mikudagur 4. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 83 - 4. mai 2005
Ferðavinnan í
Sandoyar Sýslu vónar,
at tónleikafestival-
urin, sum hildin
verður Heima á Sandi
á jóansøku, fer at
draga fólk til økið.
Festivalurin skal so
vera við til at kunna
fólk um onnur tiltøk,
ferðavinnan í Sand-
oyar Sýslu hevur at
bjóða, sigur
kunningarleiðarin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Sandoy:
Ferðavinnan í Sandoyar
Sýslu skal mennast. Eitt av
tiltøkunum,
sum
skal
standa fyri hesi menning, er
tónleikafestivalurin, sum
hildin verður Heima á
Sandi á jóansøku.
Hetta tiltakið skal vera
við til at slóða fyri øðrum
tiltøkum og at gera oynna
og økið sum heild kendari
millum ferðafólk. Bæði
føroysk og útlendsk, sigug
Katrin Petersen, leiðari á
Sandoyar Sýslu Kunningar-
stovu.
Sandoyar Sýslu Ferðalag,
sum rekur kunningarstov-
una, leggur seg eftir at fáa
fleiri fferðafólk í økið, sum
umfatar Sandoy, Skúvoy og
Dímum. Møguleikarnir eru
nógvir, siga tey, og so
ræður bert um gagnnýta
teir.
Gjar og agn
Ymsir mátar eru til tess,
sigur Katrin Peteren, leiðari
á kunningarstovuni hjá
Sandoyar Sýslu Ferðalag.
Eitt nú søguslóðirnar, sum
eru við at gerast eitt slag av
vørumerki hjá ferðavinnuni
á Sandi. Men so er tað
tónleikafestivalurin, sum
skal virka sum gjar til tess
at fáa ferðafólkini at taka
tað veruliga agnið, sum
ferðavinnan skal vera.
Sandoyar Sýslu Kunn-
ingarstova er í samstarvi
við Ferðaráð Føroya og
Fornminnissavnið
farin
undir verkætlanina »Søgu-
slóðir«, har sagt verður frá
ymsum søgum og sagnum,
sum hava tiltknýti til økið.
Ferðafólkini sleppa við
ferðaleiðara at síggja hesi
økini og hoyra søgurnar
samstundis.
Storytelling
nevna tey tað á fremmand-
um máli, og tað hevur
hepnast væl aðrastaðni,
greiðir Katrin Petersen frá.
Katrin Petersen metir eitt
einstakt stórt tiltak sum
tónleikafestvalin, ið hildin
verður á jóansøku, sera
týdningarmikið.
– Her hava vit nakað heilt
ítøkiligt, sum fólk kunnu
uppliva og meta um. Hetta
er eitt gott høvi hjá okkum
at prógva, at vit klára at lata
tað, vit bjóða fram. Og
gongur tað væl, og fólk fara
av aftur oynni við einum
positivum upplivilsi, er tað
við til at økja um áhugan
fyri økinum, sigur hon.
Søgurnar
Søgurnar eru nógvar í
oyggjunum, sum hoyra til
Sandoyar Sýslu. Sandoy er
høvuðsoyggin.
Men
Skúvoy og Dímum standa
einki aftan fyri nakran
annan, tá um føroyska søgu
ræður. Og ikki minni vænta
tey sær burtur úr teimum
útgrevstrum, sum hava ver-
ið og fara at verða eitt nú
undir
Junkarinsfløtti
á
Sandi, har líkindi eru til, at
kanska ein hin elsta búset-
ingin í Føroyum yvirhøvur
veðru grivin fram í ljósið.
Hetta skal Kunningar-
stovan duga at gagnnýta,
eins og sagnirnar, sum ikki
eru so fáar í økinum heldur.
Heima á Sandi er kenda
søgnin um Gívrinarhol, har
ymiskt er heft at umframt
sjálvt holið, gívurin búði í.
Heimanvert Grótvík er
Gívrunarspor, har systir at
rændu gívruni steig í, eftir
at hava lopið um víkina. Og
heimari finna vit knúgv-
arnar í einum steini, hon
langaði nevan í, tá hon fekk
fatur á hestinum hjá ráns-
manninum.
Alt hetta passar, tí prógv-
ini eru har. Bókstaviliga
høgd í stein og klettaføst.
Tiltakið, »Søguslóðir«,
skal eisini vera við til at
leingja um ta annars sera
stuttu tíðina, ferðafólk vitja
í økinum, sigur Katrin
Petersen.
