mikudagur 4. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 83 - 4. mai 2005
Altjóða fiskivinnuframsýningin er latin upp í
stóra goymslubygninginum hjá Poul Mohr á
Sandvíkahjalla. Heðin Mortensen, býráðsfor-
maður í Havn, bjóðaði vælkomin, og síðan setti
løgmaður, Jóannes Eidesgaard, stevnuna. Undir
setanini spældi Havnar Hornorkestur og gjørdi
sítt til at seta hátíðardám á løtuna. Eitt flott
tiltak! North Atlantic Fish Fair verður opin
hvønn dag til og við hósdagin, frá klokkan 10 á
morgni til klokkan 17 seinnapartin. Flestu
framsýnararnir eru komnir til landið. Nakrir
eru komnir við Norrønu, men teir flestu velja tó
at flúgva. Útbúnaðurin, sum útlendsku fram-
sýnararnir skulu brúka á NAFF, er sendur higar
við skipum, sigur samskiparin.
Ein slík stevna er eitt gott og positivt tiltak, eitt
tiltak, ið er við til at setga Føroyar á altjóða
landkortið. Føroyar hava altíð brúk fyri at
gerast kendar úti heimi. Okkara vinnulív,
serstakliga tann sera stóri parturin, sum hevur
tilknýti til fiskivinnuna, hevur tørv á at kunna
umheimin um, tað vit duga og tað sum vit
megna. Føroyskar fyritøkur eru kappingarførar
á mongum økjum, og einn slík framsýning
kann útvega føroyskum fyritøkum ordrar og
kontaktir. Sostatt hevur framsýningin st´roan
týdning fyri umsetningin hjá føroysku fyri-
tøkum.
Men sum kunnugt eru eisini útlendskar fyri-
tøkur á North Atlantic Fish Fair. Hetta hevur
ikki minni týdning fyri føroyskar fyritøkur.
Føroyskar fyritøkur fáa høvi at samanbera seg
við tær fremstu útlendsku fyritøkurnar á øki-
num. Hetta er mennandi fyri føryskar fyritøkur,
tí tað er júst við at meta seg við aðrar fyritøkur,
at ein fyritøka kann mennast og gerast betri
kappingarfør í framtíðini. Ein tann størsti
føroyski vinnuligi trupulleikin er kappingar-
føri. Kappingarføri snýr seg um mangt annað
enn lønir. Kappingaarføri er vitan, førleikar hjá
leiðslum og starvsfólki. Kappingarføri snýr seg
um evni at røkka út um landoddarnar og um at
vinna sambond og um at byggja sær netverk á
altjóða støði. Føroyska vinnan má nú av álvara
brynja seg til altjóðagerðina. Megnar vinnan
ikki hesa avbjóðing stendur illa til. Tað er m.a.
í hesum ljósi vit skulu síggja eitt megnartiltak
sum North Atlantic Fish Fair. Úrslitini síggja
vit ikki fyrr enn seinni, men at tey fara at koma,
ivast vit ikki í.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyar á landkortið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Høgni Hoydal
form. í Tjóðveldisflokkinum
og fólkatingslimur
Løgmaður hevur fleiri
ferðir alment bedýrað, at
hann fór ikki at góðtaka
donsku krøvini í sam-
bandi við uttanríkispolit-
isku
heimildarlógina.
Løgmaður heitti eisini á
fólkatingslimirnar um at
støðga ætlanunum hjá
donsku stjórnini. Kortini
hevur løgmaður nú góð-
tikið øll tey donsku krøv-
ini og hevur lagt fyri løg-
tingið danska og føroyska
lóg um uttanríkispolitikk,
ið koyrir okkum langt
aftur í skjútstíðina.
Lógirnar, sum í dag eru
lagdar fram, eru tann grov-
asta sambandslóggávan, ið
higartil er sædd á Føroya
Løgtingi. Eisini sum fólka-
tingslimur kenni eg meg
hildnan fyri gjøldur. Undir-
ritaði hevur saman við
grønlendsku limunum í
Norðuratlanstbólkinum
lagt nógv fyri til tess at fáa
støðgað grønlendsku lóg-
ini, so landsstýrið fekk ein
møguleika at samráðast.
Men løgmaður hevur í
dag – uttan at siga okkum
frá – lagt fram tvey lógar-
uppskot á Føroya Løgtingi:
Eina føroyska lóg og eina
danska lóg um, hvørjar
heimildir landsstýrið hevur
at gera altjóða sáttmálar.
