mikudagur 4. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 4. mai 2005
13
VIÐMERKINGAR
Mass Andria Fitjar
Vestmanna
Tá eg hoyri teir føroysku
prestarnar blíva við at júka
niður í okkum, at vit hava
drotning í Føroyum, so er
tað ikki rætt. Vit, ið enn eru
á lívi og sum erliga valdu
loysing frá Danmark tann
14. september 1946, vit
høvdu eingi ynskir um at
hava nakrar danskar lepar
hangandi eftir frá kongs- og
amtstíðini og als ikki
drottning.
Vit, ið eru gomul í dag,
hava meira enn gott er av
ringum minnum frá sam-
bandstíðini við Danmark.
Eg kann minnast, tá ið bæði
kvinnur og menn gingu
biddaragongd upp um fjøll
og niður í dalar í vónini um
at fáa okkurt etandi til sín
og síni. Tey gomlu plagdu
at siga frá einari mammu
og dóttir her í Vestmanna,
ið báðar lógu deyðar í
fjørðuni við tarablaðnum í
munninum. Men í 18. og
19. øld doyðu nógv fólk,
sum vóru biddaraferðir
millum bygdir, sjálvandi
hava tey verið svong og illa
fyri tá ið tey eru farin frá
húsum. Kom so illveður á
tey so hava ongar kreftir
verið at staði ímóti við.
Men syrgiligast var at
síggja børnini ganga hús úr
húsi svong og royna at fáa
okkurt etandi. Í allari neyð-
ini fóru tuberklarnir at gera
um seg, og teir tóku lívið av
nógvum, bæði gomlum og
ungum. Eg kendi fleiri, ið
doyðu av tuberklum. Grøn-
meti og frukt sá man einki
av, sjálvt um vit seldu
nógvan fisk til miðalhavs-
londini. Tað bleiv sagt at
danir vóru pliktaðir til at
keypa vín fyri tann fiskin,
ið føroyingar seldu til
miðalhavslondini, um før-
oyingar skuldu fáa nakrar
pengar fyri fiskin. Sam-
bandið helt tað vera eina
velduga tænastu danir vístu
føroyingum. Øll tríatiárini
fekst einki fyri fisk. Eg
kann minnast, at í 1939
fingu vit ikki meira enn 33
oyri fyri kilo av góðum
grønlendskum saltfiski. Tá
vit vóru komnir inn í 1939
var støðan sera ring í Før-
oyum, eftir eitt langt áramál
við sambandi og amtsstýri.
Betur bleiv tað ikki eftir at
tann
tiltikni
harðrendi
danski sakførarin Simons
var komin til Føroyar at
róta í øllum deyðsskuldara-
og fallitbúgvum. Eg minn-
ist til fleiri faamiljur, ið
høvdu bygt sær eitt heim
hvar nakrar krónur mangl-
aðu til húsini vóru goldin,
tey fingu onga tíð til at um-
ráða seg, men blivu hart og
brutalt rikin út úr tí heimi,
sum tey høvdu ofrað nógv-
ar kreftir uppá at bygt upp.
Tað segðist, at hesin sak-
førarin var stórríkur tá ið
hann fór úr Føroyum, hesin
sakførarin
hevði
gjørt
nógvar familjur til taparar,
áðrenn hann fór til Dan-
markar.
Man plagar at siga, at
Várharra bara ger tað, ið
gott er, tað fingu vit prógv
fyri í 1940 eftir at Hitler
hevði lagt sínar breiðu
ørnaveingir yvir Danmark.
Vit fóru ikki aftur til Grøn-
lands í 1940, men í staðin
høvdu vit fingið ein góðan
sáttmála við Ísland, at sigla
við ísfiski til Bretland.
Samstarvið við bæði ís-
lendingar og bretar var sera
gott. Tá ið eg so komi at
hugsa um tann stóra for-
skel, í Grønlandi bleiv okk-
um noktað alt, líka drekki-
vatn. Hví danir vóru so
ónærisligir veit eg ikki.
