fríggjadagur 29. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2005
7
Føroysk teldutala
Ein ektað føroysk verkætl-
an innan teldutalu, sum
hevur vakt ans í Norður-
londum.
Soleiðis kann ein í stutt-
um lýsa ta verkætlanina,
sum seinnapartin í gjár
varð løgd alment fram í
Norðurlandahúsinum.
Her er talan um eitt for-
rit, sum kann lesa føroysk-
an tekst, og sum aftur
kann virka sum eitt hjálpi-
tól hjá blindum og lesi-
tarnaðum.
Við teldutaluni kunnu
hesi fólkini sjálvstøðugt
ogna sær vitan av Alnótini
og annars samskifta við
onnur á føroyskum skrivt-
máli.
Samstundis
sum
ein
hevur ment hesa loysnina,
hevur henda skapt grund-
arlag fyri øðrum KT-loysn-
um, har talan er um at
samskifta frá teksti til talu.
Fyri málsliga og tøkni-
liga arbeiðinum hava stað-
ið Sjúrður Gullbein frá
Føroya Blindastovni, Petur
Helgason frá Universitet-
inum í Uppsala og Kjell
Gustafson frá svensku
fyritøkuni Acapela Group.
Leiðari fyri verkætlanini,
sum byrjaði fyri fimm
árum síðani, er Karin Kass
frá Blindastovninum.
Høvuðsstuðul
hevur
verið Nordisk Sprogtekno-
logisk
Forskningspro-
gram, stytt NorFa.
Tvær føroyskar
verkætlanir
Eitt spennandi evni í granskingini hjá Kirsti Hansen er orðið
"starvsfólk". Er orðið kallkyn ella er tað kvennkyn – tað
veldst alt um, ein hugsar málsliga ella kynsliga
Samstundis við framløg-
una av føroysku teldutal-
uni varð eisini ein onnur
føroysk
verkverkætlan
løgd fram við heitinum
"Teldutøkt føroyskt teksta-
savn".
Tað er 50 ára gamla,
Kirsti Hansen úr Havn,
sum starvast sum lektari á
Gøteborgs Universitet sum
hevur samskipað hetta, og
hevur eisini sjálv ment eitt
elektroniskt
tekstasavn,
sum fevnir um árgang
1998 av Dimmalætting.
Hetta tekstasavnið er ein
virðismikil fongur í øllum
sløgum
av
málsligari
greining. Her verður m.a.
hugsað um tíddargreining
av úrvaldum orðum, setn-
ingafrøði,
mállæru
og
kanningar av hevdbundn-
um orðingum. Við dømum
verður víst, hvussu teksta-
savnið kann fremja áhuga,
tilvit og gransking í før-
oyskum máli.
Í fjør varð ein verkætlan,
sum miðaði eftir at marka
eina ávísa nøgd av teldu-
tøkum teksti, framd á Før-
oyamálsdeildini.
Endmálið við arbeiðin-
um er at gera eitt teksta-
savn, sum er markað við
málfrøðiligum upplýsing-
um, eins og gjørdur er ein
orðalisti út frá leitiorðum
og bendingarupplýsingum
í føroyskari orðabók.
Eitt slíkt markað teksta-
savn er ein fyritreyt fyri at
koma longri í samband við
telduforrit, sum kunnu við-
gera føroyskt mál. Við
dømum verður víst, hvussu
hetta tekstasavnið kann
fremja áhuga, tilvit og
gransking í føroyska mál-
inum.
Heini Justinussen hevur
staðið fyri tí tøkniliga
partinum av arbeiðinum
og Zakaris Svabo Hansen
og Mortan Vang hava tikið
sær av tí málfrøðiliga part-
inum.
Granskingarráð
fíggjaði verkætlanina.
Føroyskt tekstasavn
- Henda føroyska
verkætlanin vísir, at
sjálvt smá máløki
kunnu koma langt í
tøkniligu menningini,
eisini hjá teimum
blindu, sigur danin
Henrik Holmboe
MÁLTØKNI
Snorri Brend
- Ein blindur føroyingur
eigur at fáa eins góða hjálp
og ein blindur í øðrum
londum.
- Hetta er snøgt sagt eitt
moralskt krav, sigur Henrik
Holmboe, sum er program-
koordinator hjá Norfa.
Fyri honum er eingin ivi
um, at tey blindu hava krav
um at fá ta hjálp, teimum er
tørvur á. Og tá ein hevur ta
støðuna, so letur ein ikki
marknaðarkreftirnar ráða.
- Í slíkum førum spyr ein
ikki um pening, men heldur
um menniskjansliga verd-
ugheit, sum hann tekur til.
Sjálvur fegnast Henrik
Holmboe um tað arbeiðið,
sum er gjørt við at menna
hesa føroysku teldutaluna.
- Vit eiga ta tøkniligu út-
gerðina. Hví ikki lata tey
blindu fáa gagn av henni?,
spyr hann, og dugir bara at
síggja fyrimunir í hesi
menningini.
