Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 52

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 81 - 30. apríl 2005 Gudstænastur 5. sunnudag eftir páskir Vesturkirkjan: Bergur D. Joensen Kirkjubøur: kl. 12, Heri Joensen. Prestur og kirkjukór úr Vestmannaoyggjum luttaka Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Kaldbak: kl. 12, Jóannis Fonsdal Sandavágur: kl. 11, David Johannesen Miðvágur: kl. 11, Inga Poulsen Dam Kollafjørður: kl. 11, altarg., Marjun Bæk Kvívík: kl. 12, altarg., (skriftarmál kl. 11.50): Mogens Tilsted Christensen Funningur: kl. 11 Messa, Kristiliga Sangkórið syngur, Emil Olsen Gjógv: kl. 12.30 Messa, Kristiliga Sangkórið syngur, Emil Olsen. Selatrað: kl. 11, Jógvan Fríðriksson. Í Sjóvar og Selatraðar kirkju er kirkjutíðin broytt til kl. 11.00. Norðskála: kl. 11, Jákup R. Hansen Frá komandi sunnudegi verður farið í kirkju á Eiði og við Norðskála kl. 11.00. Gøta: kl. 11, Martin R. Jacobsen Elduvík: kl. 12, Hellurnar: kl. 16, Uni Næs Broytt kirkjutíð: Sunnudagin verður farið í kirkju kl. 11.00 í Leirvíkar kirkju. Sjúkrahúsið í Klaksvík: kl. 10,00 Árnafirði: kl. 12,00 altarg., Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen Viðareiðis kirkja: kl. 12, altarg., Elsa Funding Leiti: kl. 11, altarg., Eldrabýlið: kl. 13.00, altarg., Patrick de Neergaard Broytt kirkjutíð Frá komandi sunnudegi verður farið í kirkju í Haldórsvík kl. 11.00. Lívdin í Hoyvíkar skúla Leygarkvøldið kl. 20.30 Ungdómsmøti. Sunnumorgunin kl. 10.30 á Familjumøtinum talar Jógvan Z. um evnið »Eg eri dyrnar«, kl. 11.30 samvera við drekka. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 er evnið »Vilji Guds« talari Jóhan Syderbø. Barnaansing undir møtinum. Sunnudagsskúlin kl. 12. www.livdin.fo Samkoman við Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv. 75 Sunnumorgun kl. 10.30 Møti, breyðbróting, barnaansing verður eisini. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti, kl. 21.30 Bíbliugransking: Dánielsbók. Missiónshúsið v/ Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á Norðasta Horni, kl. 18 Møti í Missiónshúsinum v/ Johan Henriksen. KFUM og KFUK í Havn Hósdagin 5. mai Kristi- himmalsferðardag er útferð til Tjørnuvíkar fyri eldrasam- komuna og varðmenn. Vit møtast í KFUK kl. 9.15. Tekning neyðug á tlf. 311928, 311824 ella 211824 í seinasta lagi týsd. 3. mai kl. 15.00. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Nicolinu og Erlandi Beder. Mánadagin kl. 20 í KFUK: Ung vaksin hittast. Týsdagin kl. 19.30 Í KFUM: Kristiliga sangkórið venur. Nýggir sangarar eru væl- komnir við. Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 11 Guds- tænasta v/ Jóna Johannesen, kl. 14 Sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl. 20 felags Bønarmøti í Filadelfia. Mikumorgun kl. 7 Bøn. Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Evangelisk møti í Losjuni í Havn Leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18. Talarar: Palli Højgaard og David Bech. Sangur: Herman og Gigga, Tórmund og fleiri. Drekkamuður aftaná møti. Meinigheitshúsið Leygardagin kl. 9.30-12 For- eldur og børn. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Bergur Debes Joensen. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti, Sam Jakobsen talar. ABC v/ Ásu Lützen – evnið· »Ísrael«, kl. 11.50 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo Frá Ebenezer Sunnudag kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. møti. Mánadag kl. 17 Kvinnur koma saman til bøn í Sloans húsi. