Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 83 - 4. mai 2005 UTTAN ÚR HEIMI Kvinnur ikki valrætt Mánadagin viðgjørdi tjóðartingið í Kuwait eitt uppskot um at geva kvinnunum valrætt, men tá uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, fall tað. Eftir uppskotinum skuldu kvinnur sleppa at velja og at stilla upp á einum komandi landspartavali. Tað kunnu tær kuwaitisku kvinnurnar ikki eftir galdandi lóg, men tey, sum standa aftan fyri uppskotið, ætla ikki at gevast so. Ein teirra, Ali al-Rasheed, sigur við AFP, at uppskotið verður lagt fyri tingið eina ferð afturat og kanska longu í dag. Tá atkvøtt varð mánadagin, atkvøddu 29 tinglimir fyri uppskotinum um valrætt og valbæri til kvinnurnar, og teir atkvøddu ímóti. Men trupulleikin var, at 29 tingmenn greiddu ikki atkvøðu, og so fall uppskotið, tí sambært lógini skal eitt tílíkt uppskot hava minst 33 atkvøður í meiriluta fyri at verða samtykt. Krevur endurgjald fyri píning Ein iranskur flóttamaður vil nú hava endurgjald frá donsku myndugleikunum, tí teir sendu hann aftur til Iran, sjálvt um teir vistu, at vandi var fyri, at hann fór at verða píndur, kom hann heimaftur. Orsøkin til kravið er, at Anders Fogh Rasmussen, for- sætisráðharri, hevur sagt, at stjórnin umhugsar at biðja um umbering fyri, at Danmark sendi jødisk flóttafólk aftur til Týsklands undir seinna heimsbardaga. Forsætis- ráðharrin heldur kortini ikki, at Danmark eigur at biðja eitt nú tann iranska flóttamannin um umbering, tí viður- skiftini í dag kunnu ikki samanberast við viðurskiftini undir seinna heimsbardaga, sigur hann. Tað var í 1999, at donsku myndugleikarnir sýttu fyri at geva iranska flóttamanninum friðskjól, og hann bleiv tí sendur aftur til Iran. Stutt eftir heimkomuna bleiv hann tikin, og tey næstu tvey árini sat hann í fongsli, har hann fleiri ferðir bleiv píndur. Tað eydnaðist honum at flýggja úr Iran seinni, og nú hevur hann fingið friðskjól í Danmark. Men Ashkan Panjeheighalehei heldur uppá, at hann fekk skeiva viðferð í 1999, og nú krevur hann 450.000 krónur í endurgjaldi frá danska ríkinum. Nær málið kemur fyri rætin, er ikki greitt. Samráðingar tað rætta Ein nýggj meiningakanning í Spania vísir, at flestu spaniumenn halda, at stjórnin eigur at samráðast við baskiska loysingarfelagsskapin ETA. Kanningin, sum blaðið El Perodico hevur gjørt, vísir, at 57 prosent taka undir við hugskotinum um samráðingar ímillum stjórnina og ETA, meðan 37 prosent eru ímóti. Kortini er vert at leggja merki til, at heili 65,6 prosent av teimum spurdu sýttu fyri at svara spurninginum ella vóru í iva um, hvat tey skuldu siga. Teir baskararnir, sum vórðu spurdir, vóru ikki í iva. 75,5 prosent tóku undir við samráðingum, og bara 18,9 prosent vóru ímóti. Í hesum sambandi er kanska vert at nevna, at á baskiska landspartavalinum herfyri misti loysingarflokkurin undirtøku. Tann víðgongdi baskiski loysingarfelagsskapurin hevur stríðst fyri baskiskum sjálvsstýri í meiri enn 35 ár, og hetta stríð hevur kostað meiri enn 800 mannalív. Vindur tók flogfar Fleiri fólk noyddsust á sjúkrahús, eftir at ein hvirla tók eitt lítið norskt ferðafólkaflogfar, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllinum í Hammerfest mánadagin. Tað var nógvur vindur, tá óhappið hendi. Tá flogfarið var komið niður ímóti lendingarbreytini, gjørdi flog- skiparin av at fara uppaftur, men júst tá kom ein hvirla og snaraði flogfarinum so mikið, at tað tók. Stoyturin var so harður, at eitt av hjólunum og ein av propellun- um brotnaðu, og flogfarið lendi á búkinum. Tað hevði so mikið nógva ferð, at flogskiparin fekk ikki steðga tí, fyrr enn tað var bara tjúgu metrar frá bensinpumpunum á flogvøllinum, skrivar ANB. Flogfarið var av slagnum