fríggjadagur 22. apríl 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2005
51
Ein flokkur av enskum og
amerikonskum
kvinnum
halda summarferiu í sólríka
Italia, í Firense í 1935. Men
frítíðin verður longri enn
væntað, tí fasistarnir taka
valdið í landinum. Einræð-
isharrin Mussolini er ein
máttmikil maður, hetta
kemst av, at hann fingið
tokini at koyra rættstundis.
Lítli Luca er sera syrgin, tí
mamman er deyð, og pápin
hevur ikki stundir at taka
sær rættiliga av honum.
Men lukkutíð, so er Luca
altíð vælkomin innar hjá
Mary. Hon er ein eldri rík
kvinna úr Onglandi, ið er
komin til Italia fyri at njóta
tað ríka mentanarlívið.
Mary og vinkonur hennara
njóta allar ta livandi ment-
anina í Italia - tann fína
Lady Hester, innbilska Ara-
bella, amerikanski lista-
savnarin Elsa og so tann
samkynda og altíð fegna
Georgie.
Vinkonurnar
fylgja allar við í tí, sum fer
fram á italienska mentanar-
pallinum. Teirra fyrsta til-
tak, eftir at fasistarnir taka
valdið, er at bjóða Musso-
lini fram við til ein temunn.
Tær tilrættisleggja hesa
hugnaløtuna við einaræðis-
ráðharranum í eini roynd at
verja mentanarlívið og høv-
iskan atburð í tí almenna.
Men pápi lítla Luca gerst
bangin fyri hesum tiltøkun-
um hjá kvinnunum, so hann
sendir Luca til Eysturríkis á
skúla fyri at hann skal
sleppa undan teirra ringu
ávirkan. Men eftir kríggið
henda broytingar í lívunum
hjá kvinnunum.
Te við Mussolini
Margit Springer var ein lítil
myrkhærd smágenta úr
eystara parti av Týsklandi.
Men hon bleiv einans eitt
ára gomul. Margit var eitt
av túsundum av børnum, ið
doyðu undir sera ringum
umstøðum í Danmark í
árunum eftir kríggið. Hesi
børnini komu í flóttafólka-
streyminum, sum tók seg
upp sum kríggið leið. Tá
týska hersetingin av Dan-
mark varð enda, vóru um-
leið 240.000 týskir borgar-
ar flýddir úr teimum heilt
eystaru pørtunum av Týsk-
landi og yvir um Eystur-
sjógvin. Tey flestu av
hesum flóttafólkunum vóru
kvinnur, børn og eldri. Hesi
flýddu undan bumbingum,
flogálopum,
hungri
og
kulda. Ferð teirra var long
og stríggin, og nøkur doyðu
á leiðini. Men fram til
Keypmannahavnar náddu
fleiri kortini. Nú hildu tey,
at líðingarnar tóku ein
enda. Men donsku mynd-
ugleikarnir
settu
hesi
mongu flóttafólkini í legur
- handan píkatráð vórðu tey
innigird og vápnaðir vakt-
armenn hildu eyga við
teimum. Bæði heilsuviður-
skifti og reinføri vóru út av
lagi vánalig í fleiri av leg-
unum. Umfarssóttir gingu
og matur var lítið av, ella
var hann spiltur. Títtleikin
av barnadeyða tað fyrsta
árið í eini legu var ovur-
stóru, heili átta av tíggju
doyðu. Navnið hjá Margit
stendur á einum steinkrossi
í einum horni í Vestre
Kirkegård í Keypmanna-
havn. Hennara navn er eitt
av fleiri hundrað øðrum
nøvnum. Lagna hennara,
og somuleiðis fleiri túsund
øðrum týskum flóttafólk-
um, er ein døkkur kapittul í
danmarkarsøguni, ið næst-
an ikki hevur sæð dagsins
ljós. Hendan avdúkandi
sendingin ger brúk av
donskum og týskum vitnis-
frásøgnum
og
gomlum
skjølum úr Ríkisskjala-
savninum. Somuleiðis fylg-
ir
sjónvarpsliðið
eldru
systir Margit, ið gjørdi av,
eftir 57 ár, at ferðast aftur
til Danmarkar at vitja grav-
staðin hjá systrini í Keyp-
mannahavn.
Tema-sendingarnar, undir heitinum "Við týskum eyg-
um", ið snúgva seg um 2. veraldarbardaga, eru hesa
vikuna:
Sunnudag 24. kl. 19.00 - Flødeskumsfronten 2:3
Mánadag 25. kl. 18.40 - Blikktrumman
Mánadag 25. kl. 22.00 - Hitler í egnum orðum 2:2
Týsdag 26. kl. 22.00 - Bara ein týskari
Mikudag 27. kl. 19.50 - Fyri føraran, fólkið og fedralandið
Tann innbilska, ovurstolta Arabella (Judi Dench) drekkur te
saman við Mussolini
Cher er við í
romantiska
spenningsfilminum
frá 1999, hon er í
leiklutinum sum
listasavnarin Elsa
Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 22.25
Dorothea Gunther er fyri fyrstu ferð, aftaná 57 ár, á grøvini hjá yngru systir síni, Margit, ið
einans eitt ára gomul doyði í eini flóttafólkalegu í Keypmannahavn í 1945
Eftir fimm ár av týskari herseting og kríggi ímóti
einum nasistiskum yvirgangsveldi, var hatrið ímóti
øllum týskum ógvusligt, eisini eftir kríggið
Á DR2 týskvøldið kl. 22.00
DR Dokumentar: »Bara ein týskari«