Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 79 - 28. apríl 2005 Alsamt fleiri fáa krabbamein Í fjør vórðu staðfestir 215 tilburðir av krabbameini í Føroyum Á aðalfundinum hjá Før- oya Felag móti Krabba- meini vórðu nýggjastu høgtølini fyri krabba- meinstilburðir løgd fram. Og hesi geva ikki nakra bjarta mynd. Talið av tilburðum er støðugt økt seinnu árini. Soleiðis er miðaltalið fyri seinastu 10 árini 187,3 tilburðir um árið, men í fjør var talið 215 og í fyrraárið var tað 195. Bróstkrabbi og lungna- krabbi, ið eru vanligastu krabbameinssløgini í Før- oyum, vóru ávikavist 34 og 19 í tali í fjør, í mun til ávikavist 23 og 10 árið fyri. Somuleiðis eru greiðar ábendingar um, at til- burðirnir av húðkrabba- meini eru í stórum vøkstri. Í hesum sam- bandi hevur Krabba- meinsfelagið í hyggju at upplýsa meiri um vandan við í ov nógvari sól og solarium, sum verður mett at vera høvuðsat- voldin til stóra títtleikan. Nýggj nevnd í krabba- meins- felagnum Føroya Felag móti Krabbameini hevur havt aðalfund Nevndin í felagnum hevur skipað seg. Jákup N. Olsen, sum hevur verið formaður síðan 1992, heldur fram sum formaður. Hini í nevndini eru: Helena Dahl Olesen, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari, Erik Wandall og Davina Lam- hauge, sum er nývald. Hon kom í staðin fyri Giselu Djurhuus, sum ikki ynskti at stilla upp- aftur. Tiltakslimir eru Jónvør Christiansen og Birita Ludvíksdóttir Petersen. Ynskiligt hevði verið Afturúrsigldir Tað er so nógv, tey kundu ynskt sær meira á alistøðini hjá Føroya Fiskaaling í Nesvík. Men umstøð- urnar eru bara til utt- andura brunnar og netringar í eini grót- byrging ALING Edvard Joensen Nesvík: Tað liggja nakrir smáir brunnar í eini byrging norðuri í Nesvík. Har er nýklakt kalvayngul í. Nakrir ringar liggja norð- anfyri. Har eru eitt sindur størri kalvar í. Tveir ringar liggja sunnan fyri hesar gummibrunnarnar. Har eru nakrir toskar í. Og uppi á landi standa eini tvey kør norðan fyri lívfiskahøllina. Har eru næstan kynsbúnir kalvar í. So er tað bygningurin sjálvur, har lívfiskurin gongur. Hann er góður og væl útgjørdur. Jú, har inni eru umstøðurnar góðar, siga starvsfólkini hjá Fiska- aling í Nesvík. Tann, sum kemur fram- við hesi støðini, sum av røttum átti at verið okkara stoltleiki, hevur hug at undrast á, at føroyingar rað- festa eitt slíkt stórmál sum fiskaaling so mikið lágt, sum tann vitjandi heldur seg síggja. Tey hava í onkrum á roynt at alt kalva, og kundu við betri umstøðum, iva- leyst havat fingið væl meira burturúr, enn veruleikin er. Og toskaaling, sum tey aðrastaðni gera alt meira burturúr, tykist ikki hava áhuga her heldur. Tað ganga nakrir fittir toskar í hesum smáu ring- unum, og teir hava gýtt. Men rognini vórðu ikki fingin til høldar. Og meðan vit bíða eftir, at hesar royndirnar við øðrum enn laksi og sílum skulu gerast til nakað munagott, eru íslendingar farnir at flyta alifisk til Føroya. Hóast føroyingar í nøkur ár hava gjørt royndir við at ala kalva, kunnu vit als ikki máta okkum ájavnt við íslending- ar, sum nú flyta kalva til Føroyar at ala ALING Edvard Joensen Nesvík: Tað ganga nakrir kalvar í ringum og