Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Koyrdi útav Eitt ferðsluóhapp var á Vatnsoyrum fríggjadagin. Beint við innkoyringina til Vatnsoyrar yvirhálar ein bilur og fer útav vegnum. Bilførarin var ikki ávirk- aður av rúsdrekka, og eing- in persónsskaði stóðst av óhappinum. Rúsdrekkakoyring í Kollfaradali Um ellivutíðina fríggja- kvøldið fór ein bilur útav vegnum við Statoilstøðina í Kollfaradali. Kvinnan, sum koyrdi bilin, var rýmd av staðnum, men varð tikin seinni. Hon er nú skuldsett fyri rúsdrekkakoyring. Stjól mappu á Sjómansheiminum Ein persónur fekk sær mappuna stolna leygardag- in beint við Sjómansheim- ið. Hálvtannað túsund krónur vóru í mappuni. Løgreglan hevur ikki skuldsett nakran í málinum enn. Smyril fór avstað við bilinum Løgreglan í Havn fekk í gjár fráboðan um, at ein bilur var stolin niðri á kai- økinum í Havn. Tann dagin var Smyril so fullur av bilum, at allir sluppu ikki við suður. Bilaeigararnir høvdu gjørt avtalu við manningina á Smyrli um at taka bilarnar við suður seinni. Og tað gjørdu teir so, men teir tóku eisini ein bil, har avtala ikki var gjørd við eigarin. Tískil helt eigarin, at bilurin var stolin. Sosialurin frættir frá løg- reglustøðini í Havn, at Smyril hevur latið »stolna« bilin aftur. -hkm i