mikudagur 4. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 4. mai 2005
7
Nephew fer spæla á
G! Festivalinum í
summar.
Oddamaðurin í
bólkinum er
ættaður úr Gøtu, og
hann vitjaði sum
smádrongur í
bygdini. Nú vitjar
hann sum partur av
einum tí best
umtókta danska
tónleikabólkinum
seinnu árini
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bólkurin
Nephew
er
víðagitin í Danmark fyri
sín fríska tónleik, sum
veruliga hevur fingið
danir í stórum tali at
keypa teirra seinastu út-
gávu. Útgávan USADSB
hevur selt dupultplatin,
sum er 80.000 eintøk, og
harafturat hevur Nephew
vunnið eina rúgvu av
t ó n l e i k av i r ð i s l ø n u m
seinasta árið.
Tá ið Danish Music
Awards vóru lætnir her
fyri var Nephew í upp-
skoti til fimm virðisløn-
ir, og teir vunnu allar –
milum annað fyri bestu
fløgu og besta sjón-
bandalag.
Ein av høvuðsmonn-
unum í bólkinum er
Simon Kvam, sum mill-
um annað er kendur úr
sjónvarpsrøðini
Dren-
gene fra Angora, og
hann hevur røtur úr Før-
oyum. Omma og abbi
hansara eru úr Gøtu, og
sum
smádrongur
var
Simon Kvam á vitjan í
Gøtu. Nú kemur hann
aftur, men tað verður
sum kendur tónleikari í
einum tí besta umtókta
danska bólkinum seinnu
árini.
Sangirnir av seinastu
útgávuni hjá Nephew
hava verið nógv spældir
í Danmark, og fýra av
sangunum hava verið
ovast á Tjeklistanum hjá
Danmarks Radio – og
tað hevur eingin annar
bólkur megnað við somu
útgávu.
Fegnast um fongin
Fyrireikararnir av G!
Festivalinum eru sera
fegnir um, at tað hevur
eydnast teimum at fáa
Nephew
at
spæla
í
summar.
– Hetta má metast
verða sannur fongur og
ikki sørt ein heiður eis-
ini, siga fyrireikararnir.
– Nephew spælir heilt
fáar konsertir um árið og
einans tríggir festivalar
eru á skránni í summar,
Zulu Rocks, Skander-
borg Festival og nú G!
Festivalurin. Hetta fer
helst at hava við sær,
eins og við Kashmir,
sum eisini spældu heilt
fáar konsertir í fjør, at
»pílagrímar« úr norðan-
londum leita sær til G!
at hoyra júst hendan
bólkin.
Umframt Nephew hev-
ur G! Festivalurin eisini
boðað frá, at útlendsku
nøvnini Darude, Blue
Foundation og Beats &
Styles verða við á festi-
valinum í ár.
Tað ber til at lesa
meira
um
bólkin
Nephew á heimasíðuni
hjá
teimum
–
www.nephew.dk
Klaksvíkar býráð
viðgjørdi mána-
kvøldið eitt upp-
skot um at heiðra
vakrasta urta-
garðin í Klaksvík
URTAGARÐUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Millum mongu málini,
sum Klaksvíkar býráð
hevði til viðgerðar á
fundi mánakvøldið, var
eitt uppskot um at heiðra
vakrasta urtagarðin í
Klaksvík, og undirtøka
er fyri hesum átaki.
Ætlanin er, at annað-
hvørt ár skal vakrasti
urtagarðurin í býnum
finnast, og hann skal
heiðrast á einhvønn hátt.
Ein nevnd, sum verður
mannað við formann-
inum í mentanarnevnd-
ini, býargartnararanum
og Karl Hera Joensen,
skal finna fram til urta-
garðin.
Tað hevur verið roynt
áður at kjósa vakrasta
urtagarð í Klaksvík, men
hetta datt niður fyri. Nú
ætlar kommunan aftur at
seta sjóneykuna á grønu
blettirnar í býnum við
nýggja átakinum.
Í vikuni er KT-dagurin
2005 á skránni. Evnið,
ið fokus verður sett á
hesa ferð, er talgildan.
Serliga við atliti til tal-
gildingarváttanum. Ein
váttan, sum eftir øllum
at døma vil økja trúvirði
innan alnetissamskifti
frameftir. Eitt nú hevur
europaráðið hjá ES sum
mál, sum talgilda undir-
skriftin
skal
tryggja
frían handil uttan forð-
ingar millum londini.