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Evangeliihúsið, Tróndargøta Sunnudagin kl. 11 Familju- og Morgunmøti við sunnu- dagsskúla, kl. 18 Evangel. møti. Mánakvøldið kl. 20 felags bønarmøti í Filadelfia. www.gospel.fo Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis barnaansing. Kl. 11.30 Samvera við drekkamunni, kl. 12 Sunnudagsskúli og møti. Karl Johan Nielsen av Vatnsoyrum talar. www.hebron.fo Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudag kl. 11 Møti, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti. Mánadag kl. 17 og 19 Skótar. www.frelsunarherurin.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Michael Bradley, prestur í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Sunnudagsskúli kl. 14. www.katolsk.fo Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Leygarkvøldið kl. 20 hevur samkoman vitjan av Leif og Susanne Madsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sunnukvøldið verður evangel- iskt møti við dópi kl. 18.00. Nátturði verður aftaná. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Miðvági Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og møti er broytt til kl. 19.00 har Streingjakórið í Gøtu syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Miðvágur Sunnudagin kl. 11 Familju- og morgunmøti við sunnu- dagsskúla. Mikukvøldið kl. 20 Undir- vísing og bøn. Kongshavnar Kvinnufelag Vit fara útferð í Norðoyggjar Kr. Himmalsferðardag. Teknið tykkum á tlf. 447018 ella 441199 áðrenn mánadagin 2. mai. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Awake við Ólavur Jacobsen. Sunnudagin kl. 11 Møti við Leif og Susanne Madsen úr DK. Barnamøti kl. 11. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Í samband við at skálalega er í Nesvík hetta vikuskiftið, verður eingin sunnudagsskúli og einki møti í Meinigheits- húsinum sunnudagin, men familjugudstænasta í Nesvík sunnumorgunin kl. 11, har øll eru vælkomin. Samkoman Lívsins Orð Saltangará Sunnudagin kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Elim í Søldarfirði Sunnudagin kl. 12 Breyð- bróting og sunnudagsskúli. Á møtinum kl. 18 talar Hjørleif Vang, Kaldbak. Øll eru hjar- taliga vælkomin. Karmel, Eiði Sunnukvøldið kl. 19 Møti við Egil Joensen. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman í húsinum hjá Kvinnufelagnum á Glyvrum mánadagin 2. mai kl. 19.30. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti, Hjalmar Hansen talar. Evnið: 7. boð – »tú mást ikki stjala«. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tabor, Toftir Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 19, evnið: Sur- prise. Vælkomin. Kirkjukjallarin, Gøta Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21 v/ Árna Jacobsen úr Leirvík. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Hjørleif Poulsen og Ung- dómsmøti kl. 21 við Thorleif Johannesen. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM og K, Norðoyggjar Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Konfirmant- veitsla, kl. 21 Ungdómsmøti. Mánakvøldið kl. 20 møtist sjómanskvinnuringurin. Øll eru vælkomin. www.kuff.fo Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti, André Matras talar og onnur vitna. Tú ert hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Susanne og Leif. Aglow, Klaksvík Møti verður á Soli Deo Gloria leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Kristi Himmalsferðardag 5. mai verður Aksel Thomsen, sonur Heidi (Hansen) og Palla Thomsen, konfirmeraður í Gladsaxe kirkju. Adr.: Klausdalsbrovej 123, 2860 Søborg. KONFIRMATIÓN GULLBRÚDLEYP Mikudagin 4. mai kunnu hjúnini Judy og Justinus Justin- ussen í Norðragøtu halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á Hotel Hafnia hósdagin, Kristi Himmalsferðardag, saman við familjuni. Hósdagin – Kristi himmalsferðardag – 5. mai kl. 14.00 giftast í Fuglafjarðar kirkju Sheila Petersen og Sonni á Horni, Fuglafjørður. Vælkomst verður í felags Lonini í Fuglafirði frá kl. 18.00. Kristi himmalsferðardag 5. mai