mikudagur 4. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 4. mai 2005
9
Nú fáa vit at síggja um tað hjálpir
Tað smakkar illa at
góðtaka ein sáttmála,
sum ikki gevur ar-
beiðsfólkið nakra
lønarhækking, sigur
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya
Arbeiðarafelag
SØGULIG SEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta smakkaði illa. Men
nú fáa vit so at síggja, hvat
tað hjálpir.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeið-
arafelag, er ikki fegin um
sáttmálan, sum arbeiðara-
feløgini og arbeiðsgevar-
arnir skrivaðu undir síðstu
nátt.
Men hon góðtekur úr-
slitið, tí hon ásannaði, at
tað bar ikki til at vinna
longur framá.
– Eg haldi at vit máttu
ásanna, at vit høvdu ikki
fingið meiri enn tey trý
prosentini vit fingu. Hon
ivast eisini í um tað hevði
hjálpt at sent boð eftir
semingsmanninum.
– Tað hevði kanska verið
uppaftur verri, heldur hon.
Kortini fegnast hon um, at
tað eyndaðist at fáa eitt
sindur upp á eftirlønina og
lívstryggingina.
Hon sigur, at ábending-
arnar, sum samráðingar-
nevndin hevur fingið frá
arbeiðarafeløgunum kring
landið vístu eisini týðiliga,
at tað var hetta, sum ar-
beiðsfólk
kring
landið
løgdu størstan dentin á
hesuferð.
– Men nú havavit so
góðtikið ein sáttmála, sum
ongar beinleiðis lønar-
hækkingar gevur okkum.
Ein orsøk til at vit gjørdu
tað, var tí vit ásannaðu, at
vinnan er í eini truplari
støðu og at arbeiðarafel-
øgini tí vildi vísa sam-
felagssinni.
Er tað so áhaldandi
ákoyringar um at vísa
lønarafturhald fyri ikki at
beina fyri kappingarførin-
um, sum hava ávirka tykk-
um so nógv, at tit góðtóku
onga lønarhækking at fáa?
– Nei tað var tað ikki
beinleiðis, men sjálvsagt
hava vit hugsað um støðuna
hjá vinnuni og um at varð-
veita arbeiðspláss. Men tað
er nógv fyri at tað bara er
arbeiðarin, ið hevur lægstu
lønina, sum altíð skal
minnast á at vísa samfel-
agssinni, tá ið tað rekur
ímóti.
Ingeborg Vinther sigur, at
við at gera ein sáttmála við
ongari lønarhækking, hava
arbeiðarafeløgini í øllum
førum gjørt sítt.
– So fáa vit at síggja um
tað hjálpir nakað og um
arbeiðsplássini verða varð-
veitt og kappingarførið ikki
versnar, sigur Ingeborg
Vinther.
-Vit hava góðtikið hesa
hækkingina, tí vit máttu
taka samfelagslig atlit fyri
arbeiðsplássum í fram-
leiðsluvinnuni, sigur Inge-
borg Vinther
– Men so skal tað eisini
standa sína roynd og tí
vónar hon, at tað almenna
ikki fer at leggja fleiri
byrðar á herðarnar á verka-
fjøldini, sigur hon.
Gingu rættiliga væl
Ingeborg Vinther sigur, at
orsøkin til, at samráðingar-
nar gingu so væl hesuferð,
er tann, at ta var ein heilt
annar andi yvir samráðing-
unum hesauferð, enn tey
eru von við.
– Samráðingarnar vóu í
einum góðum anda og
báðir partar areiddu hart
fyri at finna eina semju og
tað eydnaðist.
– Samráðingarnar
gingu gott tí báðir
partar gjørdu sær
stóran ómak fyri at
finna eina semju,
sigur Jan Mortensen,
stjóri í
Vinnuhúsinum
SØGULIG SEMJA
Áki Bertholdsen
– Hetta var ein søguli
semja.
Jan Mortensen,stjóri í
Vinnuhúsinum er fegin um,
at tað eydnaðist at finna
semju ímillum arbeiðsgevr-
arnar og arbeiðarafeløgini.
Hann sigur at hetta er fyrstu
ferð í hansara tíð, at sam-
ráðingarnar hava gingið so
væl.
Arbeiðsgevarnir halda, at
teir hava latið meiri enn teir
hava ráð til, tá ið teir hugsa
um kappingarførið í fram-
leiðsluvinnuni.
Hinvegin síggja teir eis-
ini veruleikan í eyguni og
ásanna, at arbeiðsfólkið á
privata arbeiðsmarknaðin-
um eisini hevur krav uppá
lønarbatar.
– Men vit mæla staðiliga
á politiska myndugleikan
um at tálma almennu út-
reiðslunum og um at steðga
yvirbjóðingini á almenna
lønarmarknaðinum, sigur
Jóhan Páll Joensen, formað-
ur í arbeiðsgevarafelagnum.
Jan Mortensen sigur, at
ein orsøk til, at samráðing-
arnar gingu so væl, vatr, at
báðir partar gjørdu sær
veruligan ómak fyri at
koma til semju.
-Í so máta var tað ein
heilt annar hugburður til
hesar samráðingarnar enn
tað plagdi at vera, sigur
hann.
