Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 4. mai 2005 5 Nógv ymiskt av seyði Árligi barnadagurin varð hildin seinasta fríggjadag. Og har var einki ullint yvir degnum, tí børnini høvdu veruliga gjørt sær ómak BARNATILTAK Snorri Brend Myndir: Bárður Lydersen Klaksvík: Í longri tíð hava børnini í Klaksvík sæð fram til fríggjadagin í farnu viku. Seinnapartin henda fríggjadagin lat nevniliga upp ein framsýning av einum hópi av lutum úr ull, sum hesi hundraðtals børn- ini sjálvi høvdu gjørt. Talan er um børnini, sum eru knýtt at dagrøktini og barnagørðunum í kommun- uni, og sum ein dag um árið hittast til ein serstakan dag við nógvum ymiskum á skránni. Fríggjadagurin 29. apríl var so tann stóri dagurin, tá framsýningin lat upp. Kann koma aftur Fram til henda fríggjadagin høvdu tey arbeitt við ull. Nú skuldi so vísast fram fyri foreldrum og øðrum áhugaðum, alt tað tey høvdu greitt úr hondum. Og tað var ikki hissini lutir, sum hesi børnini høvdu gjørt. Har vóru bóltar, prýðislutir, slangur, hálsbond, ymiskt av og um seyð og mangir aðrir lutir, umframt ein hóp av myndum. Sum skilst hava børnini veruliga stríðst fyri at úr- slitið skuldi gerast so gott sum tilber. Tey hava tøvt og tey hava veruliga tikið ímóti øllum tí, sum starvs- fólkini á barnagørðunum og dagrøktini hava lært tey. Starvsfólkini hava sjálvi fingið undirvísing í arbeið- inum við ullini, og sigast kann, at tey hava fingið nógv burtur úr, og hava har- aftrat dugað at lært frá sær. Tað er tí ikki at taka seg aftur í, at fleiri av børnun- um hava stuttleikað sær so nógv, at tey hava spælt at tey tøvdu, eisini tá tøvingin var liðug. Ull var Føroya gull fyrr í tíðini. Kanska tann tíðin kemur aftur. Føroyskt heims- met í undir- sjóvar- tunlum Sandoy: Føroyar kunnu gerast tað landið í heim- inum, sum fær longsta undirsjóvartunnilin til bilferðslu. Verður avgerð tikin um at fara undir gerð av undirsjóvartunlinum millum Streymoynna og Sandoynna, so verður henda um 12 km. long, skrivar danska Motor- magasinet. Heimsins longsti und- irsjóvartunnil finst – í løtuni! – í Japan, og er hann 9,6 km. langur. Tá talan er um Norður- lond hevur Noreg longsta undirsjóvar- tunnlin. Hann er 8 km. til longdar. Danska blaðið veit at siga frá Landsverki, at ein tunnil um Skopun- arfjørð fer at kosta einar 600 mió. kr. Væntað verður, at kostnaðurin kann ikki einans kann fíggjast við bummpengum, tí ferðsl- an ikki verður so stór. sb. Hvør barnagarður hevði sín bás, har børnini vístu fram alt tað, tey høvdu gjørt Framsýningin var sera væl vitjað, og øll gleddust um teir mongu lutirnar, sum børnini høvdu evnað til Toftir: Kristi Himmalsferðardag klokkan 20 verður áhugaverd konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Á skránni er bæði kór og solosangur. Kórsanginum stendur "Kórið hjá Jóhan" fyri. Hetta er blandað kór við út ímóti 30 sangarum. Kórið hevur vant annan- hvønn leygardag í skúlanum í Runavík. Á skránni hjá kórinum eru bæði føroysk og útlendsk løg, bæði við og uttan klaverfylgispæl. Nevn- ast kunnu vakra svenska lagið "Ge mig en dag", kenda Elvis-lagið "Precious Lord, take my hand" og ein negro spiritual "All my trials". Anja Hansen spælir undir hjá kórinum. Tónlistabreyt Í hesum skúlaárinum byrj- aði tónlistabreytin í 10. flokki í skúlunum í Runa- vík og á Toftum. Sjey næm- ingar á tónlistabreytini fara at syngja solo. Dentur hevur verið lagd- ur á, at næmingarnir á tón- listabreytini í hesum skúla- árinum skulu fáa avbjóð- ingar av ymsum slag. Teir hava fyrr í skúlaárinum verið á palli og sungið rútmiskan tónleik fyri eini fjøld av fólki. Hetta fara teir at royna eina ferð aftrat seinni, men á hesari konsertini snýr tað seg um klassiskan solosang. Meðan Martin Restorff Jac- obsen, prestur spælir undir, fara næmingarnir at syngja ariur burtur úr "Messias" av Händel, "Ave Maria" av Schubert og Bach/Gounod, "Panis Angelicus" av Cesar Franck og "Caro mio ben" av Tommasi Giordani. Tveir av næmingunum fara at syngja eina duett av Schubert, og lærarin á breytini, Jóhan Mortensen, fer at syngja burtur úr "Die schöne Müllerin" av Schu- bert. Fríðrikskirkjan er ein góð kirkja av hava konsert í, og vóna fyrireikararnir at væl av fólki leitar sær hagar í morgin. sb. Kór og solo í Fríðrikskirkjuni