giftast í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn Olina Olsen úr Skopun og Kasper Jæger- gaard úr Keypmannahavn. Brúdleypsadr.: Peblingedose- ringen 50, 4.th. Keypmannahavn N. Leygardagin hin 7. mai giftast í Samuelskirkjuni, Thors- gade 65, Keypmannahavn N. Daisy Johannesen úr Klaks- vík og Jens Christian Lolk, Hellerup. Brúdleypsadr.: Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A, DK-1620 Kbh. V. Leygardagin 7. mai kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Anja Müller og Heri Næss Rasmussen úr Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Hósvík. Leygardagin 7. mai kl. 16.00 giftast í Miðvágs kirkju Laila Vang Durhuus og Benni Haraldsen, Miðvágur. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 18.00. Øll eru vælkomin eftir kl. 21.00 í hølunum hjá Ingu Svabo, Miðvágur. Leygardagin 14. mai kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Heidi Olsen, Rituvík og Hans Jacob Arge, Argir. Veitslan verður hildinfyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum. Leygardagin 14. mai giftast í prestagarðinum í Fuglafirði Anna Margretha Sølvádóttir úr Leirvík og John Eriksen frá Svendborg. Vælkomst verður í Pálsstovu kl. 19.30. Leygardagin 21. mai giftast í Kelduni í Skálafirði Guðrun Clementsen, Hoyvík og Hans Ove Johansen, Eiði.Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, ið vilja gleð- ast saman við okkum henda dag, verða vinarligast biðin um at siga frá áðrenn 8. mai á tlf. 316714 ella 423109. Leygardagin 28. mai kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Annika Djurhuus og Øssur Hammer. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, vinarliga ringið tlf. 227876 ella 212076 áðrenn 18. mai. BRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Tit eru ljós heimsins!« (Matt. 5,14) Ein kristin sannleiki er, at Gud er við okkum. Ein annar sannleiki er, at Gud er fyri okkum. Hann ger okkara søk til sína søk. Vit eru ikki slept uppá fjall. Og vit eru sum kristin sett at bera alt gott frá Gudi víðari til onnur. Vit eru ljós heimsins. Hetta gera vit ikki okkum sjálv til, men hetta ger Gud okkum til. Vit eru í hansara hondum. Og í hansara hondum eru vit eisini hansara reiðskap. Hann nýtir okkum í síni tæn- astu. Vit gera ikki okkum sjálv til tað, vit eru. Gud ger okkum til tað, vit eru. Tey evnir, vit hava og teir møgu- leikar, vit fáa, eru Guds gávur til okkara. Fyrr enn vit síggja, at lívið alt sum tað er, er gáva, hava vit ikki skilt lívið og okkara uppgávu í lívinum. Gud er ongantíð nøgdur við, at vit eru so, sum vit eru. Hann vil hava okkum at vera annarleiðis. Hann vil hava okkum at líkjast sær. Soleiðis at skilja, at vit bera lív, kærleika og vón til onnur. Bera nakað av tí himmalska til stúrin og sjúk menniskju, bera Gud til onnur, og tað vil siga, bera kærleika, umsorgan og náði til onnur. Vit eru sum kristin Guds armar í heiminum. Gud nýtir okkum. Og Gud ger okkum annarleiðis, enn vit eru. Hann kann broyta okkum og umskapa okkum. Geva okkum hitt rætta kærleikafulla sinnalagið, ið elskar næstan, tí hann er næsti og ein Guds skapningur. Vit eru ljós heimsins. Men hetta kunnu vit ikki gera okkum sjálv til. Hetta kann bara Gud umskapa okkum til. Og hann ger tað í anda og orði. Lívið er gáva og uppgáva. At taka ímóti lívsins gávu, og geva hana víðari til onnur. Vit eru sum kristin undir Guds og andans ávirkan. Gud og kærleikin kunnu nýta okkum smáu í tænastu fyri tí góða. Gud er fyri okkum, og hann ger okkara søk til sína søk. Lat teg brúka í tænastu fyri hesum Gudi. Og hesin Gud eitur Jesus Kristus. Lata vit okkum brúka av honum, eru vit ljós heims- ins. Og tá er lív okkara ein vitnisburður og ein gleði fyri onnur. Og tað er jú endamálið við lívinum. Amen David Johannesen TILTØK