hósdagur 28. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 79 - 28. apríl 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Ikki hesaferð
Tað eydnaðist ikki norska ráðharranum í menningar-
málum, Hildu Frafjord Johnson, at fáa starvið sum
leiðari í menningargrunninum hjá ST, UNDP. Týsdagin
kunngjørdi Kofi Annan, aðalskrivari, at hann hevði
gjørt av at seta fyrrverandi turkiska fíggjarmálaráð-
harran Kemal Dervis í starvið.
Kemal Dervis verður ofta kallaður "undurmaðurin", tí
tað eydnaðist honum at endurreisa turkiska búskapin
eftir eina sera álvarssama kreppu fyri fýra árum síðani.
Hann hevur eisini altjóða royndir, tí frá 1977 til 2001
starvaðist hann í Heimsbankanum, og tey seinastu var
hann varastjóri við serligari ábyrgd fyri virksemi bank-
ans í teimum fátækastu londunum. Nú tekur hann so við
sum leiðari í UNDP eftir bretan Mark Mulloch Brown.
Norskir fjølmiðlar skriva, at Hilde Frafjord Johnson
fer uttan iva at leggja seg eftir at fáa okkurt annað
altjóða leiðarastarv, men fyribild heldur hon fram sum
norskur menningarmálaráðharri.
Dagbók hjá Reagan
Tey átta árini Ronald Reagan var amerkanskur forseti,
skrivaði hann dagbók, og nú verður arbeitt við at geva
dagbókina út.
Forlagið HarperCollins, sum skal geva dagbókina út
saman við stovninum Ronald Reagan Presidential
Library Foundation, sigur, at Reagan skrivaði dagbók
hvønn einasta dag tey átta árini, hann var í Hvítu
Húsunum, og at alt er skrivað við hond.
Frederick Ryan, sum er formaður í Reagan-stovnin-
um, sigur við AP, at tann gamli forsetin hevði neyvan
ætlað, at dagbók hansara skuldi koma út sum bók, men
at innihaldið er so mikið áhugavert, at tað uttan iva
hevur áhuga ímillum fólk. Eitt nú greiðir Reagan frá
sínum hugsanum um bæði søguligar og dagligar til-
burðir.
Ronald Reagan doyði fyri skjótt einum ári síðani, 93
ára gamal. Tá hevði hann havt Alzheimers í fleiri ár.
Misnøgd við valúrslit
Fólk í túsundatali tustu út á gøturnar í høvuðsstaðnum
í Togo, Lome, týsdagin, tá almenna valnevndin kunn-
gjørdi, at Faure Gnassingbe hevði vunnið forsetavalið.
Sambært valnevndini fekk Faure Gnassingbe meiri
enn 60 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuval-
evnið, Bob Akiotani, fekk 38 prosent. Valnevndin sig-
ur, at úrslitið er endaligt, men lógin sigur kortini, at
landsins grundlógardómstólur skal góðkenna tað, og
andstøðan hevur heitt á dómstólin um at ógilda úrslitið.
Andstøðan ivast ikki í, at myndugleikarnir hava svikað,
og hon krevur tí umval undir eftirliti.
Faure Gnassingbe tók við eftir faðirin, sum doyði í
februar, og hann var ímóti at halda forsetaval nú. Tað
eydnaðist kortini andstøðuni at noyða hann at skriva út
val. Stýrið í Togo verður vanliga roknað sum einaræði.
Leitar eftir oljuleiðum
Norska oljufelagið Hydro hevði eitt metgott úrslit í
fjør, men felagið hevur kortini ein trupulleika at drag-
ast við. Felagið framleiðir so nógva olju nú, at tað fer
at minka í brunnunum, samstundis sum tað hevur
gingið illa at finna nýggjar leiðir.
Tí umhugsar Hydeo at keypa oljuleiðir ella partar av
oljuleiðum, men tað er heldur ikki so lætt. Tað hevur
víst seg at vera trupult at sleppa fram at leiðunum í Iran
og Russlandi, og á norsk landgrunninum er eingin leið
til sølu. Tí noyðist Hydro helst at venda eygunum ímóti
Kanada, Meksikoflógvanum og Vesturafriku, skrivar
Aftenposten.
Hydro framleiðir í løtuni umleið 575.000 tunnur av
olju í meðal um dagin. Samstundis hevur felagið boðað
frá, at tað ætlar at framleiða meiri aluminium.