Kríggið var ikki meira
enn avhasað í 1945, tá fleiri
løgtingsmenn
fóru
til
Keypmannahavnar. Vit sum
minnast hvussu elendugt
tað hevði verið undir sam-
bandinum, hvar teir vóru
einaráðandi í Føroyum,
leggið til merkis, at so
skjótt hesir mennirnir seta
fótin á danska jørð fer at
ganga eftir reyv her í Før-
oyum, og tað hevur staðið
við til dagin í dag. Hesir
mennirnir, sum gingu og
mólu í Keypmannahavn
fingu einki av skafti, so helt
Knút Kristensen, sum var
statsministari, at fólkaat-
kvøða var best at fáa for-
holdið Føroyar-Danmark
avklára. Alt løgtingið tók
undir við fólkaatkvøðuni
og dagurin bleiv til 14. sep-
tember 1946. Nógv bleiv
skrivað og agiterað, og tá ið
resultatið fyrilá vóru 5638
atkvøður fyri loysing, tap-
arin var sambandsatkvøð-
urnar við 5454 atkvøðum.
Dagin eftir hoyrdi eg Knút
Kristensen í radio siga, at
úrslitið av fólkaatkvøðuni
var greitt, at nú skuldi
loysingin fyrireikast og nú
ráddi um at skiljast sum
vinir. Skilnaðurin bleiv
ikki, tí Petur Mohr Dam,
Kristian Djurhuus, Andrias
Post og aðrir suðuroyingar
sendu neyðarróp til Dan-
markar um at fáa krígsskip
til Føroyar at niðurberja
okkum, ið erliga høvdu valt
loysing frá Danmark. Alt
sum
afturhaldið
gjørdi
saman við dønum aftaná
fólkaatkvøðuna er størsta
svik, ið nakrantíð er framt á
Føroya landi. Uttan at
spyrja fólkið, veljaran, seta
teir heimastýrislóg í Føroy-
um, og Andrass Samuelsen
settu teir til løgmann, tað
kann bara vera at provokera
okkum, sum høvdu valt
loysing. Øll sum minnast
Andrass, so var hann sterkt
ímóti at føroyskt slapp inn
um skúla- og kirkjugátt og í
1940 tá onglendingar settu
føroyingum bann fyri at
flagga við donskum flaggi,
gjørdi hann allar knútar
saman við amtmanninum
Hilbert um at føroyskt
flagg ikki skuldi nýtast.
Teir vildu hava eitt grønt
flagg við tí danska í horn-
inum, og tá ið kríggið var
liðugt, skuldi tað danska
flaggi vera brúkt av øllum í
Føroyum. Men tíbetur, har
mátti bæði amtmaður og
Andrass bíta í tað súra
eplið.
Tá ið heimastýrið í 1948
bleiv kroyst ólógliga niður
yvir heysarnar á okkum og
Andrass Samuelsen líka
ólógliga settur sum løg-
maður, síðan hevur einki
skil verið, tí alt sum er
framt er kavrotið og ólóg-
ligt. Hesir her komu avtrat
Andrassi
í
landsstýrið:
Kristian Djurhuus, Jóan
Petur Davidsen og Louis
Zachariassen.
Hvør
ið
hevði fingið hesar í Tinga-
nes at sita, veit eg ikki, eg
hevði verið burturi, men
fólkið høvdu teir ikki aftan
fyri seg. Fíggjarliga vóru
Føroyar so væl fyri í 1945,
sum tær aldrin hava verið
áður. Tað fyrsta sum hesir
harrar ið høvdu tikið sætið í
Tinganesi, var at lata danir
fáa ágóðan av teimum
milliónum, ið føroyingar
áttu í Bretlandi. Nú vóru
Føroyar komnar niður á tað
støði tær vóru í 1939. Tað
er nógv fyri.
Eg var 27 ár tá ið eg valdi
fríheitina 14. september í
1946, nú nærkist eg nógv
86 árum, eg havi bara sæð
svik og bedragarí og landið
hava teir koyrt fleiri ferðir á
heysin, ja so galið er tað og
nú standa teir sum ryssa
uppi yvir deyðum fyli og
naskast uppat tí donsku
stjórnuni um at fáa loyvið
at yvirtaka. Vita teir ikki, at
tann rættin hava vit havt
síðani 14. september 1946?