Serliga nevnir hon ein
gongutúr fyri børn, sum
hon ætlar at fara undir í
summar, frá Gívrunarholi
til Álvavál við Gróthús-
vatn, har søgurnar um hesi
støðini verða fortaldar.
Og so eru tað allar hinar
søgurnar um Kálv Lítla og
alt hansara fólk, eins og
eisini aðrir góðir menn og
kvinnur á Sandi og Skúgvi,
ið hava sett síni søguligu
spor, verða purrað út aftur
av fróðarfólki í økinum.
Náttúran
Náttúran er sum vera man
tað, sum flestu fremmanda-
fólk síggja og uppliva, tá
tey vitja hendanveg. Men
eisini føroyingar gera alt
meira av at ferðast í egnari
náttúru. Og tí ætla tey í
Sandoyar Sýslu at fáa
nakað burturúr. Eitt nú við
gongutúrum bæði á degi og
nátt, eins og siglitúrar fram
við landi eisini verða
gjørdir. Serliga eru tað ríku
fuglabjørgini í økinum,
sum eru lokkandi, hóast ov
lítil áhugi higartil hevur
verið, heldur kuningarleið-
arin.
Orsøkirnar kunnu vera so
ymiskar. Men marknaðar-
føring er avgjørt ein treyt
fyri at fáa ferðafólk til økið.
Og
kunningarlieðarin
ásannar, at hendan kanska
hevur ikki verið nóg ágang-
andi.
Heldur ikki samferðslu-
møguleikarnir hava verið
teir bestu til at fáa fólk at
ferðast í økinum. Men nú
Teistin ger ein túr seint á
kvøldi, væntar kunningar-
leiðarin, at hetta fer at
batna.
– Ikki tí, sigur hon. Hasin
túrurin tykist ikki vera
gjørdur fyri fremmanda-
fólk, sum ikki hava egnan
bil. Fyri okkum og onnur,
sum ferðast við egnum bili,
er hann fínur. Men fólk,
sum skulu líta á buss, fáa
ikki tað optimala burtur úr
honum, tí bussruturnar eru
ikki lagdar so seint, vísir
Katrin Petersen á.
Útbúgving
Í ferðavinnuni á Sandi hava
tey lagt seg eftir at útbúgva
fólk, sum skulu taka sær av
teimum frammandafólkum,
sum koma til økið, sigur
Katrin Petersen.
Eitt nú hava tey í vetur í
samráð við Sands Kvøld-
skúla, Ferðaráðið og Forn-
minnissavnið umvegis tað
sonevnda
»Destination
Viking«
tiltakið
havt
málskeið í enskum, har eini
12 fólk hava luttikið. Hetta
hava bæði verið fólk, ið
hava beinleiðis tilknýti til
ferðavinnu so sum buss-
førarar, fólk sum taka í
móti vitjandi, savnsvørðar
og onnur, sum bara hava
áhuga fyr at duga enskt
mál, sum hava luttikið. Og
tey
halda,
at
tiltakið
eydnaðist væl, sigur Kunn-
ingarleiðarin.
– Tað, sum mest er um-
ráðandi, er at hetta, vit
bjóða fólki, hevur eitt inni-
hald, sum vit kunnu vera
tjent við at lata, og sum fólk
við nøgdsemi minnast aftur
á. Tí so skulu tey nokk
koma aftur til okkurt
annað, vit hava at bjóða,
sigur
Katrin
Petersen,
kunningarleiðari
hjá
Sandoyar Sýslu Ferðafelag.
Gjara við festivali á Sandi
Katrin Petersen, kunningarleiðari á Sandi, hevur stórar vónir til tónleikafestivalin, sum haldast
skal á Sandi á jóansøku. Festivalurin skal brúkast til at vísa á onnur tilboð í økinum.
– Summarið skal byrja á Sandi við festivalinum og halda fram við øllum hinum, vit hava at
bjóða, sigur hon
Mynd: Edvard Joensen
Søgan um Gívrinarhol er ein av teimum heilt kendu á Sandi.
Nú hava teir fylt í holið, tí óttast verður fyri, at eitt nú seyður
skal detta niðurí
Mynd: Edvard Joensen
Klettafast er prógvið um gívrina, sum ginaði tvørtur um Grótvík og setti síni týðuligu spor í
klettin heimanfyri
Mynd: Edvard Joensen