Nú koma so nógv
fremmand ferðafólk
til Niðurlond at
roykja marihuana, at
rættast er at gera
evnið lógligt í øllum
Evropa, heldur ein
niðurlendskur ráð-
harri
RÚSEVNI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Niðurlendski ráðharrin í
nýskipanarmálum, Alex-
ander Bechtold, hevur vakt
ans, eftir at hann í einari
sjónvarpssamrøðu
hevur
sagt, at eftir hansara tykki
eigur tað at vera lógligt at
brúka rúsevnið marihuana í
øllum Evropa.
Eftir lógini er tað ikki
loyvt at brúka marihuana í
Niðurlondum, men fólk
verða kortini hvørki tikin
ella revsað, so leingi tað
snýr seg um smáar nøgdir.
Summar matstovur hava
fingið loyvi til at selja evn-
ið, men tann konservativa
stjórnin hevur roynt at
tálma nýtsluni við at geva
færri matstovum tílíkt sølu-
loyvi.
Men sambært Alexander
Bechtold hevði tað helst
verið rætt at gjørt evnið lóg-
ligt - ikki bara í Niðurlond-
um, men í øllum Evropa.
Hann vísir á, at á hvørjum
ári koma ferðafólk í hópatali
úr Belgia, Týsklandi og
øðrum londum til Nið-
urlond at roykja marihuana,
og tí heldur hann, at tey áttu
at fingið loyvi at brúka
evnið í heimlandinum.
Niðurlendska tjóðarting-
ið skuldi umrøða hugskotið
hjá ráðharranum í gjár.
Amerikanskir her-
menn mundu fingið
fatur á yvirgangsleið-
aranum Abu Musab
al-Zarqawi herfyri
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanska stjórnin hev-
ur lovað 25 milliónir krónur
í finningarløn, um onkur
kann avdúka, hvar yvir-
gangsleiðarin Abu Musab
al-Zarqawi fjalir seg, men
higartil hevur tilboðið ikki
fingið nakran at siga, hvar
hann er. Men sambært am-
erikanska blaðnum Christi-
an Science Monitor mundu
amerikanararnir
kortini
fingið fatur á al-Zarqawi
herfyri.
Tað var ein dagin í febru-
ar, at amerikanskir her-
menn góvu tveimum bilum
boð um at steðga við eina
vaktarstøð nærhendis Bag-
dad. Tann fremri bilurin
steðgaði, men tann aftari
vendi og koyrdi avstað við
nógvari ferð. Tað eydnaðist
kortini hermonnunum at
fáa bilin aftur, og tað vísti
seg, at tveir medarbeiðarar
hjá al-Zarqawi vóru í hon-
um. Hjá sær høvdu teir eina
farteldu,
sum
sambært
Christian Science Monitor
skal hava givið amerikanar-
unum nógvar áhugaverdar
upplýsingar.
Sambært blaðnum er tað
ikki óhugsandi, at al-Zar-
qawi var í bilinum, og at tað
eydnaðist honum at sleppa
til rýmingar, áðrenn teir
amerikonsku hermenninir
fingu fatur á honum.
Ein
embætismaður
í
verjumálaráðnum Pentagon
skal sambært Christian Sci-
ence Monitor hava váttað, at
amerikanararnir hava fingið
nógvar upplýsingar úr far-
telduni. Millum annað eru
har upplýsingar um heilsu-
støðuna hjá yvirgangsleið-
aranum, og sum skilst er
hon ikki serliga góð.
Marihuana eigur at vera
lógligt í Evropa
Mundu fingið al-Zarqawi
Heimsins størsta ferðamannaflogfar, Airbus A380, var royndartúr í gjár. Flogfarið, sum er bygt á teirri stóru flogverksmiðjuni í
Tolouse í Fraklandi, er í tveimum hæddum og hevur setur til 555 ferðafólk, men pláss fyri 800 fólkum. Roknað verður við, at tað
nýggja flogfarið fer serliga at flúgva á teimum longu teinunum so sum ímillum Evropa, Asia og USA.
Heimsins størsta á flogi
Amerikanararnir halda, at
Abu Musab al-Zarqawi er
høvuðsmaðurin aftan fyri
tær nógvu atsóknirnar í Irak