Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 81 - 30. apríl 2005 Tað hevur loksins eydnast Føroya Bjór at fáa fatur á so- nenvdu PEN-fløskun- um í vanligari stødd FLØSKUR Jákup Mørk Tað hevur tikið sína tíð, men nú ber so eisini til at keypa føroyskt øl í PEN- fløskum í vanligari stødd. Hetta er annars nakað, sum bara Carlsberg og Tuborg hava kunnað bjóða. Føroya Bjór hevur annars í nøkur ár havt PEN-fløskur, men hesar hava verið í størra lagi og hava tí ikki fingið ta heilt stóru undir- tøkuna millum manna. Eis- ini hava bæði Føroya Bjór og Restorff upp undir eitt nú ólavsøkuna tappað øl í PET- fløskur, men hesar eru ikki serliga væl egnaðar til øl, tí tær »anda«, og verður løðurin tí nakað deydligur, um fløskan stendur eina tíð. Stóri trupulleikin hevur verið, at PEN-fløskurnar eru patenteraðar, og tí hev- ur ikki borið til hjá før- oysku bryggjaríunum at fingið hendur á teimum. Nú er hetta tó eydnast hjá Føroya Bjór, og fyrstu fløskurnar eru longu komn- ar á marknaðin. Í mun til vanligar øl er innihaldið nakað meira – 38 cl. móti 33 – men hóast tað, er fløskan munandi lættari. Og ikki minst, so er talan her um eina fløsku, sum ikki letur glassplintrar eftir sær kring alt landið. Pantið á nýggju fløskuni er 2,50 kr, og saman við økta innihaldinum ger hetta tí, at øl í PET-fløskum er dýrari enn í glas-fløskun- um. Men roknað upp á lit- urin, er kostnaðurin altso hin sami. Gamalt øl á nýggjar fløskur Um PEN-fløskkurnar eru penar, má lesarin gera av, men lættari at handfara eru tær so í øllum førum Mynd: Bárður Lydersen