Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 23 Rætting Í greinini um dystin mill- um Liverpool og Chelsea høvdu tvær villur sníkt seg inn. Fyri tað fyrsta er tað ikki fyrstu ferð síðan 1992, at tvey bretsk lið møtast í Champions Lea- gue. Tað er nevniliga so stutt síðan sum í fjør, at Arsenal og Chelsea spældu fjórðingsfinalu. So stutt røkkur minnið. Og tað næsta er, at Alberto Ricardo Carvalho hjá Chelsea var við til at vinna Champions League við FC Porto í fjør. Vit biðja lesaran halda okkum til góðar. -Stefan HB størsti favoritturin Á nordicbet.com ber sum vant til at fylgja við, hvørji sannlíkandini bookmakararnir meta fyri dystirnar, sum skulu spælast um vikuskiftið. Her er HB størsti favor- itturin, tá teir sunnudagin fáa vitjan av EBS/treymi. Næstir í so máta eru fugl- firðingar, tá hesir fáa vitjan av TB, meðan eis- ini KÍ, Skála og B36 verða roknaðir sum mest sannlíku vinnararnir um vikuskiftið. Oddsini hjá Nordicbet eru annars hesi: Dystur 1 X 2 VB-B36 2,65 3,65 2,00 ÍF-TB 1,75 3,30 3,60 HB-EB/S1,45 3,75 4,95 GÍ-Skála 3,05 2,80 2,15 KÍ-NSÍ 1,85 3,15 3,40 -jm GÍ-Skála: Illa sperdir Gøtumenn Við nýggjum mál- verja fara teir hjá GÍ at gera eina roynd at koma av botnsessin- um, nú Skála skal royna at taka sín fyrsta sigur í Gøtu UPPTAKT Jákup Mørk Tað hevur ikki gingist nakað serligt hjá GÍ higaritl í ár. Liðið, sum annars hev- ur átt fast pláss í føroyska fótbóltsoddinum í nógv ár, tykist eftir fyrstu umførini at vera í beinleiðis niður- flytingarvanda. Og tað er ein støða, sum teir altso ikki eru vanir við. Í vikuni fór málmans- vikarurin, Hallur Hansen, aftur til Danmarkar, og tá Meinhardt Joensen fram- vegis er skaddur, hevur GÍ leitað sær nýggjan styrk til plássið. Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur felagið fingið fatur á póllendska Marcen Dawid, sum er komin í yvirskot, nú Sumba og VB hava lagt saman. Fleiri ivamál Sum skilst, so hava gøtu- menn annars allar mans tøkar, og einki er at ivast í, at teir fara at leggja nógv fyri, tá Skála vitjar. Venjarin hjá Skála er nevnliga maðurin, sum meira enn nakar legði lunn- ar undir gyltu árini í Gøtu. Og skal metast eftir sein- astu 13 mánaðunum, so er Johan Nielsen um at gera tað sama á Skála nú. Enn hevur Skála tó ikki roynt at vinna í Gøtu, men einki er at ivast í, at tað eru trý stig, sum teir fara eftir. Ikki minst, tí teir vilja reisa seg eftir tapið fyri VB seinast. Hjá Skála var tað fríggja- morgunin ikki heilt greitt, hvussu standurin hjá leikar- unum var. Bárður Daniel- sen hevur verið skaddur í einar tvær vikur, og hann hevur enn nakað av trupul- leikum við fótinum. Nýggi málverjin, Vlada Erlipovic, hevur verið skaddur, men hann vandi so aftur hós- kvøldið, og so er spurning- urin, hvørt tað verður hesin ella Eugen Voda, sum skal verja málið. Og eisini nýggi verjuleikarin, Jenel Gorgunaru, hevur drigist við skaða. Hann hevur als ikki vant hesa vikuna, og tí er ivasamt, hvørt hann verður tøkur. Í fjør fekk Skála javnleik í Gøtu, og tað er besta úrslitið hjá teimum í Sarpisgerði higartil Hóskvøldið megnaði felagið hjá Toda Jóns- son enn eina ferð at fara av vøllinum sum sigursharri, hóast ikki færri enn níggju spælarar vóru á skaðalistanum ROYALA LIGAN Jóannes Hansen Hóast ikki færri enn níggju spælarar hjá FCK í løtuni eru á skaðalistanum, so gongur tað framvegis strúk- andi hjá teimum. Hós- kvøldið spældu teir fyri síðstu ferð í millum umfar- inum í Royalu liguni, og