Tað er hvørki Fog ella aðrir
danskir ministarar, sum
kunnu taka tann rættin frá
okkum. Fog lyfrar fyri ein-
um modernaðum ríkisfe-
lagsskapi, sá eg í einari
avís, nei Fog, haldi tykkum
langt vekk frá okkara landi,
vit eru troytt av kongs-,
drotnings-, ministara- og
forsetapátrongsul í Føroy-
um. Christiansborg, fólka-
ting hava allar tíðir verið
deyðsfellur fyri Føoyar.
Eftir eitt langt lív veit eg
bara eitt brúkiligt tilboð frá
Christiansborg, tað var tá
Nyrup Rasmussen bjóðaði
okkum fýra ára skiftistíð.
Tað er mær óforstáðiligt
hví løgmaður ikki tók
Nyrup Rasmussen uppá
orðið tá, men stakk í sekk-
in.
Mathias Lassen
í Nesi í Hvalba
Tom Silvurdal er aftur-
komin, og hann legði í vað-
ið beinanvegin.
Eg gjørdi mær ómak, at
lesa greinina, og hann gav
mær so nógvar møguleikar
til eitt aftursvar, at eg kundi
ikki lata verða.
Fyrst er tað ein saks-
mappa, síðan er tað seriøsi-
tetur, og at enda er tað
revolvarapolitikkur.
Viðvíkjandi tínari saks-
mappu, so er hon teoretisk
og helst á góðari leið.
Framtíðin hjá Suðuroynni
og suðuroyingum skal helst
liggja í einari saksmappu.
Men trupulleikin er bara
tann, at skal henda saks-
mappa gera nakra nýttu, so
skal næsta punkt takast
fram, og tað er tann seriøsi-
tetur, sum tú skrivar um.
Seriøsitetur er eitt orð,
sum skal brúkast seriøst og
ikki sum best ber til.
Í hesari saksmappu liggja
helst tínar viðmerkingar í
Sosialinum mitt í sept.
2004.
Har nevnir tú fyrimunir-
nir við at byggja miðnáms-
skúlan í Hovi og ellis- og
røktarheim í Vági.
Hevur tú gloymt hvat tú
segði við Sosialin tá?
Hví sigur tú nakað heilt
annað í dag?
Ein saksmappa fyri Suð-
uroy og suðuroyingar skal
handfarast seriøst. Tí er av
størsta týdningi, at fólk
sum hava eina meining,
standa við sína meining. Vit
tosa um seriøsitet!
Og tá borgarin setir sín
kross á kommunuvalinum,
so skal krossurin verða
seriøsur, og meti eg, at o.u.
90 % seta sín kross seriøst.
Men hvat hendir.
Tey valdu tveita allan
seriøsitet til viks, og fara
undir at virka fyri seg og
síni.”Tíverri”.
Tað
er
ikki
Føroya
Landsstýri sum skal lastast
fyri manglandi seriøsitet í
hesum føri, tí átti tú at
kanna viðurskiftini innan-
gátta, áðrenn tú loypir á
F.L.
Skattaprosentið í Vági og
á Tvøroyri er 22,8 % sum er
tað hægsta í landinum,
meðan skattaprosentið í
Fámjin er 16,3 % og tað
næstlægsta í landinum. Ein
samanlegging til eina ella
tvær kommunur, vil føra
við sær, at skattaborgarar í
Fámjin skullu rinda 5 - 6 %
meiri í skatti. Tí er relevant
at spyrja.
”Høvdu skattaborgarar í
Vági ella Tvøroyri gingið
við til at skattaprosenti fór
5 - 6 prosent upp?”
Um teir ganga við til tað,
hví gera tit tað so ikki nú
beinanvegin? Eg spyrji
bara.
Hevur tú, Tom Silvurdal,
roknað út, hvat skattapro-
sentið verður í einari stór-
kommunu í Suðuroy?
Sannheitin er nokk tann,
at seriøsitetur manglar í
allarhægsta
grad
hjá
kommunupolitikkarum
í
teimum stóru kommunun-
um. Men tann nývaldi
borgarstjórin í Vági sýnist
at verða seriøs og eg vænti
eisini, at tað verður hon,
sum kemur at draga tað
longra stráði. Og tað verður
eisini ein seriøsur persónur,
sum verður borgarstjóri í
einari stórkommunu í Suð-
uroy. Eingin av núverandi
diktatorunum hevur nakran
kjans.
