Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 28. apríl 2005 29 Kunningarleiðari til Felagið Vágar Felagið Vágar er eitt felag sum umboðar ferðavinnuna – handilsvinnuna – og aðrar vinnur. Søkt verður eftir einum kunningarleiðara at byrja skjótast tilber. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár – leingjan treytað av fígging. Arbeiðsuppgávurnar hjá kunningarleiðaranum eru m.a. • at dagføra heimasíðuna hjá felagnum Vágar • at kunna um Vágar og Mykines • at marknaðarføra Vágar og Mykines við faldarum o.ø. • at menna og samskipa handils- og tænastu- vinnuna í økinum • at kunna um og samskipa tiltøk innan mentan í økinum • at hava dagligu leiðsluna av felagnum Vágar • at føra bókhald og hava ábyrgd (fíggjarstýring). Kunningarleiðarin skal kunna: • arbeiða sjálvstøðugur og hava góð samstarvsevnir • hava hollan málkunnleika • hava teldukunnleika • royndir innan ferðavinnu er ein fyrimunur. Nærri fæst at vita við at venda sær til Neinbjørn Nattestad, nevndarformann á tlf. 214021. Løn samb. avtalu. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan 9. mai 2005. Felagið Vágar v/ Neinbjørn Nattestad 370 Miðvágur Bakarasveinur Okkum tørvar ein raskan bakarasvein.Hevur hetta tín áhuga so ring og spyr eftir Jóhan B. Vilhelmsen ella skriva til: Pf. Frants Restorff Tórsgøta 13 · Postsmoga 41 110 Tórshavn · Tlf. 31 10 60 Søkt verður eftir røskum timburmanni og arbeiðsmanni til arbeiði í Keypmannahavn. Sp/f AT. H & J André tlf. +45 20716223 Lastbilar til sølu Scania T112H 6x2, árg. 1985, hevur skiftilastsystem og Palfinger 14080 krana, kranin er frá 1998. Scania 92H 4x2 árg. 1986, við Hiab 1260 krana, bilurin er góður til eykalutir. Sp/f JHR-Entreprenørar fart. 217634 Musikkskúlaskipanin Hesi størv verða lýst leys at søkja til setanar frá 1. august 2005. Lærari í messingljóðførum 5 tímar um vikuna á Skála 15 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistarskúla Lærari í messingljóðførum 15 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla Førleikakrøv: Lokið prógv frá musikkkonserva- torium ella tónleikaútbúgving á sama stigi. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærara- felag. Umsóknarfreist: 9. mai 2005 Meira fæst at vita hjá leiðaranum á tlf. 316462 / 216462 Umsókn stílast til: Musikkskúlaskipanin att: Martin Mouritsen, leiðari Hoyvíksvegur 72 FO-100 Tórshavn Teldupostur: martin@mmr.fo www.musikkskulin.fo Lutaíbúð á Østerbro, Keypmannahavn Lutaíbúð á 85 m2 á Østerbro verður seld pr. 1. juni 2005. Íbúðin er í rímiliga góðum standi, har baði- rúm nýliga er gjørt og nýggj vindeygu eru ísett. Stórt vaskarí og egið kjallararúm eru í íbúðarblokk- inum. Eins og íbúðarblokkurin er innilokaður so- leiðis at børn frítt kunnu spæla úti í stóra garðinum. Mðr. húsaleiga kr. 3550,- íroknað: fjarhita, breið- band, stórum sjónvarpspakka og frítt vaskarí. Haraftrat kemur: gass og ljós. Íbúðin liggur í friðaligum umhvørvi. Tætt við Ryparken & Svanemøllen tokstøð. Eisini er tætt við busssamband. Lutakrónan er í løtuni sera lág í hesum lutafelagn- um og tí eru útlit fyri at hon vil vaksa í framtíðini. Keypari hevur møguleika at framleiga íbúðina í 2 ár. Íbúðin verður seld fult møblerað. Prísur: 310.000,- kr. fyri sjálva íbúðina og 215.000,- kr. fyri innbúgv. Íalt: 525.000,- kr. Prísurin er fastsettur og kann ikki meglast. Àhugað kunnu skriva til: Sosialin box 76 110 Tórshavn Bill.mrk. 079 Rudding Vestmanna Kommuna hevur sett sær fyri,at bilvrak, ikki skrásett akfør og lutir annars, sum rekast á almennum og privatum øki, skulu ruddast burtur og latast góðkendum móttakara. Kommunan hevur avtalu við IRF um at taka ímóti ónýtiligum akførum og øðrum lutum. Sambært grein 61 í ferðslulógini, kann løgreglan beina burtur ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Sambært løgtingslóg um náttúrufriðing, kunngerð um umhvørvisreglur og kunngerð um burturkast er tað ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á privatum uttandura øki, og at lata burturkast, har ímillum ónýtilig akfør, liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðra staðni. Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á privatum og almennum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt í seinasta lagi 14. mai 2005, beinir kommunan burtur fyri eigarans rokning. Vestmanna Kommuna og Sýslumaðurin