200 tungumál
Henda verkætlanin hevur
eisini vakt ans í ST-stovn-
inum UNESCO. Í samband
við framløguna í gjár var
ein umborðsmaður teirra,
Paul Hector komin til land-
ið fyri at vera við í hesum.
Teir
báðir,
Paul
og
Henrik hittust fyri trimum
árum síðani á eini ráð-
stevnu í Berlin, og tosaðu tá
m.a. um hesa føroysku
verkætlanina.
Teir vóru samdir um, at
hetta var ein so mikið
áhugaverd ætlan, at hon
mátti koma øðrum fólka-
sløgum til gagns.
- Hetta er jú ein føroysk
verkætlan, sum tit kunnu
koma langt við - eisini
langt út í heimin við.
- Tá tit, sum eru eitt so
avmarkað máløki kunnu
menna eina slíka verkætlan
sjálvi, so eiga eisini onnur
øki at kunna gera tað sama,
sigur Henrik Holboe.
Hesum sama er Paul
Hector samdur við honum
í. Hann er sjálvur úr Eti-
opia, har tey hava eini 200
ymisk mál, harav fleiri
teirra eru rættiliga smá.
- Hetta arbeiðið, sum tit
hava gjørt, er avgjørt við til
at geva okkum íblástur til
líknandi verkætlanir í øðr-
um londum, sigur Paul.
Nýggja teldutalan er
ein ótrúlig hjálp hjá
teimum blindu. –
Hetta er ein stórur
dagur fyri okkum,
sigur Uni Rasmussen,
ið gjørdist blindur 21
ára gamal.
TELDUTALA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið: Klokk-
an er farin av 12. Við eina
teldu í Klingruni sita tveir
mans, Sjúrður Gullbein og
Uni Rasmussen.
Teir royna at fáa telduna
at gera tað, teir ynskja: At
kunna lesa upp ein vanligan
tekst í Word og at lesa upp
ein teldupost, sum Uni
hevur fingið.
Tað gongur ikki heilt eft-
ir ætlan, tí nú lesur teldan
bara upp úr teldupostinum.
Teir baksast eina løtu aftrat,
og nú riggar umsíðir.
Og tað er vist eisini tíð
uppá, tí minni enn tveir
tímar seinni skal tann før-
oyska teldutalan standa
sína roynd.
Sjúrður Gullbein hevur
staðið fyri tí málsliga og
tøkniliga arbeiðinum, og
Uni Rasmussen er ein
teirra, sum fær gagn av
hesum arbeiðinum.
Kl. 14 í gjár varð nevni-
liga henda verkætlanin løgd
fram fyri almenningin. Og
saman við henni ein onnur
verkætlan um eitt teldutøkt
føroyskt tekstasavn.
- Jú, hetta er ein ótrúlig
hjálp, og ein stórur dagur
fyri okkum, sigur Uni, sum
hevur verið blindur tey
seinastu 15 árini.
Gott og rætt mál
Tað er ikki smávegis brøgd,
ið henda teldutalan kann
fremja.
Uni hevur júst fingið ein
teldupost sum eina roynd,
og nú lesur teldan brot úr
brævinum:
"Eg-dugi-at-lesa-tað-
mesta-sum-er-skrivað-á-
føroyskum", ljóðar úr teld-
uni.
Upplesturin er týðiligur
og greiður, og eingin vandi
er fyri, at tann ið lurtar ikki
skal fáa alt við, tí lesiferðin
er hóskandi.
Uni og Sjúrður brosa við,
tí nú eru teir komnir eitt stig
víðari í fyrireikingunum.
Men teldan dugir eisini at
lesa upp á føroyskum, hóast
talan ikki er um gott
føroyskt mál.
"Eg dugi eisini at lesa for-
skjelligt, sum ikki er direkta
føroyskt – for eksempil Prix
Føroyar", lesur Sjúrður upp
umvegis telduna.
Eingin umbering
Sjálvur er Uni sera fegin
um hesa føroysku teldutal-
una.
- Nú kann eg lesa før-
oyskar tekstir, og kann eis-
ini lesa Sosialin av inter-
netinum.
- Og hvør veit – kanska
eg nú fari at lesa onkrar
føroyskar bøkur. Eg havi
ongatíð verið nakar lesi-
hestur, men nú er so eingin
umbering fyri at lata vera,
sigur Uni.
Frammanundan
hevur
hann havt henda møguleik-
an, men tá á øðrum málum.
At tað nú er á føroyskum
fer at lætta nógv um hjá
honum.
- Nú fari eg eisini at tíma
at lurta eftir longri tekstum,
tí teir eru á føroyskum, sig-
ur Uni, sum einaferð í fram-
tíðini fer at kunna fáa sms-
boð upplisin á sama hátt.
- Ektað føroyskt til allan heimin
- Nú kann eisini eg lesa
føroyskt
Uni Rasmussen (vm.) og Sjúrður Gullbein fyrireika ta stóru framløguna. Nú kann eisini Uni
eisini "lesa" tey føroysku bløðini
Mynd: Bárður Lydersen