Frá serøsiteti fara vit til
revolvaran.
Tú sigur, at framtíðin hjá
Suðuroynni skal ikki skip-
ast við revolvarapolitikki.
Tú veit, at trýst gevur
móttrýst. Landsstýrið kom
suður til Vágs við einum
uppskoti. Men teir fingu
revolvaran fyri pannuna og
fóru síðan norður aftur.
Har er tað at tað startar.
Eingin vilji til at samstarva
og fáa sum frægast burtur
úr. Norður aftur við teimum
sum skjótast.
Tú kann lesa tína egnu
grein í Sosialinum 21.sept
2004. Eg loyvi mær at
citera: Hví kann tjóveldis-
leiðslan í Vági ikki verða
meiri ”diplomatisk” og fáa
meira burtur úr eini vitjan
av løgmanni og tveimum
landsstýrismonnum, enn at
geva hesum ein frammaná
og senda teir retur til
Tinganes? Citat slutt.
Tú má duga at síggja, at
tað var har í revolvarin fyrst
var havdur á lofti.Og tá tú
sigur, at framtíðin skal ikki
skipast við revolvarapoli-
tikki, so vil eg, mín góði
vinur, siga, at tað er al-
neyðugt í hesum føri. Tí-
verri eru eingi onnur ráð til
at taka.”Tíverri”.
Um
Miðnámsskúlin
liggur her ella har er líka
mikið, men geografiskt
liggur hann betur fyri í
Hovi, og eitt ellis- og
røktarheim liggur væl fyri á
Tvøroyri, men eitt heim
afturat í Vági, hevði gjørt
tað hugaligari hjá okkum
eldri at sæð fram til. Tað er
ein sjálvfylgja hjá einum
sandvíkingi at fáa pláss á
ellisheiminum á Tvøroyri,
men tað er ikki ein sjálv-
fylgja hjá einum sumbingi
at fara á ellisheim á Tvør-
oyri, hann hevur einki val.
Honum hevði betur dámt at
komi til Vágs.
Miðnámsskúlin var upp-
runaliga í tveimum. Ein
partur á Tvøroyri og ein
partur í Vági, av berum
klandri.
Síðan var avgjørt at hann
skuldi byggjast í Hovi.
Landsstýrið skar ígjøgnum.
Hetta stóð við til ein dag
meðan
løgmaður
var
burturstaddur. Tá broytti
táverandi landsstýrismaður
avgerðina og flutti skúlan
til Vágs. Tann avgerð hevur
so staðið við til nú. Tað var
eitt kvett gjørt á náttartíð.
Tað er tí einki løgið í, at
ein nýggjur landsstýris-
maður leggur uppskot fram
um at broyta avgerðina til
tað gomlu avgerðina.
Suðuroyingar
standa
saman um at skúladepilin
skal verða í Hovi og ellis-
heim í Vági. Hvussu ber tað
til, at Vágs býráð ikki tekur
av einum tilboði um laga-
liga fígging til ellisheim, og
samstundis sigur at teir
hava ikki ráð at byggja
ellisheim? Bíðilistin er
langur og ikki vil kommun-
an rinda gomlum fyri at
fara á heim í aðrari komm-
unu. Tey gomlu eru gíslar í
hesum málinum.
Minnast skal til, at lands-
stýrið kom við hesum upp-
skoti orsakað av stóra ar-
beiðsloysinum í sunnaru
helvt. Tørvur var á støgug-
um arbeiðsplássum. Skúlin
kann sum sagt liggja hvar
sum helst, hann skapar ikki
fleiri arbeiðspláss, men
ellis- og røktarheimspro-
jektið gevur millum 50 og
100 arbeiðspláss og laga-
liga fígging og bíðilistarnar
burtur. Hetta ger, at tey í
sunnaru helvt, og sum ídag
starvast á Tvøroyri, kunnu
fáa arbeiði í Vági og spara
tað nógvu koyring, sam-
stundis sum fleiri í norðaru
helvt kunnu fáa arbeið á
Tvøroyri.
Latið nú vit og skil ráða.
Heimastýrislógin
Suðuroyggin og revolvarapolitikkur