Har er onki veruliga broytt
í mun til tað, sum higartil
hevur ligið á borðinum —
ja, tað er helst uppaftur
verri, tí nú skal Løgtingið
samtykkja eina danska
lóggávu, sum beinleiðis
tekur vunnar heimildir frá
Løgtinginum. Hetta er eitt
nýtt krav frá donsku stjór-
nini, ið landsstýrið hevur
góðtikið.
Higartil hava føroyingar
tikið sær rætt at gera
bindandi
sáttmálar
við
onnur lond — serliga á
fiskivinnu-, handils- og
skattaøkinum. Hesar avtal-
ur hava føroyingar gjørt í
egnum navni.
• Nú verður Løgtingið
biðið um at staðfesta, at
føroyingar hava ongar
heimildir at gera sjálv-
støðugar sáttmálar við
onnur lond og felags-
skapir.
• Løgtingið verður biðið
um at staðfesta, at danska
grundlógin forðar okkum
í at gera bindandi sátt-
málar við onnur.
• Ístaðin
skal
Føroya
landsstýri sleppa at gera
sáttmálar vegna Dan-
mark
undir
heitinum
“Kongeriget
Danmark
for så vidt angår Fær-
øerne” — og hetta kann
bert gerast, um tað ikki
gongur ímóti donskum
áhugamálum.
Danska
stjórnin skal spyrjast
bæði áðrenn, meðan og
aftaná landsstýrið ger
nakra avtalu
Hetta brotið úr viðmerk-
ingunum til donsku lógina,
lýsir væl støðuna:
“Som nævnt vil der ikke
være tale om egentlig
overladelse af beføjelser til
at handle i mellemfolkelige
anliggender. Regeringen vil
derfor fortsat have uden-
rigspolitisk
kompetence
også i de anliggender, der
omfattes af en bemynd-
igelse til det færøske lands-
styre.
Hensynet til rigsenheden
og grundlovens §19 inde-
bærer endvidere, at Færø-
ernes landsstyre ved ud-
øvelsen af udenrigs-polit-
iske handlinger — der som
anført bliver folkeretligt
bindende for hele riget —
vil være afskåret fra at
handle i strid med rigets
interesser, herunder rigets
generelle udenrigspolitik.”
(s. 6 í viðmerkingunum til
ríkislógina)
Hetta stendur í skerandi
andsøgn til tað, sum bæði
løgmaður
og
formaður
Fólkafloksins,
Anfinn
Kallsberg søgdu í fólka-
tingsvalstríðnum. Har viss-
aðu teir um, at teir fóru ikki
at gera nakra avtalu, ið bant
okkum til donsku grund-
lógina ella sum var eitt
afturstig fyri Føroyar. Ja,
teir vildu enntá yvirtaka
uttanríkismál frá dønum.
Nú hava teir slept øllum
og hava góðtikið eina
danska lóggávu, sum fer at
seta okkum afturum heima-
stýrisskipanina.
Í donsku viðmerkingun-
um verður somuleiðis slig-
ið fast:
“Aftaler som indgås i
medfør af §1, betegnes som
aftaler
mellem
enten
“Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne”
eller “Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne
og Grønland”. Disse be-
tegnelser viser, at Færøer-
nes landsstyre henholdsvis
Færøernes landsstyre og
Grønlands
landsstyre
handler på hele rigets
vegne og ikke som et
selvstændigt folkeretssub-
jekt (...)” (s.12 í viðmerk-
ingunum til donsku ríkis-
lógina).
Hetta merkir, at sjálvs-
avgerðarrætturin hjá før-
oysku tjóðini verður skriv-
aður burtur, og tað var júst
hetta kravið, ið fekk und-
anfarna løgmann at slíta
samráðingarnar við donsku
stjórnina í 2000.
Tað er somuleiðis átalu-
vert, at landsstýrið og
danska stjórnin royna at
skrumbla hesi mál ígjøg-
num nú fáar dagar áðrenn
Løgtingið fer heim. Enda-
málið er greitt at støðga tí
føroyska fullveldismálinum
endaliga, áðrenn Danmark
skal atkvøða um nýggju
ES-grundlógina.
Eg fari at heita á øll, ið
hava møguleikan, um at
lesa lóggávuna, ið nú er
løgd fram á løgtingi. Har
fæst sjón fyri søgn, at allur
sjálvstýrispolitkkur
er
sleptur og verður jarð-
lagdur av núsitandi sam-
gongu. Har sæst somu-
leiðis, at onki av tí, sum
løgmaður hevur ført fram í
hesum málinum, hevur
verið eftirfarandi.
Løgmaður hevur selt allan sjálvstýrispolitikk
og hevur hildið okkum øll fyri gjøldur