Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 4. mai 2005 11 Til Malan Marners- dóttur Elsa Blicher Christiansen Skopun Eg spyrji teg bara, hvat gjørdi tú á einum fundi har fólk koma saman at fagna okkara merki, og hvat gjørdi tú á talarastólinum? Tú var so ikki tann rætta. Tú møtir upp við einum klúti ið tú kallar eitt ríkisflagg. Vit hava eitt ríkis- flagg, Merkið. Tú hevur sólina í tí grønlendska flaggin- um við. Vit dyrka ikki sólina! Og so sigur tú at krossurin í tínum »flaggi« kemur av krossinumí tí danska flagginum. Men eg kann fortelja tær at krossurin tymboliserar ikki tað danska flagg- ið. Men tað symboli- serar Jesus Kristus okkara Harra og Frelsara. So veit tú tað. Tøkk til Tobba og Jenis Svenning av Lofti Hatta var ein sera góð sending í Lindini hós- kvøldi. Tað var hug- vekjandi at hoyra Tobba "loysa frá posa- bandinum" á ein øðr- vísi hátt enn vit van- liga hoyra hann. Tobbi, takk fyri, at tú breyt niður heima- gjørdar múrar og hevði dirvi flyta mørk. Kristina Háfoss ”Høgt at flúgva, djúpt at falla”. Nakað soleiðis kann gongdin fram ímóti før- oyskum sjálvræði seinastu árini lýsast. Frá at vera so sera nær málinum, stendur nú størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð fyri framman. Nýggjar lógir - skelkandi innihald Nýggja heimastýrislógin (yvirtøkulógin) og uttan- ríkispolitiska heimildar- lógin eru lagdar fyri Løg- tingið, nú beint áðrenn summarsteðgin. Endamálið tykist vera at skunda lóg- irnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð millum føroyingar, í fjølmiðlunum og heldur ikki á Løgtingi. Og hetta er væl skilligt, tí verða uppskotini lisin ígjøgnum (serstakliga donsku útgávurnar) gerst beinanvegin púra greitt, at talan er um lógaruppskot, ið kunnu verða til skaða fyri Føroya Løgting, Før- oya land og Føroya fólk. Einasti veruligi fyrimun- urin er, at partarnir eru samdir um eina umsitingar- liga mannagongd í sam- band við yvirtøkur, har før- oyingar kunnu yvirtaka ávís mál, tá hetta verður ynskt. Hetta er tó ein semja, ið kundi verið staðfest í umsitingarligari avtalu. Burtursæð frá hesum tala nýggju lógirnar fyri seg, og talan er í fleiri førum um rættuliga skelkandi inni- hald. Brot úr viðmerking- unum til uttanríkispolitisku heimildarlógina, og eisini úr fylgiskjølum til yvir- tøkulógina, skulu hervið verða endurgivin og við- merkingar gjørdar. Krav um grundlógar- broyting - ein framtíðar forðing ”Det ville derfor forud- sætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggen- der”. Tað tykist undarligt, at Fólkatingið og Løgting- ið nú skulu staðfesta, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálv- støðugan uttanríkispolitikk. Serfrøðingar innan danskan statsrætt hava annars hig- artil ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldis- ríki. Við hesi staðfesting vilja Fólkatingið — og Løgting- ið, um hetta samtykkir ríkislógartilmælini — ikki bert forða fyri sjálvstøðug- um føroyskum uttanrík- ispolitikki, men møguliga eisini óbeinleiðis staðfesta, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyt- ing áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land. Um so verður, krevst ser- støk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt sam- tykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forð- ingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini. Danmark og ES felags uttanríkispolitikk ”Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå til- fælde, hvor Danmarks del- tagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstæn- dig part i medfør af fuld- magten.” Tvs. at tá Dan- mark í framtíðini verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært dønum ein donsk grundlógarbroyt- ing) men ”Kongeriget Dan- mark for så vidt angår Færøerne”. Hetta er ein fullkomiliga óvirðilig støða at seta føroyingar í. Sjálv- sagt skulu føroyingar tá sjálvir umsita uttanríkis- politikk Føroya og umboða Føroyar, ikki ”Kongeriget Danmark”, í altjóða høpi. Tá danir kunnu lata ES um- sita danskan uttanríkis- politikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroy- ingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk — uttan grundlógarbroyting. ”Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt — én stat” ” Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssub- jekt.” ”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).” ”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”. Disse beteg- nelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssub- jekt.” Harvið verður fleiri ferð- ir og so dyggiliga staðfest, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsav- gerðarrætti sambært fólka- rættinum. Ein røð av forðingum Hesi lógaruppskot tala soleiðis fyri seg, og áseta eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroy- ingar. Onnur dømi eru hesi brot úr viðmerkingunum til uttanríkispolitisku heim- ildarlógina: a) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigs- ministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kom- petence for så vidt an- går Færøerne — og be- varer fuldt ud