Hann sigur, at hetta var
fyrstu ferð í hansara tíð, at
partarnir tordu at fara undir
veruligar samráðingar.
Hann sigur, at tað vanliga
hevur verið er, at partarnir
hava hildið kortini so tætt at
kroppinum, at tey hava ikki
tort at boðað frá, hvat tey
veruligavildu fyri ikki at
avdúka ov nógv um, hvat
tey vildu góðtaka.
Tað var øðrvísi í hesum
samráðingunum,
tí
hesuferð tordu partarnir at
samráðast.
– Og tá ið samanum kom,
haldi eg at vit hava fingið
eitt úrslit, sum vit eru nøgd
við.
Arbeiðs-
menn í
Klaksvík
minni løn
enn
konufólkið
Arbeiðsmenninir
søgdu ikki sáttmál-
an upp og teir fáa
heldur ikki somu
batar, sum hini
feløgini
SÁTTMÁLASAM-
RÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Áki@sosialurin.fo
Tað gamla í Føroyum var,
at arbeiðsmenn fingu
betri løn enn konufólk.
Men í Klaksvík er tað nú
akkurát øvugt.
Arbeiðsmenninir í
Klaksvík
mugu
nú
latasær lynda at fáa minni
í løn enn konufólkið und-
ir liðini á teimum og ann-
ars minni løn enn øll hini
arbeiðsfólkini í landinum.
Tað er úrslitið eftir at
arbeiðarafeløgini og ar-
beiðsgevarar
gjørdu
semju um nýggjan sátt-
mála síðstu nátt.
Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag segði ikki
sáttmálan upp og tí fáa
teir ikki somu lænarbatar,
sum hini arbeiðarafeløg-
ini.
Tað er ikki beinleiðis
lønin sum hækkar, men
eftirlønin og lívstrygg-
ingin og í hesum báðum
førum mugu arbeiðs-
menninir í Klaksvík nú
latasær lynda at hava
verri sømdir enn verka-
fólkið í landinum annars.
Ingeborg Vinther heldur
ikki at teir núeiga at fáa
somu sømdir sum hini
arbeiðarafeløgini.
– Tað er ikki rætt, at eitt
felag skal fáa tað upp í
hendurnar, sum onnur
hava stríðst fyri, sigur
hon.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum og um-
boðsmaður hjá arbeiðs-
gevarunum vísir á, at
Klaksvíkar
Arbeiðs-
mannafelag hevur ikki
sagt sáttmálan upp og tí
fáa teir heldur ikki somu
lønarbatar
sum
hini
feløgini.
Klaksvíknar kunnu í
fyrsta lagi siga sáttmálan
upp um eitt ár.
Hetta er fyrstu ferð í
eitt mannaminni, at
tað eydnast at gera
ein sáttmála, uttan at
neyðugt er at senda
boð eftir semings-
monnunum og uttan
at lønin hækkar
SØGULIG SEMJA
Áki Bertholdsen
Týsnáttin var ein søgulig
løta á føroyska arbeiðs-
marknaðinum.
Fyri fyrstu ferð, nakar
veit um, hevur tað borið til
at funnið semju um ein
nýggjan sáttmála ímillum
arbeiðsgevrar og arbeiðara-
feløg, uttan at lønin hækkar
og uttan at tað skuldi vera
neyðugt at senda boð eftir
semingsmonnunum.
Partarnir gjørdu ein tvey
ára sáttmála,sum hevur ver-
ið tað vanliga seinastu
árini.
Sáttmálin ber í sær, at
ongin beinleiðis lønar-
hækking verður.
Tann hækkingin, sum
verður, kemur øll upp á
eftirlønina og upp á lívs-
tryggingina hjá arbeiðara-
feløgunum.
Eftir nýggja sáttmálan-
um, hækka eftirløn og lívs-
trygging í ár og so aftur
tvey prosent næsta ár ella
trý prosent tilsamans hesi
bæði árini, sáttmálin varar.
Men av tí at ongin eftirløn
verður goldin av arbeiðs-
marknaðargjøldum, er
lønarkostnaðurin hjá ar-
beiðsgevarunum tilsamans
2,4 %.
Í tíðindaskrivi í nátt,
fegnast báðir partar um, at
tað bar til at røkka einari
semju, uttan at semings-
stovnurin kom uppí.
– Støðan í samfelagnum
er soleiðis vorðin, at neyð-
ugt er at finna loysnir, so
flest møgulig arbeiðspláss í
framleiðsluvinnuni kunnu
tryggjast.
Samstundis leggja bæði
arbeiðarafeløg og arbeiðs-
gevarar dent á, at støðið,
sum nú er lagt á privata
arbeiðsmarknaðinum eisini
er bindandi fyri partarnar á
almenna arbeiðsmarknaðin-
um, so at tað ikki dragnar
enn longur ímillum alment
og privat lønt.Samstundis er
tað umráðandi, at almenni
sektorurin ikki leggur fleiri
byrðar á privatu vinnuna.
– Vit hava víst samfelagssinni, so fáa vit at síggja hvat tað
munar og um tað eydnast at varðveita arbeiðsplássini, sigur
Ingeborg Vinther
Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg
gjørt søguliga semju
Báðir partar gjørdu sær ómak