Umframt at tosa um
møguleikar innan tal-
gildan, so verður eisini
avdúkað, hvør skal hava
heiðurin fyri »ársins
talgilding«. Finnast skal
her fram til stovnin/fyri-
tøkuna, sum seinastu
tvey árini hevur havt ser-
ligt hegni og hepni við
innføran og nýtslu av
tildari loysn seinastu
tvey árini. Og sum vera
man, so verða heiðurs-
lønir latnar vinnaranum.
-jm
Eftir at fallið í bilasøluni
í fjør var stórt, tykist
talan nú aftur at vera um
økta sølu
Tað má í øllum førum
vera niðurstøðan, um
metast skal eftir inn-
flutningstølunum
fyri
fyrstu fýra mánaðirnar í
ár.
Her er talan nevnliga
um eina lítla øking í tal-
inum
av
innfluttum
bilum. 486 í ár í mun til
455 í fjør.
Serliga er tað talið av
persónbilum, sum er økt
hesar fyrstu fýra mánað-
irnar. Her er økingin
knøpp 18%. Hinvegin er
talan um minking í
nærum øllum øðrum
bólkum.
Ikki
minst
teimum, sum eru tengdir
at vinnuligari ferðslu. Á
einum øki er talan tó um
stóra øking. Talið av
innfluttum prutlum hev-
ur higartil í ár verið 117.
Í fjør var hetta talið 60.
-jm
Vakrasti urtagarður
í Klaksvík finnast
Ársins talgilding
skal finnast
Vaksandi bilasøla
Nephew áttu í fjør ársins hitt í donskum tónleiki, og teir hava havt fýra sangir av somu
útgávu ovast á hitlistanum hjá DR. Í juli spæla teir í Gøtu
Nephew spælir í Gøtu
Sunnudagin verður
musikmøti hjá
Frelsunarherinum í
Havn
MUSIKMØTI
tíðindaskriv
Um vikuskifti fær horn-
orkestur Frelsunarhersins
vitjan av dananum Knud
Larsen. Knud, sum spælir
trombone, er vice musi-
kleiðari í Valby og er leiðari
fyri ungdómsorkestrinum í
samkomuni.
Í sambandi við vitjanina
verða venjingar alt viku-
skiftið. Sunnudagin kl. 11
verður alment møti har
Knud Larsen saman við
familjuni luttekur og kl. 18
verður skipað fyri musik-
møti.
Eitt orkestur við ein-
um greiðum endamáli
Høvuðsmálið hjá orkestrin-
um er at vinna menniskju
fyri Jesus Kristus gjøgnum
sang og tónar, og at varð-
veita spælararnar í trúnni,
m.a. gjøgnum sosialan og
andaligan felagsskap.
Orkestrið hevur altíð
nógv tiltøk á skránni, og
hetta
gevur
spælarum
nógvar minniríkar uppliv-
ingar:
»…sum spælari upplivi
eg Ólavsøkuna sum eitt av
hæddarpunktunum.
Tá
seinasti útifundurin verður
hildin á miðnátt ólavsøku-
dag verður tjóðsangurin
spældur. At merkja friðin,
sum hesa løtuna søkkur
oman yvir miðbýin tá
fjøldin av hjarta syngur við
– tá veit eg at hornspæl er
nakað fyri meg.«
»…ein jólamorgun kl. 9
spældu vit sum vanligt
uttanfyri Landssjúkrahúsið.
Hóast tað var kalt og nakað
av vindi, so verða vindeygu
latin upp og sjúklingar og
starvsfólk lurta eftir tónun-
um, sum minna á at ein
Frelsari er okkum føddur.
Nakrar dagar seinni frætti
eg, at ein eldri maður, ið
var innlagdur hevði sagt, at
hesi fólk eiga nakað, ið
mær væntar og sum eg má
gera nakað við – áðrenn tað
er ov seint.«
Vit ynskja at bjóða tær
vælkomnan í Frelsunarher-
in sunnukvøldið kl. 18.
Umframt
horntónleik,
verður eisini nógvur sangur
á skránni og ein drekka-
munnur verður at fáa eftir
møtið.
Musikmøti í Frelsunarherinum
Í sambandi við vitjanina verða venjingar alt vikuskiftið