstu størvunum).
Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði fyri
setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í
námsfrøði,sum Mentamálaráðið skipar fyri í august
2005 - í viku 32. Nýsett starvsfólk skulu sambært
føroyskari kunngerð um námsfrøði hava staðið
námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagi tvey ár eftir
setanardagin.
Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent á,
at umsøkjarar hava kunnleika um føroyskt mál og
føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar eru
áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin leggur
somuleiðis dent á góð samstarvsevni og at
umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av
einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har
samstarv, kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir
eru týðandi tættir
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður
umsøkjarum við vantandi føroyskum málførleika
og vantandi kunnleika um føroysk samfelagsviður-
skifti.Tað vil siga,at umsøkjarin verður settur í tíðar-
avmarkað starv fyri tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin
hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur
millum verandi bústað og Føroya Studentaskúla og
HF-skeið. Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000 kr.
fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn vegin – gevið
gætur – upphæddin er skattskyldug. Ætlar umsøkj-
arin at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið,
skal umsøkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum
føti við aðrar umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda
sær til skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans
stevnumið,um teir venda sær til leiðslu skúlans ella
kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo
Umsókn á oyðublaði frá YF ella frá GL verður stílað
og sent til
Føroya Studentaskúli og HF-skeið,
att.: Mads A.Winther, rektari, Hoydalar,
FO - 188 Hoyvík, Føroyar
í seinasta lagi 3. mai 2005.
Avrit av próvtøkuskjølum ella úrskrift úr próv-
tøkuprotokoll skulu sendast saman við umsóknini.
Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis í mai.
FØROYA STUDENTASKÚLI
OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • FO-188 Hoyvík
Tlf. 312973 • Fax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: kl. 8.00-15.00