Dash 8, og hendan dagin vóru 30 fólk við tí. Tey vórðu alt fyri eitt flutt á sjúkrahúsið í Hammerfest til kanningar. Tað vísti seg, at eingin hevði fingið lkamligan skaða av tilburðinum, men tey flestu høvdu kortini fingið ein rættiligan skelk. Fyrrverandi danski fiski- málaráðharrin og hálvi før- oyingurin Kent Kirk ætlar sær nú aftur upp á tann politiska pallin í Danmark. Kent Kirk hevur fyrr umboðað Konservativa Fólkafokkin í Fólkatingin- um í 14 ár, men á valinum í 1998 varð hann ikki aftur- valdur. Frá 1979 til 1984 var hann í ES-tinginum, og eitt skifti var hann fiski- málaráðharri hjá Poul Schlúter. Nú stillar hann upp á tí fyrsta valinum til tey nýggju landspartastýrini í Danmark. Hann er høvuðs- valevni hjá Konservativa Fólkaflokkinum í tí partin- um, sum umfatar syðra part av Jyllandi og Fyn. Verjarnir hjá fyrrver- andi irakska forsetan- um vilja vera við, at irakskir politikarar hava lagt eina ætlan um at beina fyri honum MORÐÆTLAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Síðani Saddam Hussein varð tikin í einari holu har norðuri í Irak, hevur hann sitið í fongsli, men sam- bært verjunum er hann ikki tryggur har. Ein teirra, Ziad al- Khasawneh, sigur við tíðindastovuna AP, at nakrir irakskir politikarar hava lagt eina ætlan um at myrða fyrrverandi forsetan, áðr- enn hann kemur fyri rættin. Hann vil eisini vera við, at teir fáa stuðul úr granna- landinum Iran. Eygleiðarar siga við AP, at tað hevði verið eitt álv- arssamt bakkast fyri amer- ikanararnar, verður Sad- dam myrdur, tí tað er USA, sum hevur ábyrgdina av trygd hansara. Tað vita amerikanararnir eisini, og tí hava teir ongantíð viljað upplýst, hvar Saddam er. Ziad al-Khasawneh sigur seg hava fingið upplýsing- arnar um morðætlanina frá embætismonnum hjá ir- aksku stjórnini, men stjórn- in í Bagdad avsannar tíð- indini. Saddam Hussein er ákærdur fyri fólkamorð ímóti kurdunum í Norður- irak, innrásina í Kuwait og fyri at hava kúgað kurdar og shiamuslimar tey 30 ár- ini, hann sat við valdið í Bagda Kanadiski tíðinda- maðurin Bob Hunter, sum var við til at stovna Greenpeace, er deyður DEYÐAFALL Árni Joensen fartekst@mail.dk Bob Hunter arbeiddi sum blaðmaður hjá einum blaði í kanadiska býnum Van- couver, tá hann gjørdi vart við seg. Við einum gomlum skipi royndu hann og nøkur vinfólk at steðga teimum amerikonsku kjarnorku- royndarspreingingunum á Aleutian-oyggjunum við Alaska. Tey góvu skipinum navn- ið Greenpeace, men eitt amerikanskt herskip forð- aði teimum í at órógva royndarspreingingarnar. Men tá høvdu Hunter og hansara fólk longu rokkið málinum, tí fjølmiðlarnir gjørdu nógv burtur úr til- takinum, og bæði í Kanada og USA vóru stórar mót- mælisgongur ímóti roynd- arspreingingunum. Seinni skipaðu tey fel- agsskapin Greenpeace, sum serliga legði seg eftir at forða kjarnorkuroyndum, hvalaveiði og kópaveiði, og sum í dag er kendur um allan heimin og hevur deildir í nógvum londum. Ein annar av Green- peace-stovnarunum, Patr- ick Moore, segði í gjár, at tað var Bob Hunter, sum gjørdi Greenpeace til ein altjóða felagsskap, og tað var eisini fyrst og fremst hann, sum legði lunnar undir felagsskapin og virk- semi hansara. Bob Hunter var 63 ára gamal, nú hann doyði av krabbameini. Tey seinastu árini arbeiddi hann sum tíðindamaður hjá einari sjónvarpsstøð í Toronto. Kent Kirk roynir aftur Ætla at beina fyri Saddam Hussein Bob Hunter deyður Greenpeace hevur verið virkin øll 30 árini. Hendan myndin er frá einum tiltaki uttan fyri Hvítu Húsini, tá Greenpeace herfyri mótmælti ætlanini hjá George W. Bush, forseta at útbyggja oljuvinnuna í Alaska Saddam Hussein situr fongsl- aður á einum loyniligum staði. Verji hansara vil vera við, at ætlanir eru um at myrða hann