Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2005 5 Yvirlæknarnir á barnadeildini: Umleggingarnar kunnu verða lívshóttandi Umskipanin av føði- deildini kann hava við sær, at føðideildin missir serkunnleika í eygleiðing av diskret- um sjúkuteknum hjá nýføðingum. Tað kann hava við sær, at fleiri børn koma ov seint í viðgerð, og tað kann verða lívhættis- ligt, siga teir báðir yvirlæknarnarir á barnadeildini, Odmar Færø og Fróði Joensen UMLEGGINGAR Á FØÐIDEILDINI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í einum skrivi, Sosialurin hevur fingið innlit í, siga yvirlæknarnir á barnadeild- ini, Odmar Færø og Fróði Joensen, teirra meining um umleggingarnar á føði- deildini. Teir eru samdir við sjúkrarøktarfrøðingunum í, at slíkar umleggingar áttu ikki at verið gjørdar. – Uppskotið útholar neo- natologisku funktiónina á Landssjúkrahúsinum, siga teir báðir. Teir vísa á, at í Danmark manna ljósmøður ikki neonataldeildir nakra- staðni, teimum vitandi, og tað er neyvan fakliga ella fakpolitiskt haldbart at inn- føra hesa skipanina í Før- oyum. Lívshóttandi Barnalæknarnir vísa somu- leiðis á, at skipanin, sum hon er í dag, hevur nakrar heilt greiðar fyrimunir. – V it halda, sum áður, at tað eru nógvir fyrimunir við tilboðnum hjá barna- konum at verða fimm dagar á barsilsgongini. Tær fáa meira stuðul til bróstagev- ing, trygging av, at barnið fær nóg mikið og trívist, tá tað fer heim, uppfangan og tíðliga viðgerð av sera álvarsomum sjúkum, sum eitt nú gulsótt og viðføddar hjartasjúkur, sum vanliga ikki vísa seg fyrr enn barn- ið er nakrar dagar gamalt, siga barnalæknarnir. Harafturat liggja sjúku pinkubørnini burturfrá øðr- um smittandi sjúklingum, og mammurnar eru longu nær sjúku børnunum og skulu sostatt ikki flytast. Neonatalstovan er sera lítil, og rúmar ikki nógvum fólkum, og tískil kann við- gerðin í nógvum førum gevast inni á vanligu bars- ilsstovuni hjá mammuni. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið taka sær av teimum sjúk- astu børnunum, gerast eis- ini royndar í at kenna aftur og reagera upp á diskret tekin til byrjandi sjúku hjá nýføðingum. Soleiðis kann byrjandi sjúka ofta staðfest- ast tíðliga, og viðgerðin setast í verk áðrenn sjúkran er vorðin ov hættislig. – Við umleggingunum missir føðideildin serkunn- leika í eygleiðing av diskr- etum sjúkuteknum hjá ný- føðingum, so fleiri børn væntandi koma seint í við- gerð við vanda fyri lív og heilsu, siga Odmar Færø og Fróði Joensen í skrivinum. Roynd starvsfólk Odmar Færø og Fróði Joen- sen undirstrika, at tað er altumráðandi at hava so roynd starvsfólk sum gjør- ligt at ansa eftir sjúkum ný- føðingum. – Og á Landssjúkrahús- inum hava vit ikki onnur roynd starvsfólk enn tey á A2, og tí eigur hendan upp- gávan sjálvsagt at verða verandi hjá teimum. Vit meina ikki, at ein frá neo- natologiskum sjónarmiðum kann verja at hava minni enn tveir sjúkrarøktarfrøð- ingar á vakt um eitt barn fær tørv á eitt nú nasal CPAP viðgerð, sum er ein intensiv røktaruppgáva. Teir báðir meta, at hóast tað er plásstrot á A2, so er núverandi skipan nøktandi og úrslitini av neonatalu viðgerðini eru góð, og foreldur eru sum heild væl nøgd við tilboðið. Innanfyri verðandi karmar duga teir ikki at síggja, hvussu neo- natalfunktiónin kann leggjast betri. Vilja hava svar í dag Í skrivi, Felagið fyri Før- oyskar Sjúkrarøktarfrøð- ingar, hevur sent leiðsluni á Landssjúkrahúsinum mánadagin 18. apríl krevja tey, at: 1. Sjúkrarøktin á A2 skal verða fyristin og leidd av sjúkrarøktarfrøð- ini, ið hevur fyrisitingar- liga, fíggjarliga og fakliga ábyrgd av sjúkrarøktini. 2. Reglugerðir fyri arbeiðs- og ábyrgdarøkini skulu fyriliggja, áðrenn nøkur broyting verður sett í verk. Hesar reglugerðir um- fata neonatala økið, alt sjúkuøkið og annars alt arbeiði á A2. Enn einaferð ávarar fel- agið ímóti nevndu broyt- ingum og avleiðingum, ið kunnu standast av teim- um. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar krevur hartil eisini svar frá leiðsluni í seinasta lagi í dag, mikudagin 20. apríl klokkan 15. -ib Við umleggingunum missir føðideildin serkunnleika í eygleiðing av diskretum sjúkuteknum hjá nýføðingum, so fleiri børn væntandi koma seint í viðgerð við vanda fyri lív og heilsu, siga Odmar Færø og Fróði Joensen, yvirlæknar á barnadeildini í skrivum, Sosialurin hevur fingið innlit í Modellmynd: Bárður Lydersen Fyrrverandi barna- læknin á Lands- sjúkrahúsinum, Ul- rike Steuerwald, metir tað ikki vera hóskandi at umskipa føðideildina, tí tað kann gerast bæði vandamikið og kaotiskt hjá bæði sjúkrarøktarfrøð- ingum, jarðarmøðr- um og læknum, um talan ikki er um eina greiða skrivliga mannagongd UMLEGGINGAR Á FØÐIDEILDINI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo – Um jarðarmøður eisini skulu taka sær av sjúkum pinkubørnum, so verður hetta fyrsta sjúkrahúsið, eg veit um, sum letur jarðarmøður gera ar- beiðið, sum sjúkrarøktar- frøðingar gera, sigur Ul- rike Steuerwald í einum skjali, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Hon metir tað ikki vera hóskandi at umskiipa føðideildina, tí eftir henn- ara tykki eru sjúkrarøktar- frøðingarnar teir, ið hava neyðuga serkunnleikan at viðgera og taka sær teim- um viðbreknu pinkubørn- unum. Og hetta er ikki eitt arbeiði, ið ein og hvør kann gera. – Tá tit ikki hava nakran serlækna innan øki og heldur ongan neonatalan sjúkrarøktarfrøðing, eigur ein at verða glaður fyri, at føðideildin hevur verið før fyri at finna starvs- fólk, sum kunnu útinna eina serstakliga góða neo- natala viðgerð - eisini fyri alt ov tíðliga fødd pinku- børn, heldur hon. Hon vísir eisini á, at tað fara eisini at koma upp- gávur, sum ein jarðar- móðir als ikki hevur loyvi at taka sær av. Og so leingi ongin er samdur um eina skrivliga manna- gongd, so kann støðan gerast bæði vandamikil og kaotiskt - bæði fyri sjúklingar og starvsfólk. Ulrike Steuerwald, barnalækni: Vandamikið og kaotiskt