mikudagur 4. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 83 - 4. mai 2005
Kvinnurnar vóru
møttar sera fjølment-
ar til bindi-klubba-
kvøldið í Norðoya
Kvinnufelag hós-
kvøldið. Ógvuliga
hóskandi var bæði
gamalt og nýtt á
skránni fyri at
markera, at gamla
felagið við nýggja
navninum nú eisini
ætlar sær undir
ymiskt nýtt virksemi
BINDIKLUBBAKVØLD
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í farnu viku skipaði Norð-
oya Kvinnufelag fyri tí
fyrsta av eini røð av nýggj-
um tiltøkum, sum ætlandi
skulu vera regluliga á
skránni í vetur. Tiltakið var
eitt sokallað bindiklubba-
kvøld, har allar kvinnur
vóru vælkomnar til eitt
hugnaligt kvøld við fyri-
lestri um bindiklubbar fyrr
í tíðini og sjálvandi kundu
hava stokkarnar við, um tær
høvdu hug. Eisini vóru teir
báðir
tógvhandlarnir
í
Klaksvík, “Hjá Vimu” og
“Búnin” við, har høvið var
at síggja dømi um pløgg og
nýggjastu uppskriftirnar til
ymsu sløgini av tógvi.
Bindiklubb í 50 ár
Kvinnur í øllum aldri vóru
møttar hetta kvøldið, men
tann elsta mundi vera 82
ára gama Mathilda Poulsen,
sum sera livandi og hugtak-
andi greiddi frá, hvussu tað
var, at ganga í bindiklubb
fyrr í tíðini. Bindiklubburin
hjá Mathildu byrjaði í
1949, og tað var stuttligt frá
fyrstu løtu. Nógv fnis og
látur og veruliga ein fríløta
at vera saman, sum tær átta
kvinnurnar gleddu seg ser-
liga
nógv
til,
mintist
Mathilda.
- Vit vóru allar fyrst í
20unum, og tær flestu áttu
smá børn. So fyri tað mesta
bundu vit ullintar undir-
troyggjur og undirbuksir til
børnini. Ullintu undirbuks-
irnar máttu vit hava nógvar
av, tí tá í tíðini vóru ongar
eingangsblæður, sum nú.
Jú, fyrstu árini vóru nokk
nógv merkt av práti um
børn ella um at vera uppá
vegin, tí tað var jú ikki
nakað, man soleiðis gekk
og tosaði hart um tá í tíðini,
segði Mathilda og mintist
teir serligu swagger kitlar-
nar, sum barnakonur brúktu
tá fyri at fjala, sum longst,
hvat var á veg.
Kakurnar vóru sjálvandi
ein fastur táttur á borðinum
og ikki at gloyma fløta-
skúmið, tí uttan ríkiligt av
fløtaskúmi varð tað ikki
hildið at vera ein rættur
bindiklubbur. Tað gingu
konurnar høgt uppí, mintist
Mathilda, umframt at tær
flestu høvdu sína egnu ser-
støku kaku, sum tær borð-
reiddu við, tá tað var teirra
túrur. Sjálv plagdi Mathilda
helst at royna okkurt nýtt,
sum hon hevði sæð í onkr-
um blaði, og henni dámdi
væl at fáa nýggjar upp-
skriftir frá hinum.
- Og so var tað sigarett-
irnar, tær hoyrdu eisini til.
Okkurt høvdu tey sagt í dag
um allan roykin, tí vit sótu
allar og guvaðu, so tað stóð
eftir, og tað var fast, at hon,
sum hevði bindiklubb, eis-
ini bjóðaði sigarettir. Sjálv
legði eg av at roykja í 1966,
men tað var ikki talan um,
at hinar ikki skuldu roykja
fyri tað, so eg helt fram at
bjóða
sigarettir,
flenti
Mathilda.
Bindiklubburin
hjá
Mathildu helt á í út við 50
ár líka fram til 1998. Tá
vóru tær bara tvær eftir, so
tá hildu tær, at tíðin var
komin at gevast. Men
bindiklubbakvøldini
eru
enn púra livandi í minnin-
um hjá Mathildu, og hóast
nógv er broytt, helt hon tað
vera sera stuttligt at hoyra,
at tíðin ikki er farin frá hes-
um mátanum hjá kvinnum
at hittast.
Nýtt virksemi
Norðoya Kvinnufelag er
nýggja navnið hjá felag-
num, sum fyrr æt Klaksvík-
ar Húsmøðrafelag. Tað eru
nú meir enn 50 ár síðani,
felagið varð stovnað við tí
fyri eyga at stimbra kvinnur
til at gera seg galdandi í
samfelagsligum
høpi.
Mangt er, sum vera man,
broytt síðani tá, so fyri at
markera, at virksemið hjá
felagnum eisini er øðrvísi
nú, varð navnið broytt, og
miðað verður nú ímóti at
skipa fyri tiltøkum, sum
hava áhuga hjá kvinnum
sum heild.
- Nevndin í Norðoya
kvinnufelag hevur leingi
ætlað at fara undir reglulig
tiltøk fyri allar kvinnur,
men vit hava ivast eitt
sindur í, hvat tað skuldi
vera, og hvussu tað skuldi
skipast. Bindiklubbakvøld-
ið var faktiskt bara ein
roynd at koma í gongd, og
vit eru rættiliga bilsnar yvir
góðu undirtøkuna, tí tað er
altíð so nógv annað at fara
til, sigur Bjarma Vágsheyg,
formaður
í
Norðoya
Kvinnufelag.
Seinastu trý árini er mest
sum øll orkan hjá felagnum
farin til at savna pening inn
til hølini í Bøgøtu, sum nú
eisini eru sera snotilig og
væl egnaði til veitslur og
tiltøk av ymsum slag. Ein
part av tíðini verður ovara
hæddin í húsinum nýtt til
frítíðarskúla, men annars er
húsið tókt til útleigan ella
tiltøk, sum felagið sjálvt
skipar fyri.
- Vit í nevndini eru altíð
fúsar at skipa fyri tí prakt-
iska, og øll góð hugskot til
spennandi tiltøk eru væl-
komin. Fyribils eru vit í
øllum førum samdar um, at
bindiklubbakvøldið avgjørt
verður nakað, vit fara at
royna aftur sigur Bjarma.
Norðoya
Kvinnufelag
hevur yvir 100 limir. Í
nevndini sita Bjarma Vágs-
heyg, formaður, Elly Jo-
hannesen, næstformaður,
Kristina Hansen, kassa-
meistari, Karin Højgaard
og Jórun Gardar, nevndar-
limir.
Nýggjar tíðir í Norðoya
kvinnufelag
82 ára gamla Mathilda Poulsen greiddi skemtiliga og livandi frá bindiklubbakvøldunum fyrr
tíðini. Her situr hon saman við dóttrini Mariu
Nógv forvitnisligt var at síggja frá teimum báðum tógvhandlunum í Klaksvík, “Búnin” og “Hjá Vimu”
Tær flestu høvdu tikið sær stokkarnar við til bindiklubbakvøldið í Norðoya
Kvinnufelag
Ein góður kaffimuður við køkum hoyrir
sjálvandi til eitt rætt bindiklubbakvøld