tað gekk so væl, sum tað kundi gera. Malmø FF var í Parkini, og FCK vann 2-1, eftir at Malmø hevði verið frammanfyri 1-0. Sigurin var uppiborin, tí FCK bæði spældi betri og var meiri ágrýtið. FCK málini skoraðu Peter Møll- er og Sibusisu Zuma, sum mannaðu álopssessirnar báðar. Í steðginum stóð á jøvnum 1-1, og seinna mál- ið fekk FCK eftir kiksað út- spark frá Malmø málverj- anum. Tá var ein tími farin. Í FCK mugu teir bíða í tvær vikur, áðrenn tað verð- ur greitt, um teir skulu spæla í finaluni, ella um tað verður Rosenborg, sum skal í finaluna. Treytin hjá Rosenborg er, at teir skulu vinna í Malmø. Tað heldur FCK venjarin, Hans Backe, fara at verða ógvuliga torført hjá teimum.Hann sigur seg ikki rokna við, at Malmø fer at tapa á heimavølli. Tað er heldur ikki greitt, hvør hin luttakarin verður í fyrstu Royalu finaluni. Hóskvøldið vann Våler- enga á Ullevaal í Oslo 1-0 á Brann úr Bergen. Úrslitið ber við sær, at svenska IFK Göteborg nú hevur góðan møguleika at spæla seg í finaluna. Treytin hjá teim- um er, at teir í síðsta umfar- inum, sum verður 12. mai, megna at fáa í hvussu so er eitt stig, tá ið teir í Oslo skulu spæla ímóti Våler- enga, sum verður partur av finaluni, um teir vinna móti IFK Göteborg. Hóast mótstøðuliðið er uppflytari, so halda fuglfirðingar, at úrslitini hjá TB tala fyri torførari upp- gávu í morgin UPPTAKT Jóannes Hansen Øll orsøk er til, at sjálvs- álitið hjá TB skal vera í lagi, tá ið teir í morgin fara á vøllin í Fuglafirði. Teir vunnu sunnudagin á heima- vølli móti EB/Streymi, og fyri trimum vikum síðani megnaðu teir málleysan javnleik í Runavík. Í morgin verður tað iva- leyst uppskriftin, sum teir nýttu í Runavík, sum verð- ur frammi hjá TB. Tað ræð- ur um at vera tættur í verj- uni og so dúva upp á onkr- an møguleika í snarálop- um, og so leingi, sum tað ikki eydnast mótstøðu- monnunum at gera mál, er klokkan í parti við TB. Á Sevmýri hava teir trup- ulleikar við tveimum mið- vallarspælarum, sum teir roknaðu við skuldu vera lyklaspælarar. Annar er Al- exander Jovevic, sum ikki hevur spælt fleiri tær sein- astu ferðirnar. Hann er so spakuliga farin at venja aft- ur, men í gjár roknaðu teir ikki við, at hann verður tøk- ur í morgin. Hin er Daniel Nyarko, sum noyddist út móti EB/Streymi, og sum ikki hevur vant í hesi vikuni. Í Fuglafirði hevur gingið væl higartil, men teir í ÍF rokna við, at uppgávan verður torfør í morgin. Fuglfirðingar plat at vera stinnir í deyðbóltsstøðum, og tað kann væl vera, at so- vornar fara at hava stóran týdning í morgin, men tað verður ikki lætt, tí teir í TB verjuni eru bæði stórir og sterkir. Allir ÍF spælararnir eru tøkir. Eisini Hanus Eliasen, sum ikki var við í Runavík, tí hann var skaddur. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 5 3 - 1 - 1 5 2 3 10 2 HB 5 3 - 0 - 2 11 8 3 9 3 Skála 5 2 - 2 - 1 10 5 5 8 4 ÍF 5 2 - 2 - 1 9 9 0 8 5 VB 5 2 - 1 - 2 3 3 0 7 6 KÍ 5 2 - 1 - 2 8 9 -1 7 7 NSÍ 5 1 - 3 - 1 6 6 0 6 8 TB 5 1 - 2 - 2 6 9 -3 5 9 EB/Str. 5 1 - 2 - 2 4 7 -3 5 10 GÍ 5 1 - 0 - 4 7 11 -4 3 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 13 13- 0 - 0 909 524 385 39 2 Stjørnan 13 12- 0 - 1 811 507 304 37 3 Neistin 14 10- 0 - 4 795 589 206 30 4 Søljan 14 7 - 0 - 7 753 652 101 22 5 VÍF 14 7 - 0 - 7 657 644 13 19 6 StÍF 14 3 - 0 - 11 622 752 -130 11 7 Kyndil 14 3 - 0 - 11 539 778 -239 9 8 Tjaldur 14 0 - 0 - 14 400 1040 -640 0 FCK á veg í finaluna ÍF-TB: TB hevur trupulleikar við miðvøllinum