fríggjadagur 29. apríl 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 • Vikuskiftið 30. apríl/1. mai 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Útlendingar
í Føroyum
Tinghellan síða 39
FØÐINGARDAGUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
11. apríl er ein serligur dagur
fyri Sólvá Magnadóttir, tí tá hev-
ur hon føðingardag. Men í ár
gjørdist dagurin heilt serligur,
við tað, at stóra stjørnan hjá
Sólvá, Magni Christiansen, eisini
var við.
Við hjálp frá beiggja
Sum dagurin nærkaðist byrjaði
Sólvá at tosa um fólk, sum
skuldu hava innbjóðing til fimm
ára føðingardagin. Og hon bleiv
við at tosa um Magna, sum hon
vónaði eisini fór at koma við. Tá
visti eingin at hon meinti við
Magna Christiansen. Tey hildu,
at hon meinti við pápa sín, sum
eisini eitur Magni, og sum tá var
til skips.
Men á eini stuðulskonsert, sum
Sólvá hevði verið á saman við
ommu síni, hevði hon sæð og
hoyrt Magna Christiansen fram-
føra. Og tað var hann, hon vón-
aði at síggja.
Men Sólvá veit, hóast sín unga
aldur, at tað sum oftast ikki er
nóg mikið bara at ynskja sær.
Tað er tó trupult at fáa ynskini til
veruleika, tá tú framvegis ikki
hevur lært skrivikynstrið. Tí tók
hon sjey ára gamla beiggja sín,
Jóannes, við upp á ráð.
Jóannes gongur í 1. flokki og
hevur sostatt bæði lært at lesa og
skriva í næstan eitt ár. So Sólvá
fekk hann at skriva Magna
Christiansen eitt bræv. Sólvá
dikteraði og Jóannes skrivaði,
nakað soleiðis:
»Góði Magni. Kanst tú koma í
mín føðingardag og syngja ein
sang? Tú skalt nokk fáa kakur og
kakao. Allarfittasti. Heilsan
Sólvá.
Mamman tók brævið við til
arbeiðis, har hon av og á hevur
samband við Magna Christian-
sen, og gav honum tað.
Sólvá var, sum vera man, sera
spent, um hann nú mundi fara at
koma. Mamman segði henni, at
sjálvt um hann var boðin við, so
var tað ikki vist, at hann fekk
komið. Og tað skilti Sólvá væl.
Dagurin kom, og barnagarð-
urin kom á vitjan. Men brádliga
bankaði uppá enn einaferð. Í
hurðini stóð Magni Christiansen,
og hann hevði guittaran við.
Hann var til reiðar at geva unga
fjepparanum eina føðingardags-
konsert.
Frøin var stór, tá hann m.a.
sang »Djúp og breið« og »Eg eri
ein K«.
Og eftir føðingardagin hevði
hann uttan iva skaffað sær nakrar
fjepparar í barnagarðsaldrinum
afturat.
Eg ivaðist ikki
Magni Christiansen greiðir frá,
at hann ein dagin fekk eitt so
øgiliga fitt bræv.
– Tað var hondskrivað og, tú
veit, eitt sindur skeivt eftir
pappírinum. Øgiliga fitt. Sólvá
spurdi um eg kundi koma at
syngja fyri henni, og eg skuldi
nokk fáa kaku afturfyri, greiðir
Magni Christiansen frá.
Magni ivaðist ikki í at taka av
innbjóðingini, men hann heldur
tó, at Sólvá gjørdist eitt sindur
flóv, tá hann brádliga stóð í
hurðini.
– Hon bleiv nokk eitt sindur
kløkk, men so sungu vit ymiskar
barnasangir og sunnudagsskúla-
sangir, og so var tað fínasta slag,
og lagið var so øgiliga gott, sigur
hann.
Magni sigur, at hetta ikki er
fyrstu ferð at hann hevur fingið
brøv frá ungum fjepparum.
– Tað kemur meiri enn so fyri,
at børn skriva til mín, biðja um
autograf ella okkurt tílíkt. Men
hatta var avgjørt ein stuttligur
dagur, sigur Magni Christiansen
at enda.
Ynskti sær Magna í føðingardagsgávu
Sólvá Magnadóttir er ein dama, sum veit hvat hon vil. Hon ynski sær nevniliga at fáa vitjan av Magna Christiansen á 5 ára føðingardegnum, og
hon fekk tí stórabeiggja sín, Jóannes, at hjálpa sær. Og tað gav eisini úrslit. Magni kom, og øll børnini hugnaðu sær óført.
privatmyndir