hósdagur 21. apríl 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
29
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 278, P/F
Vatnsoyrar Snikkaravirki, 385
Vatnsoyrar.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Hans
Elmar Poulsen, 385 Vatnsoyrar
Innkomin sum stjóri: Heðin
Poulsen, 385 Vatnsoyrar
Skráseting Føroya
tann 19. apríl 2005
Kristin Balle
_______________________
Pedagogur til
Rúnarveg
Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovnar
undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sam-
býlinum á Rúnarvegi í Runavík, er eitt pedagog-
starv leyst til setan 15. mai 2005 ella eftir nærri
avtalu.
Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn og setan-
artreytir vera eftir sáttmálanum millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønarstigini 24-
33 eftir lønartalvu frá 01.10.04
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður í
skiftandi vaktum, tvs. tað eru dag, kvøld og náttar-
vaktir. Eisini verður arbeitt í vikuskiftum og á ser-
støkum halgidøgum.
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á Líknagøtu 1 í
Saltangará, ið er undir somu leiðslu sum Bústovn-
urin og Sambýli á Rúnarvegi. Tí kann tann setti
eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur
gerst á hesum.
Bert umsøkjara, sum hava lokið eina námsfrøðiliga
útbúgving vera settir í starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 226121
Umsóknarfreistin er 4. mai 2005 og skulu umsókn-
irnar sendast til:
Bústovnin á Rúnarvegi
Att: Leiðarin
Rúnarvegur 6
Fo - 620 Runavík
Ársfundur í KSF
Kvinnufelagasamskipan Føroya, verður
á Skála leygardagin 21. mai 2005
Fundarskrá sambært lógini.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til
KSF, Postbokx 1013, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 4.
mai 2005.
Fundurin verður settur
kl. 11.30 í pensionistahølunum á Skála.
Tær, ið ætla sær at vera við, skulu siga frá í seinasta
lagi 12. mai á telefon:
44 11 61, Hannelis Bech ella
44 11 97, Kristianna Sigvatson
Studentaskúlin og
HF-skeiðið í Eysturoy
og
Klaksvíkar HF-skeið
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi
verða – alt eftir lærigreinasamanseting – frá 1.
august 2005 6-7 størv sum, adjunktur/lektari leys
at søkja í hesum lærugreinum:
Alisfrøði,alis-/evnafrøði,donskum,enskum,før-
oyskum, ítrótti, latín, lívfrøði, miðlakunnleika,
samfelagsfrøði, støddfrøði, søgu, tónleiki og
týskum.
Harumframt eru 2 ársvikariat leys í lærugreinun-
um:
Donskum og føroyskum (møguliga saman við
lærigrein nevnd omanfyri)
Umsøkjarar skulu tilskila, í hvørjum lærugreinum
teir hava undirvísingarførleika (høvuðsgrein,
hjágrein ella annað), og um teir hava námsfrøðiliga
útbúgving. Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga
útbúgving, og sum verða settir, skulu í august
mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, sum
Mentamálaráðið skipar fyri.
Skúlin fer í tilmæli sínum um setan í fast starv at
leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til
føroyskt mál og føroysk viðurskifti, og um teir ikki
hava tað, at teir eru sinnaðir at ogna sær innlit og
vitan um hetta. Harumframt fer skúlin at leggja
dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka lut í
menningini av einum góðum námsfrøðiligum
skúlaumhvørvi, har samstarv, nýggir arbeiðshættir
og KT eru týðandi tættir.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um endamál
skúlans við at venda sær til leiðslu skúlans ella við at
vitja heimasíðu skúlans: www.shey.fo
Starvssetanin verður sambært sáttmála millum
Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara (YF) og
Fíggjarmálaráðið. YF-umsóknarbløð fáast frá Yrkis-
felagnum ella frá skúlanum
(tlf.: 44 40 24, faks: 44 47 97).
Umsóknin skal stílast til rektaran, og sendast til
Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy,att.:Sámal
í Skorini, rektara, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður, í
seinasta lagi 3. mai 2005.
Aðalfundur
Vísandi til grein 8 í lógunum Ítróttasamband
Føroya, verður hervið lýst til aðalfund, at verða 21.
mai 2005.
Tíð og stað verður kunngjørt seinni.
Ítróttasamband Føroya