Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 21 VB/Sumba-B36: B36 leitar eftir sigrinum B36 hevur ikki vunn- ið í Vági síðani 1997, og eisini ta ferðina var Sigfríður Clem- entsen á beinkinum UPPTAKT Jákup Mørk Tað tykist vera móti odda- liðunum, at VB stendur seg best. Í øllum førum eru teir báðir sigrarnir hjá liðnum í ár fingnir til høldar móti ávíkavist nummar tvey og trý á stigatalvuni, og nú kemur verandi oddaliðið á vitjan. Skal metast eftir hagtøl- unum, so hevur VB eisini góð kort á hondini, tí leitast skal aftur til 1997, um sein- asti B36-sigurin skal finn- ast. Bjarni Johansen – veter- anurin í VB-málinum – tykist ikki leggja so nógv í, hvat hagtølini siga, men hann staðfestir tó, at tað ljóðar gott, um so er. Um dystin sunnudagin sigur Bjarni, at heir hava allar mans tøkar. - Nú er so bara eftir at vísa, at vit eisini kunnu spæla væl á heimavølli. Kanska tað kann seta menninar eitt sindur eyka upp, at talan er um oddalið, og í øllum førum er ætlanin at vinna, staðfestir hann. Venjarin er hin sami Á beinkinum hjá B36 verð- ur helst Sigfríður Clement- sen, og hann tykist í øllum førum hava góð minni úr Vági. Tá B36 í 1997 vann 2-1 í Vági, var tað nevnliga Sigfríður, sum stýri liðnum stóran part av dystinum. Hetta tí Tomislav Sivic, sum tá var leikandi venjari hjá B36, varð rikin av vølli undan steðginum, og eftir hetta var tað so Sigfríður, sum hjálpti til at stýra monnunum. Eisini taldist Sigfríður millum málskjútt- arnar, tá B36 í 1996 vann 3- 1, og hóast hann ikki tímir at leggja so nógv í hagtøl, so heldur venjarin, at hetta kanska er ein ábending. - Tað kann vera, at tað er tað, sum hevur restað í, flennir hann. Men hann er skjótur at leggja afturat, at hagtøl ikki eru meira enn tað sama. - Dysturin skal í øllum førum spælast, og vit fara eftir stigunum. Seinastu dystirnar hevur talan verið um stóra framgongd í spæl- inum, og tað vilja vit halda fast um, sigur Sigfríður. Um manningina til dystin sigur venjarin, at B36 hevur at kalla alt fólkið tókt. Einasta undantakið er Klæmint Matras, sum hev- ur drigist við skaða. Hann varð tó innskiftur í dystin- um móti KÍ, men síðani er skaðin versnaður aftur, og hóskvøldið var støða fram- vegis ikki tikin til, hvørt hann fór at verða partur av hópinum sunnudagin. Ivamál eru um onkr- ar av lyklaspælarun- um hjá NSÍ, meðan allir eru tøkir hjá KÍ, har tað kanska kort- ini fara at verða onkr- ar broytingar á liðnum UPPTAKT Jóannes Hansen Nógv vatn er runnið í ánna, síðani NSÍ fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini í Klaksvík. Tað var í 1976, at NSÍ fyrstu ferð var í 1. deild, og teir í NSÍ taka enn til ferðina norðureftir ta ferðina. NSÍ legði seg á odda, men heimaliðið vann 10-1! Fyrsta ferðin, at NSÍ fekk fulla úrtøku í Klaksvík, var í 2000, tá ið teir vunnu 1-0. Síðani tá hevur tað riðið um snarið, hvørja ferð, tá ið NSÍ hevur verið har norð- uri. Felags fyri báðar