mikudagur 20. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 74 - 20. apríl 2005
Nú er rættilig gongd
komin á samráðing-
arnar ímillum
arbeiðarafeløgini og
arbeiðsgevararnar
um nýggjan sáttmála
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er rættilig gongd komin
á sáttmálasamráðingarnar á
privata arbeiðsmarknaðin-
um.
Fyrsti fundurin ímillum
arbeiðsgevarafeløgini og
arbeiðarafeløgini var sein-
asta mánadag, tá ið partarn-
ir hvør í sínum lagi løgdu
krøvini fram.
Men mánadagin byrjaðu
so samráðingarnar av álv-
ara og partarnir møttust
aftur í gjáramorgunin.
Og nú er líkt til at sam-
ráðingar verða hvønn dag
til, liðugt er.
Tað er avtalað, at ongin
skal siga nakað um krøvini,
sum sett eru fram, men tað
skilst á samráðingarfólki, at
talan er bæði um lønarkrøv
og um aðrar broytingar í
sáttmálanum.
Arbeiðarafeløgini halda,
at talan er um sámulig krøv,
men arbeiðsgevararnir vísa
nógvum av teimum aftur-
so tað er alt sum tað plagar
at vera.
Sum vanligt eru partarnir
púra ongan veg komnir, so
tíðliga í samráðingunum.
Tað er ikki fyrrenn heilt
fram ímóti evstamarki, at
glið kemur á – um tað
yvirhøvur kemur glið, tí tað
ger tað verri enn so altíð.
Tað vanliga er, at sem-
ingsmenninir mugu uppí,
men báðu tær seinastu ferð-
ina eydnaðist tað heldur
ikki teimum at fáa partarn-
ar at semjast fyrrenn ar-
beiðssteðgur hevði verið í
nakrar vikur.
Tað eru tey fýra arbeið-
arafeløgini, Føroya Ar-
beiðarafelag, Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag og ar-
beiðsmenninir og arbeiðs-
kvinnurnar í Havn, sum
samráðast í felag við ar-
beiðsgevararnar.
Sáttmálin gongur út 30.
apríl. Men eydnast ikki at
finna semju so at seming-
smaður má uppí, hevur
hann heimild at útseta eitt
møguligt verkfall í eina
viku og tað plagar hann at
gera.
Fimta arbeiðarafelagið í
landinum, Klaksvíkar Ar-
beiðsmannafelag,
hevur
ikki sagt sáttmálan upp.
FLAGGDAGSHALD
Flaggdagin
25.
apríl
skipar Havnar Horn-
orkestur sum vant fyri
flaggdagshaldi í Havn.
Klokkan 15 fer skrúð-
gonga við Havnar Horn-
orkestri og skótum úr
nýggja kommunuskúla-
garði oman á Vaglið, har
Malan
Marnersdóttur
flytur fram røðu.
Tann 13. februar fyri
tveimum árum síðani
gjørdist Havnar Horn-
orkestur 100 ár, og tann
13. ferbruar í ár hevði
Gunnar Mikkelsen verð-
ið 100 ár.
Gunnar og Havnar
Hornorkestur hava ikki
bara felags føðingardag
og næstan sama aldur, tí
longu í 1918 gjørdist
Gunnar limur í Havnar
Hornorkestri, har hann
gjøgnum árini m. a.
hevur stjórnað orkestrin-
um, verið formaður og
seinni eisini gjørdist
heiðurslimur.
Vit kenna øll Gunnar
sum tónaskald. Hann
hevur skrivað løg til fleiri
kendar føroyskar sangir,
nevnast kunnu »Várt
land er alfagurt«, »Enn
minnist meg tey høgu
fjøll« og ikki minst
»Dýrd á vík og vág«.
Gunnar hevur eisini
skrivað lag til flaggsang-
in »Sjá tú blánar«, sum
Havnar
Hornorkestur,
umframt vanliga svenska
lagið, spælir á hvørjum
ári til flaggdagshaldið.
Í samband við at
Gunnar Mikkelsen í ár
hevði verið 100 ár, ætlar
Havnar Hornorkestur at
spæla nøkur av hansara
løgum eftir sjálvt flagg-
dagshaldið.
Eru ongan veg komnir
– Arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar eru farnir undir samráðingarnar av álvara. úrslitið fáa vit í seinast lagi at vita tá ið ein vika er farin av mai mánaði
Malan Marnersdóttir
heldur flaggrøðuna í Havn
Leygardagin fór stórt
tiltak fram í Trongis-
vági við tónleiki og
røðum, har Suður-
oyggin, mentanin og
framtíðin varð sett á
breddan
MENTAN
aki@sosialurin.fo
Leygardagin fór tiltak fram
í Trongisvági, ið nevndist
»Suðuroyggin og mentanin
– um 2 ár og um 10 ár«.
Næmingar á ymsum støði í
musikkskúlaskipanini
spældu, eins og kend og
roynd fólk innan tónleik –
ung sum eldri – framførdu.
Røðarar fingu 10 min.
hvør at siga sína hugsan og
at geva síni boð uppá tað, ið
yvirskriftin legði upp til.
Politikarar og onnur nýttu
høvi at minnast aftur á,
men ikki minst koma við
góðum ráðum og boðum.
Bindiklubbamentan, før-
oyskur dansur, tónleikur og
annað kom upp at venda,
men eitt, ið ofta kom fram,
var tørvurin á mentanar-
húsi.
Røðarar
vóru
Elin
Nielsen, Ulf Nordlund,
Søren
Bruun,
Ole
V.
Laursen, Kirsten Strøm
Bech, Olavus Jespersen,
Karin Brattaberg, Johan
Dahl og John Johannesen.
Suðuroy og mentanin á breddan