mikudagur 27. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Oljuprísirnar hækka støðugt og vinnan er av álvara
farin at gera vart við seg. Sending herfyri í SvF upp-
lýsti, at hækkaðu oljuprísirnir merkja eina meirút-
reiðslu uppá umleið 4000 kr. í meðal fyri eitt vanligt
føroyskt húsarhald um árið eftir bert hálvumøðrum
ári. Umboð fyri reiðarafelagið greiddi frá, hvussu
nógv meira tyngjandi oljan nú var vorðin fyri rakst-
urin serstakliga hjá trolarunum. Rákið er púra greitt:
heldur prísvøksturin fram, so endar hetta við, at ein
partur av flotanum verður lagdur. Boðskapurin var
greiður: nú má gerast, sum gjørt varð undir olju-
kreppuni í 1973, tá løgtingið eftir uppskoti frá lands-
stýrinum kom við oljustudninginum, sum bjargaði
flotanum og flakavinnuni á landi.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at reiðarafelagið í
ramasta álvara vil sleppa aftur til tann studningsbú-
skap, sum var ein av fleiri orsøkum til búskaparliga
skrædlið í 1992. Sum kunnugt var tað ikki bara olju-
studningur, sum kom í kjalarvørrinum á oljukrepp-
uni. Vit fingu eisini ráfiskagrunnin, sum tey fyrstu
mongu árini var eitt stórt framstig, og spurningrin
er, um tað ikki var ráfiskagrunnurin meira enn nak-
að annað, sum bjargaði fiskivinnuni á sjógvi og
landi undan stórkreppuni, sum hótti alla vinnuna.
Ráfiskagrunnurin, sum byrjaði sum eitt stórt fram-
stig og ein nútímansgerð av fiskivinnubúskapinum,
endaði tó við at gerast ein kleppur ikki bert á vinn-
uni men samfelagnum øllum.
So kom stóra skrædlið í 1992 og sum øll vita fóru
Føroyar frá studningsbúskapi til markanaðarbúskap.
Ella gjørdu vit nú veruliga tað? Sambært tann vanliga
retorikkin hjá ávísum bólkum í samfelagnum fóru vit
yvir til marknaðarbúskap. Hetta er rætt, um vit bert
hugsa um studningin. Studningurin hvarv og prísáset-
ingin á ráfiski gjørdist frí - í hvussu so er á pappírin-
um. Hvussu frí hon annars er kann diskuterast, men
lat tað fara. Prísirnir verða í hvussu so er ikki ásettir
av eini korporativari nevnd longur.
Hinvegin eigur tað almenna enn stórar partar av
vinnulívinum. Tað almenna eigur umvegis Fram-
taksgrunnin, Fíggingargrunnin og Føroyagrunnin
fiskavirki og banka. Landskassin eigur beinleiðis
Atlantsflog, Lív, Føroya Tele o.m.a. Er hetta markn-
aðarbúskapur? spyrja mong í dag. Hartil kemur, at
áðrenn vit hava nátt at rudda upp í øllum hesum,
bankar næsta kreppan longu á dyrnar. Kreppa
verður ikki, fyrr enn oljuprísurin er komin uppá 100
dollars fyri tunnuna, sigur landsbankastjórin. Er ikki
ov seint at umhugsa kreppufyribyrgjandi politisk til-
tøk, tá hetta er hent? Hetta er eitt sera vandamikið og
ótespiligt politiskt mál, men landsstýrið og løgtingið
noyðast kortini nú at fyrihalda seg til høgu og
støðugt hækkandi oljurpísirnar. Nú er ikki at stinga
høvdið í sandin! Vit mæla ikki til at fara aftur til
studningsbúskapin, men okkurt er at gera og her má
handlast skjótt. Tað er ov seint at fara til verka, tá
skipini eru løgd og botnurin hartil er farin úr privata
húsarhaldsbúskapinum hjá Pallaba og Marsonnu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Aftur til studningsbúskap?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sjúkrahúsverkið
Heri Mohr
Nógv hevur verið sagt og
kjakast og skrivað um
sjúkrahúsverkið hesi farnu
5-6 árini, og uttan mun til
um deildir skulu latast aftur,
fólk sigast úr starvi, ósemja
á føðideildini, har nýggir
heimsborgarar pikka uppá,
alinlangir bíðilistar við sjúk-
lingum, sum krevja servið-
gerð, líkamikið hví og
hvussu hesi misljóð koma
um okkara annars vælvirk-
andi sjúkrahúsverk, so er
tað, tá ið samanum kemur,
eitt ótolandi, eyðmýkjandi
peningatrot á heilsuøkinum,
íkomið av ábyrgdarleysum
løgtingspolitikki, sum er or-
søkin til tey órógvandi við-
urskiftini á sjúkrahúsøkin-
um, sum nerva og ørkymla
okkum øll.
Í seinastu viku skrivaði
Kaj Leo Johannesen, løg-
tingsmaður,
áhugaverda
grein í bløðunum, - ein "sól-
skinssøga
í
Danmark".