partar- nar, sum fara á vøllin á Eið- inum í morgin, er, at tey leingjast eftir at fáa fulla úrtøku. Tað hevur NSÍ ikki fingið, síðani teir í fyrsta umfarinum vunnu móti B36 í Gundadali, og tað hevur KÍ ikki fingið, síðani teir í triðja umfarinum vunnu í Gøtu. Tá ið NSÍ spældi javnt móti ÍF á heimavølli, fóru onkrir av vøllinum orsaka av skaða. Sjúrður Jacobsen hevur verið skaddur í fleiri vikur, og hann verður ikki tøkur aftur fyrrenn um ein- ar tvær vikur. Gert Lang- gaard noyddist sunnudagin út við vøddaskaða. Hann hevur ikki vant í vikuni, og tað verður ikki mett, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Ike hevur eisini havt trupulleikar, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Í Klaksvík eru allir spæl- ararnir tøkir. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið liðið tvær ferðir á rað hevur lagt rygg til tap — fyrst á heimavølli móti Skála og síðani í Gundadali móti B36 — so verður møguleikin fyri broytingum umhugsaður, men hvørjar møguligu broytingarnar fara at vera, fæst ikki at vita fyrrenn í morgin. Eftir venjingina hóskvøldið ótu KÍ spæl- ararnir døgurða saman, og nú royna Ove Flindt Bjerg og hansara menn at leggja tað farna afturum og at fok- usera upp á tað, sum er á skránni í morgin. KÍ-NSÍ: Báðir partar leingjast eftir fullari úrtøku Í Klaksvík verður roynt at leggja ringu minnini frá seinastu vikunum aftur um bak Úrslitini frá firmakappingini Sum partur av flaggdags- renningini varð eisini skipað fyri firmakapping. Kappast varð hjá bæði monnum og kvinnum, og vórðu fremstu liðini í kappingini hesi: Menn 1 Føroya Banki Cecil Weihe 24.36 Sigurð B. Justinussen 24.45 Regin I. Jakobsen 27.07 Bjartur Mortensen 28.16 Jan Jakobsen 29.37 2 Shell 1 Arnfinnur Nesá 27.30 Hákun Djurhuus 28.35 Jón Johansen 29.57 3 Elektron-1 Hanus Højgaard 27.23 Hans Petur Weihe 29.19 Robert Vilhelmsen 30.32 Jógvan Olsen 31.06 Pauli Djurholm 33.08 Kvinnur 1 Løgtingið Kristina Samuelsen 34.47 Durita Djurholm 35.06 Súsanna Danielsen 36.53 Birita Samuelsen 40.35 2 Lab. Sisters Marita Simonsen 36.10 Ann Østerø 36.52 Nina Djurhuus 36.52 3 Føroya Tele Birna Abrahamsen 34.12 Susan Jacobsen 37.16 Maria Jacobsen 38.56 Ruth Jacobsen 39.23 Marjun Jógvansdóttir 39.24 Dystir um vikuskiftið Fótbóltur Formula-deildin 01.05 KÍ-NSÍ Georg Rasmussen 01.05 HB-EB/S Jens P. Brattalíð 01.05 VB-B36 Oddmar Andreasen 01.05 GÍ-Skála Páll Augustinussen 01.05 ÍF-TB Lassin Isaksen 2. deild menn 30.04 B36-B68 Petur Reinert 30.04 Roynd-FSV04 Ransin N. Djurhuus 30.04 AB-B71 Eiler Rasmussen 30.04 LÍF-Sumba Regin Egholm 30.04 GÍ-HB Rúni Gaardbo 3. deild menn 01.05 B68-ÍF Jan á Líðarenda 01.05 SÍ-KÍ Suni Johansen 01.05 Fram-HB Andrew Christiansen 01.05 EB/S-Skála Dan Højgaard 01.05 VB-NSÍ Lars Müller 1. deild kvinnur 01.05 GÍ-KÍ Johnleif Gerðisá 01.05 B36-EB/S Andrew Christiansen 01.05 AB-FSV04 Eiler Rasmussen Hondbóltur Sunset-kappingin 30.04 Stjørnan-VB Hannis Wardum & Uni Wardum