beføjel- serne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele” b) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNES- CO) m.fl.” c) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisa- tion, og medlemskabet vil også dække Færø- erne.” d) ”ikke gælder for folke- retlige aftaler, der for- handles inden for en international organisa- tion, som Kongeriget Danmark er medlem af.” e) ”_der vil ikke være tale om en egentlig over- ladelse af beføjelser til at handle i mellem- folkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigs- politisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en be- myndigelse til det fær- øske landsstyre. Heimastýrislógini §8 gevur fleiri møguleikar ”§8_Eftir samráð við føroyska heimastýrið verð- ur í teimum einstøku førun- um givið heimastýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við ting- ingum við útheimin um handils- og fiskivinnu- semjur. Har talan er um serlig føroysk mál, kann uttan- ríkisráðharrin, um tað ikki er hildið ósambarligt við áhugamál ríkisins, heimila umboðsmonnum heima- stýrisins, um ynski verður sett fram um tað, til bein- leiðis at tinga undir við- virkan av uttanríkistænastuni.” Grein 8 er greinin í heimastýrislógini, ið við- víkir uttanríkispolitikki Føroya. Talan er um eina orðing, ið hevur nógv fleiri møguleikar og munandi færri avmarkingar við sær, enn nýggja uttanríkis- politiska heimildarlógin. Hvat er tá vunnið við nýggju lógini ? Føroyar gera í dag avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu- og handil. Eisini hava Føroyar í dag eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST (IMO). So um tað er hetta, ið ynskt verður at hava møguleika fyri, hví góðtaka lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn heimastýrislógin ? Samanumtikið kann staðfestast, at nýggju lógirnar: • ikki lata upp fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við verandi heimastýrislóg og umsitingarligum av- talum, • staðfesta at Føroyar eru undir donsku grund- lógini, og eru partar av danska eindarríkinum, • áseta at Føroyar ikki kunnu samráðast vegna Føroyar, bert vegna kongaríkið, • staðfesta, at tað í danska kongaríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð, • áseta nógv fleiri ítøki- ligar treytir og bindingar enn verandi heimastýris- skipan, • staðfesta enntá, at Føroya Løgting bert hevur ”regeludstedende kom- petence”, ið er ”deleger- et” frá ”lovgivnings- magten”. Innanríkispolitiska avmarkingarlógin Talan er sostatt um, at Før- oyar fáa eina nýggja heima- stýrislóg, umframt eina utt- anríkispolitiska heimild- arlóg, sum í veruleikanum er ein nýggj innanríkis- politisk avmarkingarlóg. Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu ártíggini verður við hesum lógum gjørt til onkis, og verða Føroyar verri fyri við nýggju lógunum enn við heimastýrislógini. Nú er lættari at skilja hvat løgmaður meinti, tá hann herfyri lýsti nýggju lógirnar at verða størstu hending í Føroya søgu síð- an heimastýrislógina. Tí talan er veruliga um eina stóra hending. Fyri fyrstu ferð síðan heimastýrislógina síggja vit stór, ítøkilig, lógarfest afturstig á sjálvstýrisleið. Størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð Súsanna Holm Eg undrist á hví ongin enn hevur tikið henda pro- blematikkin upp á tunguna enn - Er tað veruliga so, at ein og hvør stór kommuna kann avreiða ein part av sínum íbúgvum við einari fundarsamtykt? Og at hesin parturin av borgarunum í kommunini verður nýttur sum vápn í einum stríði millum mynd- ugleikar? Hava tey politskt valdu ikki til eina og hvørja tíð ábyrgd fyri, at útinna tað álit í teimum er álagt við valinum, nemliga at ar- beiða so væl sum gjørligt allar íbúgvarnar í komm- ununi - Síðani vil eg at enda seta spurningi fram, um limirnir í Vágs Býráðið, íð hava stemma fyri at flyta allar røktarheimskrevjandi vágbingar til Tvøroyrar meta, at teir hava handla so væl sum teir nú einaferð kundu. Skiftandi meiningar hava verið frammi gjøgnum tíð- ina um hvussu tænastan frá kommunum til tað aldrandi ættarliði kann røkjast á bestan hátt. Vit hava sæð stórar eindir og smáar eindir. Eisini hava vit upp- liva at als ongar eindir vóru til taks - sjálvt tá ið tað var og framhaldandi er átrok- andi neyðugt. Í ávísum førum kann støðan verða so ring, at eitt røktarheims- pláss er gott líkamikið hvar í landinum tað er. Ikki kann tað sigast at verða sømuligt móti gomlum fólkum. Men at ein stór bygd sum Vágur ætlar at avreiða allar sínar gomlu røktarheims- krevjandi borgarar av bygd- ini við einari einstakari fundarsamtykt, tykist mær at verða ein sera køld og kynisk avgerð. Eru hesir borgarir ikki tey í vóru álitið meðan tit sjálvi vuksu upp í einari megnar bygd. Hví eru tit nú klár til at avreiða tey í einum polit- iskum talvleiki? Eg meti at tykkara eldru borgarar, um tey eru røktarheimskrevj- andi ella ikki, hava líka góðan rætt til at verða í Vági sum ein hvør annar vágbingur og at hetta eisini kanna lata seg gera um góður vilji er til staðar. Er tað í fínasta lagi at ein stór kommuna sum Vágur tekur avgerð um at flyta allar sínar røktarheimskrevjandi borgarar av bygdini?