Hann vísir á, at nú tann
danska stjórnin við góðum
úrsliti hevur virkað fyri at
fáa bíðitíðina hjá sjúkling-
um niður á tveir mánaðar, er
næsta stigi hjá stjórnini at
fáa bíðitíðina niður á ein
mánað. At "virka fyri" vil í
hesum føri óivað siga meir-
játtan til og neyðugar ration-
aliseringar á tí danska
sjúkrahúsøkinum.
Jamen, Kaj Leo Johanne-
sen, vit í Føroyum hava all-
ar møguleikar fyri at fáa
bíðitíðina til skurð- og aðrar
serviðgerðir at kalla burtur,
og so statt at sleppa sjúkum
og teimum 100-tals fólkum,
sum starvast innan sjúkra-
húsverkið, undan mentalum
órógvi, ótryggleikum og
bangilsi. Í reglugerð fyri
Sjúkrahús Føroya nr. 70 frá
6. oktober 1977 er tilskilað,
at "yvirlæknar hava rætt at
senda sjúklingar til við-
gerðar á sjúkrahús í Dan-
mark eftir galdandi avtalu
hesum viðvíkjandi". Sum
kanska flest allir løgtings-
menn vita, so vóru 22 milli-
ónir í blokkinum markaðar
til serviðgerðir á donskum
sjúkrahúsum, tá ið hann
(blokkurin) kom í gildi tann
1. januar 1988. Hesin stuðul
varð regluliga dagførdur
eina ferð um árið javnt við
tí, sum fólkatingið játtaði til
sama endamál, men hendan
dagføring varð steðgað fyri
nøkrum árum síðani, tí loys-
ingarlandsstýrið so mein-
ingsleyst gjørdi av at fast-
frysta (rest)blokkin í tíðini
2003-2006.
Blokkurin er p.t. saman-
skrúvaður soleiðis:
Serforsorg
117 milliónir
Pensiónir v.m.
213.3 "
Heilsuverkið
283.6 "
Fiskirannsóknarstovan1.6 "
Um landsstýrið nú kundi
tikið neyðug stig til at tiðn-
að tann fastfrysta blokkin,
soleiðis at ísurin er bránaður
einaferð seint í summar, og
blokkurin so sloppið úr
skilaleysu karantenu tann l.
januar 2006, fer løgtings-
fíggjarlógin 2006 við dag-
førdum blokkupphæddum
tá at vera før fyri at játta
okkara heilsuverki tann
neyðuga rakstrarpeningin,
sum krevst, um okkara
sjúkrahús skulu fáa góð og
virðilig kor at virka undir,
og serviðgerðir á sjúkrahús-
um í Danmark kunnu verða
framdar uttan drál.
Kaj Leo Johannesen: Um
tit politikarar vilja starvs-
fólkum og sjúklingum á okk-
ara sjúkrahúsum — ja, øll-
um Føroya fólki — væl, so
mugu tit fáa handan blokkin
úr djúpfrystaranum og dag-
førdan ongantíð nóg skjótt.
Don´t hesitate, make it
snappy!
Finnleif Guttesen
Borgarstjórin á Tvøroyri er
í øðini, tí hann sigur, at lø-
gmaður heldur ikki orð og
fyrrverandi borgarstjórin í
Vági bjóðar av til borgara-
kríggj í Suðuroynni.
Tað er tað reina møsn, tá
borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at ein meiriluti av
suðuroyingum taka undir
við, at ein skúladepil skal
byggjast í Vági og ellis-
heim á Tvøroyri.
At ein meiriluti av 16
býráðslimum taka undir við
hesari loysn, sum er vánalig,
er ikki tað sama sum, at ein
meiriluti av 5000 suðuroy-
ingum taka undir við hesum
og er tað tí ein pástandur
uttan hald ið veruleikanum.
Løgmaður
orðloysingur
Meira hættisligt er tað, tá ið
borgarstjórin á Tvøroyri
sigur í útvarpinum, at løg-
maður ikki heldur orð, tí
tað má væl verða tað sama,
sum at hann sigur, at
landsins leiðari lýgur og tað
kann eingin liva við.
Hvør skapar
krígsstøðu
Um tað er nakar sum setur
ilt millum grannar í Suðuroy
má tað verða fyrrverandi
borgarstjórin í Vági. Hann
hevur tvíhildið um tvær
kommunur í Suðuroy, sum
eingin onnur kommuna er
áhuga í, fyri ikki at missa
makt. Hann hevur sagt, at
tað er betur at fara til
Danmarkar at arbeiða, enn
at fara norður um Hovs egg
at arbeiða og vísur tað
óviljan ímóti norðaru helvt
av Suðuroynni
Og nú hóttar hann við
borgarakríggi í Suðuroy, tí
tveir landsstýrismenn hava
dirvið og rygg til at taka
eina skilagóða avgerð, sum
gagnar heildini í Suðuroy
og ikki einkultum býráðs-
limum og borgarstjóra.
PS. Er tað hesir politik-
ararnir, býráðslimir á Tvør-
oyri og í Vági lata seg stýra
av?
Borgarakríggj í Suðuroynni og løgmaður skírdur
orðloysingur