mikudagur 4. mai 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sandoyartingmennin
ar, Gerhard Lognberg
og Páll á Reynatúgvu,
vilja hava at vita,
hvussu landsstýris-
maðurin í heilsumál-
um ætlar sær at skipa
sjúkraflutningin úr
Sandoynni
SJÚKRAFLUTNINGUR
Jákup Mørk
Á tingið seta teir báðir ting-
menninir nú fyrispurning
um, hvørt Landsstýrið ætlar
at niðurprioritera sjúkra-
flutingin úr Sandoy.
Orsøkina til fyrispurn-
ingin sigur Gerhard Logn-
berg vera, at Landssjúkra-
húsið ikki ætlar at leingja
sáttmálan við Strandferðsl-
una um at hava Teistan til
sjúkraflutning havi eg hesar
spurningar.
Í viðmerking til fyri-
spurningin sigur ting-
maðurin:
- Vit vilja øll hava trygd-
ina so góða sum gjørligt,
men hetta er so avgjørt tað
øvuta. Tað kann leggjast
afturat, at rutan úr Sandoy
er broytt til tað betra. Síðsti
túrurin úr Skopun er kl.
22.30 og fyrsti túrur á
morgni er kl. 06.30, so tað
eru bara náttartímarnir at
Teistin kemur at sigla leigu-
túrar. Hetta merkir eina
sparing sum er útvið helvt-
ina av teimum kr. 700.000
sum
sjúkraflutningurin
hevur kostað. At taka
Teistan úr sjúkraflutnings
skipanini er avgjørt ein
niðurprioritering av sjúkra-
flutninginum úr Sandoynni.
Hartil vil Gerhard Logn-
berg hava Hans Paula
Strøm at greiða frá, hvussu
sjúkraflutningstrygdin
kann blíva betur, tá ein
flutningsmøguleiki verður
tikin úr skipanini?
Tyrlan eingin loysn
Í sínum fyrispurningin finst
Páll á Reynatúgvu serliga
at ætlanunum um at lata
tyrluna yvirtaka sjúkra-
flutningin.
- Trygga sjúkraflutnings-
tænastan við Teistanum um
Skopunarfjørð, skal sum
skilst skiftast út við tyrlu-
sjúkraflutning. Onki er at
frætta
frá
Landsstýris-
manninum um fyrimunir og
vansar við broyttari sjúkra-
flutningsskipan, og fólkið í
oynni, kommunulæknarnir,
og politikararnir sum vara
av eru ørkymlaði.
- Havandi í huga før-
oyska veðurlagið og tann
veruleika at eingin góð-
kendur tyrlupallur er í
Sandoynni, tykist sum um
ætlanin er tikin úr leysum
lofti, staðfestir Páll á
Reynatúgvu.
2
Nr. 83 - 4. mai 2005
KONSERTFERÐ
tíðindaskriv
Føroyski
vokalbólkurin
Mpiri, sum er samansettur
av 13 ungum sangarum í
Keypmannahavn, fer í vár
at hava tríggjar konsertir í
Danmark. Tann fyrsta verð-
ur mikukvøldið 4. mai í
Rundatorni.
Sangskráin hevur 'Sorrig
og glæde' sum tema. Kenda
sálmaørindið hjá Kingo er
karmurin um konsertirnar,
har gleðin og sorgin í tón-
leiki og teksti ’vandre til
hobe’. Skráin er samansett
av nýggjum føroyskum
kórtónleiki settur saman
við donskum og evrope-
iskum kórtónleiki og skald-
skapi. Bólkurin arbeiðir
nógv við at hava ørðvísi
konsertir, har til dømis
improvisatión, ljóðroyndir
og upplestur verður bland-
að við kórsangi. Eisini
verður arbeitt við skiftandi
kóruppsetingum, rørslu og
serligum búnum.
Sungin verða verk hjá
Vagn Holmboe, Tróndi
Bogasyni og Paula í Sanda-
gerði, ið allir eru kend
tónaskøld í Føroyum. Men
eisini verk eftir til dømis
Per Nørgård, Einojuhani
Rautavaara, Thomas Tom-
kins og Tjajkovski. Á kon-
sertini luttaka 3 slagverks-
leikarar, millum annað tann
ungi føroyingurin Rúni
Mouritsen. Farið verður
tónleikaliga frá tí lívliga til
tað stillføra; frá tí vakra til
tað svaka; frá renesansu-
verkum til heilt nýskrivað-
an tónleik.
Vokalbólkurin Mpiri
á konsertferð
Vilja hava
Teistan
Gerhard Lognberg vil hava at vita,
hvussu sjúkraflutningurin úr Sandoynni
framyvir skal røkjast
Mynd: Edvard