kørum í Nesvík. Teir eru aldir á staðnum. Men umstøðurnar hava ikki verið til at fáa nakað munagott burturúr vinnuliga. Íslendingar eru farnir frá okkum og fara nú at flyta kalvayngul til Før- oya at ala. Í nøkur ár hava royndir verið gjørdar við kalvaaling á alistøðini hjá Føroya Fiskaaling í Nesvík. Úrslit- ini hava verið heldur mi- sjøvn, sigur Ingolf Joensen, stjóri á Føroya Fiskaaling. Grundirnar til ójøvnum úrslitini eru ymiskar, men mest tað, at kalvaalingin hevur verið nakað væl lægri raðfest, enn til døims laksa- og sílaalingin. Tann nógva orkan hevur verið løgd í kynsbótar- arbeiði við laksi og sílum, sigur stjórin á Føroya Fiskalaing. Tað hevur so gjørt, at minni hevur verið eftir til eitt nú kalvan. Bæði fíggjarorka og arbeiðsorka. Heldur ikki hava kring- umstøðurnar til kalvaling verið tær bestu, og tað hevur í onkrum føri helst eisini kostað einum heilum árgangi lívið, sigur hann. Kalvin er viðbrekin at fáast við, og skal eitt nú hava javnan sjóvarhita fyri at trívast. – Vit høvdu ambitiónir um hitadepil og startfóðr- ingarhøll, tá byrjað varð upp á hetta, sigur Ingolf Jo- ensen. Men tað gjørdist ikki veruleiki. Tískil er ym- iskt, hvussu úrslitini eru ár um ár. Fiskaaling hevur nakrar túsund kalvar, sum verða kynsbúnir um eini tvey ár, gangandi í kørum í Nesvík. So er onkur árgangur, sum heilt manglar, Uppaftur annar ágangur er komin rímiliga væl undan. Og vil heilt væl til, kann 2005 ár- gangurin gerast heilt góður. – Vit hava í dag eini 40.000-50.000 yngul frá í ár í ringum her uttanfyri, sigur Ingolf Joensen. Og vil heilt væl til kunnu tey, um eitt ár ella so, tá tey viga eini 150 til 200 gram, setast út í ein aliring til vinnuliga aling. Men tað er so tað, skilst á stjóranum fyri Føroya Fiskaaling. Íslendingar eru hinvegin komnir nógv longri. Men teir hava eisini lagt seg eftir at ala kalva í stóran stíl. Og so eru teir vælsignaðir við heitum vatni og góðum umstøðum annars og ikki bundnir av eini hitapumpu, sum tey kundu ynskt sær í Nesvík, men ikki eiga og tískil mugu finna seg í, at nat- úrliga hitalagið ger av, hvussu nógv kemur undan. Hugnakvøld í Sandavági TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið 30. apríl klokkan 19.30 skipar SÍF fyri hugnaløtu í SÍF húsinum í Sandavági. Á skránni er ferða- og myndafrásøgn frá Ísraels- ferð. Edvard Joensen fer at siga frá og vísa myndir. Felagssangur er fastur táttur á skránni til hesi hugnakvøldini. Leygar- kvøldið fer útvarpsmaður- in, Janus Mohr, at velja sangir og siga eitt sindur um teir sangir, ið sungnir verða. Marjun í Kálvalíð fer at undirhalda við skemti, og Johansen sekstettin úr Sandavági fer at standa fyri tí musikalska undir- haldinum. Sum vera man verða eis- ini kaffi og tær kendu Sandavágskøkurnar at fáa. Kostnaður fyri tiltakið er kr. 70,- Kalvi og toskur gongur í brunnum og netum í eini byrging undir opnum himli norðuri í Nesvík Mynd: Edvard Joensen Smákalvarnir ganga í opnum ringi uttanfyri Mynd: Edvard Joensen Mynd 2 - Kalvakar Myndatekstur: Teir kalvarnir, sum skjótt verða kynsbúnir, hava bert eitt kar uttanfyri at húsast í, hóast ynskiligt kundi verið við eini høll Mynd. Edvard Joensen