Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 81 - 30. apríl 2005 Næstbesta deildin fer á rull Hesa ferð eru fleiri enn helmingurin av feløgunum við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina 2. DEILD Jóannes Hansen Í dag verður farið undir landskappingina í næst- bestu deildini. Meðan dystartalið í bestu deildini undan hesum kappingar- árinum varð økt til 27, so er tað framvegis soleiðis, at liðini í næstbestu deild- ini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum ella átjan ferðir íalt. Frá og við í dag verður spælt mest sum hvørt vikuskifti inntil 25. juni. Tá verður summarsteðgur inntil 6. august, og so verður hildið fram inntil 22. oktober. Í fyrsta umfarinum sær skráin soleiðis út: B36- B68, Royn-FSV2004, AB-B71, LÍF-Sumba og GÍ-HB. Seks av teimum tíggju luttakarunum kapp- ast um at flyta upp í bestu deildina. Tey eru B68, Royn, FSV2004, AB, B71 og LÌF. Hjá B36, Sumba, sum er saman við VB, GÍ og HB eru tað næstbestu liðini, sum eru í 2. deild. Í vetur legði FSF upp til, at tað bara skuldi vera besta liðið í 2. deild, sum skuldi flyta upp, og at einki endaspæl harvið skuldi vera um eitt pláss í bestu deildini. Uppskotið vann ikki frama millum limafeløgini í FSF. Undan kappingarbyrjan hava feløgini í næstbestu deildini kappast í FSF steypakappingini. Í hálv- finaluna eru komin LÍF, B68, AB og B71. Tað er kanska góð ábending um, hvørji feløg kunnu rokn- ast at fara at vera við í kappingini um toppsessir- nar. Komandi vikuskiftið verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av longru teinunum MARATHON tíðindaskriv Hetta verður, tá Ítróttar- felagið Bragdið skipar fyri kapping í Hálvmar- athon leygardagin. Tein- urin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga. Eisini opin kapping Umframt, at renningin leygardagin er FM, er hetta eisini ein opin kapp- ing, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Kappingina hjá monn- unum í fjør vann Jonhard Larsen við tíðini 1 t. 19 min. 10 sek., hjá veteran- um menn vann Sámal Debes við tíðini 1 t. 24 min. 57 sek., hjá kvinnun- um vann Óluva Zachari- assen við tíðini 1 t. 55 min. 43 sek. og hjá veter- anum kvinnur vann Elsa í Skorini við tíðini 2 t. 36 min. 38 sek. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, menn (f. 1960-1988), kvinnur (f. 1960-1988), og eisini verður kapping fyri veter- anar kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru 45 ár ella eldri (f. -1959). Tilmelding Kappingin leygardagin byrjar kl. 17.00. Tilmeld- ing fer fram á heima- síðuni www.athletics.fo í seinasta lagi fríggja- kvøldið 6. mai kl. 20.00. Startnummar skulu av- heintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 16.30. Luttøkugjaldið tá numm- arið verður avheintað. Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum, so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð. Hálvt marathon 7. mai HB-EB/Streymur: Vilja venda hagtølunum EB/Streymur hevur enn ikki skotið mál móti HB á útivølli, men hetta ætla teir sær at broyta UPPTAKT Jákup Mørk Tað er ikki nøkur løtt upp- gáva, sum EB/Streymur hava, tá teir vitja HB sunnudagin. At skula takast við meistararnar á útivølli er í sjálvum sær tungt, og hagtølini tala so heldur ikki fyri EB/Streymi. Í fimm útidystum móti HB hevur EB/Streymur hvørki fingið mál ella stig, men hetta tyk- ist ikki vera nakað, sum ræðir spælararnar á liðnum, kortini. - Tað má so væl vera nak- að, sum vit mugu royna at broyta, heldur Fróði Clem- entsen, sum aftur í ár er partur av liðnum hjá EB/- Streymi. - Hugburðurin hesa vik- una hevur í øllum førum verið góður. Eg haldi, at menn royna at brúka laka avrikið á Tvøroyri positivt, soleiðis at vit nú skulu vaska tapið av okkum, og tað ætla vit so at arbeiða fyri. Vit hava so eitt stig, tá dysturin byrjar, og hetta vilja vit halda fast um. Og er møguleikin til øll trý, so vilja vit sjálvandi eisini royna eftir tí, staðfestir Fróði. Hann sigur víðari, at teir hava at kalla allar mans tøkar. Einasta undantakið er Johan á Stongum, sum ikki hevur fingið vant í vik- uni. Hann hevur drigist við skaða og verður neyvan tøkur sunnudagin. Heine og Vagnur venja Hjá HB hava teir báðir seinastu dystirnir givið fulla úrtøku, og tað hevur aftur ført liðið móti odd- inum í landskappingini. Á heimavølli er kravið frá áskoðarunum helst eis- ini ein sigur, og tað tykist eisini vera tað, sum spælar- arnir fara eftir. Enn eru Vagnur Mohr Mortensen og Heine Fern- andez skaddir, men teir eru spakuliga byrjaðir at venja. Fram til tá verður fremsta álopsplássið helst mannað av Hans á Lag, og hesum tykist høvuðssterki spælar- in heldur einki at hava ímóti. - Eg trívist í øllum førum væl her frammi, men tú skalt ikki spyrja meg, hvussu støðan er, tá Heine sjálvur er tøkur aftur. Eg spæli har, sum venjarin biðjur meg spæla, og higar- til hevur tað so gingið hampuliga væl, heldur toppskjúttin hjá HB. Hjá EB/Streymi vóna teir, at teir sunnudagin skulu vaska laka avrikið á Sevmýru av sær Í alt hevur EB/Streymur vitjað HB fimm ferðir, tá talan hevur verið um lands- kappingardyst í bestu mans- deildini, og higartil hava teir drigið púrasta svart hvørja ferð. Ikki somikið sum eitt mál hava teir enn fingið í hesi uppgerðini, og spurn- ingurin er so, hvørt teir megna hetta sunnudagin. Í aðrar mátar staðfesta hagtølini, at KÍ hevur havt eitt sera gott tak á NSÍ í Klaksvík, og at talan í allar mátar hevur verið um sera javnar uppgeðrir, tá B36 hevur vitjað VB. Eisini hó- ast tað nú eru sjey ár síðani, at B36 seinast vann á Eið- inum. Tá tosað verður um dyst- irnar GÍ-Skála og ÍF-TB, geva hagtølini ikki so greiðar ábendingar, tí talan hevur verið um lutfalsliga fáar dystir millum liðini í bestu deildini. Hvussu er og ikki, so sýnir talvan, hvussu tað hevur hylnast, tá mótstøðu- liðini sunnudagin hava tørnað saman í tilsvarandi uppgerðunum seinastu tíggju árini. -jm EB/Streymur málleyst í Havn